Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 27. januar 2010 Sosialurin Miðsavnan um vit vilja tað ella ikki SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Bygdamenning hevur leingi verið frammarlaga í al menna orðaskiftinum í Føroyum. Nú verður tað nevnt mið spjaðing. Hvussu kunnu vit framhaldandi stýra og skipa menningina í hesum landi, soleiðis at hon kemur øllum búplássum til góða. Hetta hevur verið afturvendandi spurningurin í kjakinum í fjølmiðlunum og á tingi. ÚF setti spurningin á skránna nú um dagarnar við eini sera áhugaverdari sending, har Gunnar Nolsøe tosaði við samfelagsfrøðingin Sámal Matras Kristiansen. Sendingin snúði seg um, hvussu demografisku Føroyar síggja út í framtíðini. Also hvussu búset ingarmynstrið og menningin fer at laga seg sum árini ganga. Um gløggu analysurnar hjá samfelagsfrøðinginum fara at halda ella ikki skulu ikki vit gera okkum til dómarar yvir, men tær kendust sera beinraknar. Niður- støðan tóktist vera hon, at líka mikið, hvat vit hugsa, siga og gera, so slepst ikki undan eini framhaldandi miðsavnan, har høvuðsstaðurin saman við parti av Eysturoynni serstakliga verður dragandi magneturin fyri búseting og menning. Samfelagsfrøðingurin metti, at útoyggjarnar og út - jaðarin gerast taparin soleiðis at skilja, at tey ungu flyta og arbeiðsplássini fækka. Vit fáa størri og meira savnandi eindir eitt nú á skúlaøkinum. Úrslitið verður, at hesi búplássini, sum longu merkja afturgongdina og fráflytingina, fara at gerast summarhúspláss hjá fólki, sum búgva t.d. í miðstaðarøkinum ella øðrum stórplássum. Spurningurin er so, um vit eru før fyri at steðga nega tivu gongdini í Sandoynni og Suðuroy. Her metti samfelagsfrøðingurin, at vit neyvan fáa nakran tunnil í Sandoynna í bræði, og tunnil til Suðuroyar kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir. Pengar verða ikki til tað. Verður ikki okkurt heilt serstakt gjørt fyri at menna Suðuroynna, so fær hon somu lagnu sum aðrir útjaðarar. Og soleiðis sum búskaparstøðan verður metti hann ikki, at ráðini verða til at gera nógv meira fyri Suðuroynna heldur. Áhugavert var at hoyra ærliga samfelagsfrøðingin gera greitt, at menningin í Føroyum í framtíðini fer í nógv størri mun at verða bundin av, hvat vit hava ráð til. Tí fara vit neyvan at hava ráð til at varðveita funktiónir kring landið út frá tí at varðveita arbeiðs pláss. Um - støðurnar fara at krevja av okkum, at av markaðu peng arnir mugu umsitast og brúkast optimalt tvs. at vit mugu fáa sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu. Tá verður ikki pláss fyri at tosa um bygdamenning út frá gomlu terminologiini, har flakavirki skuldi vera á hvørjum tanga, barnaskúli í hvørjari bygd og sjúkrahús í fleiri plássum osfr. Hvat vit enn halda um alt hetta, so svitast ikki, at vit við avmarkaðu skattakrónunum eru noydd at skipa íløgur og rakstur soleiðis, at allir føroyingar fáa sum mest burtur hvørjari skattakrónu. At tænasturnar eru góðar og tryggar. At vit ikki hava ráð til dupultfunktiónir men mugu tryggja, at tær lívsneyðugu funktiónir, sum bera vælferðarsamfelagnum uppi, eru tær best hugsandi ella so góðar til ber. Við seinasta løgtingsval øktist kvinnuumboðanin á tingi við meira enn 100 pro sentum. Frá trimum kvinn um til at sjey kvinnur vórðu valdar. Hevði tá ta fatan, at flest øll mettu hetta vera eitt framstig. Hvør ið orsøkin var til hesa framgongd ber ikki til at siga við vissu, tí ongin kanning er gjørd. Okkurt kundi bent á, at eitt val­ dømi var ein av orsøkunum til hetta framstig. Tó ivist eg ikki í, at Demokratia og tað arbeiðið, ið hesin felagsskapur gjørdi, eisini var ein av orsøkunum. Við at hyggja at val tøl­ unum síggja vit at kvinn­ urnar, í ein rættuliga stóran mun, hava fingið atkvøður um alt