mikudagur 27. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 27. januar 2010
13
viðmerkingar
Fáa okkara eldru eina
virðiliga viðferð?
Hugsi um tvey ymisk øki, har rannsakandi spurnar
tekin eiga at verða sett við viðferðina, vit geva
okkara eldru. Óivað eru fleiri slík øki, sum onnur
kennast við og kunnu lýsa betur.
Í farnu viku vórðu fíggjarligu viðurskifti pensionista
okkara kunngjørd vítt og breitt. Í fjølmiðlum og á
tingi varð boðað frá, hvussu nógv hesi høvdu eftir, tá
van ligi skatturin var goldin og tá ætlaði
eykaskatturin til sambýlisbúgvar, tær tveytúsund
krónurnar hjá Rósu og samgonguni, var ognartikin til
landskassan.
Síðani hesar kunngerðir havi eg bíðað eftir fram
haldinum. Bíðað eftir at hoyra hvussu nógv aðrir
samfelgsbólkar hava at gera gott við, eftir at skattur
v.m. er goldin. Hvussu nógv ber til at ognartaka frá
øðrum, t.d. løgtingsmonnum, advokatum, læknum,
privatum og almennum stjórum, skiparum, lands
stýrismonnum, lærarum fyri bert at nevna nøkur,
áðrenn hungursmark teirra er nátt. Men ikki eitt orð
hoyrist, ikki eitt skriv sæst. Eri farin at hugsa, um so
galið man vera vorðið, at man bert ætlar at heingja
fíggjarviðurskifti teirra á niðastu rók út til almenna
skoðan?
Er nøkur orsøk at almannakunngera hvussu nógv
fólk hava eftir, tá skattur, húsaleiga og matur eru
goldin, so má hetta væl galda fyri øll, og ikki bert tey
veikastu? Er hetta ein nýggjur háttur at krevja skatt
frá fólki uppá, fyrst at finna útav hvat tey tola at
missa, so má tað væl galda fyri øll? Og er hetta ein
nýggjur háttur hjá samgonguni at vinna tann pening,
ið mangl ar, so kann hesin háttur væl nýtast móti
øllum ella?
Væl veit eg, at tá fyrra ABC samgongan gav 380
mió. árliga í skattalætta í samfull 4 ár, so fór eingin
av hesum krónum á niðastu røkur, tá kendu teir bert
adressurnar á øðru rókum. Men kendu teir tær tá,
máttu teir kent tær enn. Nú hesin peningurin
manglar burdi heilt náttúrligt verið, at ABC 2 sendi
rokningina til hesar somu røkur og adressur, og ikki
til tey, ið ongan skattalætta fingu!
Sama ólíka viðferð í spurninginum um t.d. eldra
bústaðir?
Vanligt er, tá vit søkja um eitthvørt, inn á skúlar, í
barnaansing, eftir grundøkjum o.l. , at vit fáa at vita,
hvar á bíðilistanum vit eru. Á hendan hátt kunnu vit
fylgja við, og fáa kunning um hvar á listan eg eri
náddur, so hvørt broytingar verða gjørdar. Men
hvussu er við teimum eldru, teimum, ið eru
uppskrivaði til eldrabústaðir, tvs. røktarheim,
ellisheim, sambýli v.m. Hvussu síggja hesir listar út,
og hvusu lætt er hjá teimum, sum í mongum førðum
liggja heima og leingjast eftir virðiligum umstøðum,
at fáa innlit í hesar. Hvussu er kunningin til tey og
teirra skipað, hvussu kunna tey seg um broytingar,
so hvørt líkindi teirra at fáa eitt pláss broytist?
“ Vit ringja og ringja, skriva og meyla, men ikki ein
gang eina váttan um at fyrispurningar okkara eru
móttiknir, tíansheldur eitt svar um hvussu útlitini
eru, fáa vit”. Soleiðis siga avarandi aftur og aftur um
royndir sínar at fáa kunnleika um støðu teirra eldru á
hesum listum. Hetta fær meg enn einaferð at spyrja
einfalda spurningin, um viðferðin okkara eldru fáa er
virðilig, og hví hon er øðrvísi enn annara. Talan er jú
um aldursbólkin, sum hevur grundað vælferðarsam
felagið, sum tú og eg hvønn dag njóta gott av.
Minsta tøkkin til teirra átti at verið ein virðilig
viðferð á ellisárum.
Nú er nakað síðani, hann
fór um sýnina, altíð posi
tivur og trúgvur móti sín
um. Líkamikið um tíðirnar
eru góðar ella minni góðar;
ein pakki verður tað altíð.
Hann hevur altíð eina
loysn, og er royndur á
økinum Teoretisk vitan,
royndar vitan og síðani
vísdómur.
Samgonguni er onki gal
ið við. Trupulleikin er, at
uppgávan er ov stór.
Fleiri serfrøðingar hava
staðið frammi um høgtíð
ina. Spell, at so lítið posi
tivt er komið fram. Bert
krittikkur uttan loysnir.