landið. Tað kann vera ein ábending um, at eitt valdømi fremur kvinnu umboðanina. Heldur ikki hetta er kannað. Fleiri valdømir Nú ætlan, eftur øllum at døma, er um at skipa land­ ið aftur í 5­7 valdømir, dugi eg ikki at ímynda mær, at uppskotið ikki tekur atlit til kvinnuum­ boðanina. Tað kann ikki vera rætt, at ætlanin er at lóggeva aftur til eina skip­ an, ið hevur ta avleiðing, at kvinnurnar á løgtingi aftur fara at fækka í talið. Kann heldur ikki hugsa mær, at nakar politikari veruliga vil koma við einum tílíkum uppskoti. Gallup kanningin, ið Demokratia gjørdi, vísti, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki tóku undir við, at vit skulu hava fleiri kvinnur á ting. Tað er mín sannføring at eitthvørt uppskot til broytingar í valskipanini má taka atlit til henda spurning, um uppskotið skal verða tikið í álvara. Formansskapur løgtingsins hevur ikki havt javnstøðu millum kyn í huga, nú stig eru tikin til at endurskipa Føroyar í fleiri valdømi. Orsøkin er sambært stig­ takarunum vandin fyri, at politiska umboðanin av øllum landsins íbúgvum verður órættvís, um Før­ oyar framhaldandi skulu vera eitt valdømi, tí at so verða møguleikarnir hjá fólki í útjaðaranum og ókendum fólki at verða vald á ting at kalla eingir. Hugsanarhátturin Tað er skilligt, at stúrt verður fyri, at einki umboð fyri fólk í útjaðaranum verður valt á ting. Tí tað er óheppið fyri eitt samfelag, at bert ein avmarkaður partur av fólkinum er umboðaður í tinginum. Spurningurin er so, hvussu til ber at skipa seg, so at tingið verður so breitt um boðandi sum gjørligt. At betra um møguleik­ arnar hjá borgarum í øllum landsins økjum at verða vald á ting, er ein hugsan­ ar háttur. Ein annar hevði verið at betra um møgu­ leikarnar hjá báðum kyn­ unum at verða vald á ting. Og tað hevði verið hósk­ andi, at uppskotið til nýggja valskipan, sum for­ mansskapurin hevur um biðið frá serfrøðingum, eisini fevndi um nakrar tankar um økta javnstøðu millum kyn, serliga um vit hugsa um, hvussu nógv hesin spurningur hevur fylt í almenna orðaskiftinum seinastu árini. Men al ­ menna orðaskiftið er eftir øllum at døma ikki áhuga­ vert fyri løgtingsins for­ mansskap. Verjir skipanin seg sjálva? Tíverri tykist formans skap­ urin ikki leggja í, at helvt­ in av landsins íbúgvum ongantíð hava verið um ­ boðaðar í løgtinginum á nøktandi hátt. Hví so er, kunnu vit allarhelst skifta orð um hetta til dómadags, men veruleikin er, at 100 ár eftir, at bæði kynini fingu valbæri og valrætt, vórðu 7 konur og 26 menn vald á ting í januar 2008. Og at endurskipa sam­ felagið í fleiri valdømi verður allarhelst ein dygg­ ur smeitur fyri økta javn­ støðu á tingi. Men hetta er kanska ætlanin? At varð­ veita heilagu grøvina og egið livibreyð? Fleiri valdømi Við fleiri valdømum fær hvør flokkur neyvan meira enn eitt umboð valt í teim­ um smærru økjunum. Og at hetta umboðið verður í kvennkyni, er lítið sannlíkt, um vit hugsa um verandi profilar hjá flokkunum kring landið. Útlitini kunnu sostatt gerast, at nakrar konur koma inn í Suðurstreymoy, sum sambært uppskotinum, ið formansskapurin hevur bílagt, fær 12 tinglimir, meðan talið av valdum konum í hinum valdøm­ unum verður sera lágt. Møguleikarnir Vónandi vísa okkara 28 tingmenn og 5 tingkonur, at tey eisini í verki ynskja økta javnstøðu í føroyska samfelagnum, og taka bein leiðis atlit til javnstøðu í eini nýggjari valskipan. Hetta kann gerast við kvo­ teringum, ið fevna um bæði geografi og kyn, við at varðveita eitt valdømi ella við onkrum heilt triðja møguleika. Men týdning­ armikið er, at hesin spurn­ ingur verður umrøddur. 25. januar 2010 Valdømi og javnstøða forkvinna í Javn- støðunevndini KrIStIANNA WINtHEr PoULSEN Lóggeva kvinnur úr løgtinginum tingkvinna, Javnaðarflokkurin EyðgUNN SAMUELSEN