Hinvegin, orðini hjá Bispi,
um at hugsa positivt kunnu
loysa nógv negativt, eru
vísdómur.
Tá vísmennirnir velja at
siga, at neyðugt er vid
bygnaðarbroytingum uttan
at siga meira, kundu teir
eins væl sagt jarðskjálvti.
Vit burdu væntað okkum
meira av fólki við so góð
um útbúgvingum. Tað
ljóðar sum bert orðaspæl
fyri onki skeivt at siga.
Samfelagið hevur goldið
útbúgvingina, bjóðað teim
um heimaftur og sett tey í
góð størv. Hetta er alt gjørt
við tí fyri eyga, at nýtím
ansgera okkara samfelag
øllum at gagni. Tí er slíkt
uttanumtos spell. Vit lut
taka øll í kreppuni.
At hækka skattin ella
minka útreiðslurnar er onki
svar. Hvat loyvir penga
pungurin hjá fólki? Loyvir
hann tí ikki, kemur ongin
króna inn og avgjøldini
minka í sama mun.
Eitt annað, ið fekk meg
at stúrsa við ein dagin, var
ein dagin, gott nokk vóru
tíðirnar betur, at sam felag
ið væl toldi at flotin kundi
leggjast nøkur ár – Halló!,
95 % av okkara útflutn
ingsvirði kemur úr havin
um. Hvat fyri lyklarhol
verður hugt ígjøgnum?
Bygnaðarbroytingar
Ongar bygnaðarbroytingar
higartil bera brá av effek tivi
teti, smidligheid ella at bí lig
ari, heldur tvørtur í móti:
1. Barnaansingarøkið, ið
lagd varð til komm un
urnar vaks frá eini
út reiðslu á 10% til í dag
at liggja millum 20%
30%
2. Eldraøkið verður útbygt
eftir einum leisti, ið er
sera sera kostnaðar mik
il. Ein skipan, sum onn
ur lond ganga burtur frá
3. Kommunuálitið hevur
tikið 20 ár. Hetta er long
tíd sæð í ljósinum av, at
tað tók bert sjey dagar
at skapa allan heimin.
At hava 5, 7 ella 8
mikro eindir fyri at
spæla stórur er ongin
sparing. Tann komandi
útjavningin kann skjótt
svinna í meiri útreiðsl
um. Var barnaansingar
økið stórt at leggja til
kommununar, verður
eldraøkið mangt slíkt. Tí
er umráðandi, at komm
unurnar stórar sum
smáar verða við í allari
tilgongdini. Tey gomlu
skulu øll hava ein virði
ligan aldurdóm, tí vit
eru bert stór, tí vit
standa á teirra herðum.
4. Nýggja fólkaskúlalógin
verður nú aftur revider
að, men hesaferð eftir
Sudokomodellinum.
Krónurnar skulu passa
bæði uppeftir og tvørt
urum. Hini virðini, t.e.
ymiskleikin, barnið,
heimið og bygdarskúlin
telja minni øll skulu í
stóra pott. Í dag er
næstan ógjørligt at
síggja mun millum
eina vanliga blómu og
einari úr plastikk.
Munurin er sjálvsagt
stórur, onnur hevur
rót og hin ikki. Rótin
ger, at blóman mennist
og verður sterk at
standa ímóti tá storm
arnir ýla eitt gott
støði. Plastikkblóman
hevur ikki fingið
hendan so týðandi
møguleika at standa
ímóti við, men verður
happað av hvørjum
vindblaki. Eg eftirlýsi
tey sunnu virðini, kær
leikan, trygdina, tíðin at
vakna, tey fyrstu fetini,
bygdarskúlan og heimið.
Eitt trygt og gott støði at
standa á, har mótburður
kann blíva til menning.
Hvat er hetta fyri ein
nýføroyingur vit leita
eftir, modell stóri
pottur? Hava smáu
bygdarskúlarnir ikki
ment nógvar tungvekt
arar á øllum økjum í
samfelagnum?
Nýggj skattaskipan
Nú skriftin sæst á
vegginum, at neyðugt er
við einum bíligari
samfelagi, er gott høvi
tvørpolitiskt at finna fram
til eina nýggja, einfaldari
og føroyska skattaskipan.
Skattaskipanin skal vera
eitt lokomotiv, har tú kann
1) Forvinna tað tú vil
2) Verja tey lágløntu
3) Niðurlaga rentustuðulin
og
4) Hágmark fyri inngjald
av eftirlønum.
1. Eitt fast skattaprocent
uttan mun til inntøku
á 34% ella 38%, alt
eftir hvussu vit niður
laga rentu stuðulin.
2. Allir løntakarar fáa
ein mánaðarligan
botnfrádrátt á 5.500,
kr, og við hesum
verða grund upp
hæddirnar av fólka
pensiónini og sam
haldfasti ikki skattað.
3. Um rentustuðulin
verður burtur eftir
tveimum árum, verð
ur skattaprosentið 34,
og eftir 15 árum
38%.
4. Hágmark fyri inn
gjaldi av eftirlønum
4.000, kr um
mánaðin.
This is a nonprofit
organisation – please help
us change!
Hýsan og grindin
Lítið hjálpti tað, um navnið
var Paul McCartney, Paul
Watson ella Greenpeace.
Fjøldin Føroyar stóð øll
saman og vardi borg, tá
útheimurin royndi at gera
seg inn á okkara grinda
dráp. Vit vunnu so ruddi
liga.
Verri er við hýsuni.
Innan hýsis klandur og
stríð, briks og kall um
vána ligan fiskivinnu poli
tikk, vánaliga fiski daga
skipan, ov høgt veiðutrýst,
vána liga tilgongd, ikki
burðardygt og nógv nógv
annað. Hevði tað bert verið
hjá okkum sjálvum – Well!
Verri er tá farið verður út
um landoddarnar at standa
á altjóða pallinum og gita
um fisk, har alt tað nega
tiva kemur av mannaávum.
Úrslitið kenna vit. Kundin
vendir føroysku hýsuni
bakið. Tí er alneyðugt at
standa saman og verja
borg, júst sum við grinda
málinum.
Eitt hugskot er at koyra
Havstovuna undir Bisp.
Jógvan Fríðriksson er
vísur, semjusøkjandi og
hevur royndir. Mangan
fløkustampin hevur hann
eisini greitt sárhentur. Eitt
er givið – politiska skip an
in, vinnan og havfrøðin
mugu ganga hond í hond.
Ella endar tað sum hjá falli
Romverja. Hvør er tá betur
enn Bispur?
Heildin er størri enn
summin av teimum ymisku
deildunum.
Niðurstøða
Tað vildi verið utopi at
ímynda sær, at ein næm
ingur frá Vinnu há skúl an
um, ið júst hevði fingið
prógv sum skipsførari
uttan siglingstíð, hevði
fingið starv á ovastu rók á
Oasis of the Seas. Vinnu
brævið loyvir tí ikki, hetta
krevir royndarvitan.
Vinnubrævið sigur, hvar á
menningarstiganum byrjast
skal.
Skifta vit Vinnuháskúlan
út við RUC, CBS ella
Ox ford Brooks, tá er ikki
ney ðugt við nøkrum vinnu
brævi, teoriin er nokk.
Seti mær ofta spurningin
eru vit roynd ella vís nokk
at gera bygnaðarbroytingar,
ið samsvara einum mikro
landi mitt úti í Atlants
havinum blívur tað ikki
bert til Yvirbygnadar
broytingar?
Um eitt lítið ár so dagar
hann undan aftur, kósin
tann sama beint á takið og
niður gjøgnum skorsteinin.
Ein kundi næstan trúð, at
jólamaðurin var uppvaksin
á Oyrasundskollegienum.
Umborð á Akamalik,
ávegis til Nuuk at skifta
fólk
skipari
Linjohn
Christiansen
formaður Miðfloksins
jenis
av rana
Jólamaðurin uttan vinnubræv
Mær fall fyri bróstið hesi
úttalilsi hjá løgtingskvinnu
Javnaðarfloksins og
fíggjarnevndarlimi okkara.
Vøkur orð um útjavning,
solidaritet, somu
møguleikar fyri okkum øll
til tilboðini í Tórshavn
fyrst og fremst arbeiðs til
boðini. Men bert orð gera
tað ikki.
Lat ein bil fara við
arbeiðsfólki úr Norð oyggj
um til Havnar við bilførara
og øðrum. Hesin skal gjøg
num í hvussu so er tríggjar
kanska fýra ella fimm
tunlar og yvir eina brúgv.
Kostnaðurin fyri koyring í
ein mánað er 900 krónur
fyri øll fimm arbeiðs
fólkini í almennum taksti.
Lat sama bil fara úr Dali
ella aðrastaðir úr Sandoy
við fýra arbeiðsfólkum
umframt bilførara. Kostn
að urin fyri koyring eftir í
førum vánaligum lands
vegi, har omanlop er
vanligt, og har tveir bilar
ikki kunnu møtast alla
staðir fyri til seinast at
standa á Skopunar kai í
bilkø til Teistan og kanska
sleppa við. Sleppur tú við
tann túrin, so kostar tað
fyri koyring í ein mánað
3.690 krónur bíligasta takst
fyri hesi fimm.
Væl er javnað, ella hvat
heldur tú Eyðgunn Sam
uelsen, løgtingskvinna. Eru
her somu møguleikar? Nei,
eg spyrji bara. Og hettar er
støðan í øllum Suður
økinum í dag,
Annars alt tað besta og
við javnaðarkvøðu.
Somu møguleikar fyri allar føroyingar
Sandi
Birgir
Mohr