mikudagur 27. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2010
Kunning uttanlands
Í sínum svari til spurningin
hjá Kára P. Højgaard um,
hvat
landsstýrismaðurin
hev ur gjørt fyri at kunna
um burðardygga fiskiveiði,
vísti Jacob Vestergaard á,
at hann saman við um sit
ingini hevur greitt bretskum
tingfólkum, skotska fiski
málaráðharranum
og
ESkommiserinum frá okk
ara fiskidagaskipan, eins
og umsitingin samskiftir
við vinnuna um Vinnuhúsið
um spurningin.
Landsstýrismaðurin
ásann aði kortini, at einki
bein leiðis felags átak er
gjørt í hesum sambandi.
– Men tað er einki til
hindurs fyri, at vinnan
brúk ar tilfar og kunning
okk ara í átøkum við tí fyri
eyga at selja føroyskan fisk,
legði hann aftrat.
Ábyrgd hjá vinnu
Jacob Vestergaard vísti á, at
tað er lættari at samanbera
veiðu og kvotu í eini kvota
skipan, enn tað er at síggja
og skilja, hvussu fiski daga
skipanin virkar.
Hann endurtók, at her
liggur ein avbjóðing hjá
okk ara vinnu, sum vinnan
helst skal raðfesta hægri í
tíðum sum koma.
– Tað er regluligt sam
skifti millum vinnu og
myndugleika, men fyrstu
stigini til marknaðarføring
av føroyskum fiski eigur
vinnan at taka, segði lands
stýrismaðurin, Jacob Vest
er gaard.
Maður handtikin í Maria-málinum
Danska løgreglan hevur nú ein illtonktan í sonevnda Mariamálinum. Tað var
nýggjársnátt, at 20 ára gamla Maria Møller Christensen varð myrd eftir eina veitslu.
Løgreglan hevði í fleiri vikur ein mann í varðhaldi, illtonktan fyri drápið, men tað vísti
seg, at hesin var púra ósekur. Nú er so ein 48 ára gamal maður handtikin, eftir at dna
royndir hava víst, at hann hevur verið í sambandi við Mariu, skrivar ekstrabladet.dk
Ísland lækkar rentuna
Íslendski tjóðbankin, Seðlabankinn, hevur eitt sindur
óvæntað lækka rentuna í dag úr 10,0% niður í 6,5%.
Sambært Bloomberg News høvdu tríggir av teimum
fýra búskaparfræðingunum, sum tíðindastovan hevur
spurt, væntað óbroytta rentu, meðan hin eini hevði
spátt eina lækkan niður í 9,5%, skrivar boersen.dk
Treytað frádøming og tvey klipp í kortið
Løgreglan skrivaði
14 frágreiðingar
og gav 6 átalur, tá
ferðslukanningar
vórðu gjørdar í Norð
skálatunlinum mána
dagin
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Millum klokkan 17 og 18
mánadagin gjørdi løgreglan
kanningar í Norðskála tunli
num, og teir høvdu eisini
ferðmátaran við sær.
Einir 50 bilar vórðu
steðgaðir, og burtur úr hes
um skrivaði løgreglan til
samans 14 frágreiðingar og
gav 6 átalur.
Sjey frágreiðingar vórðu
skrivaðar fyri ov nógva
ferð.
Tann
eini
bilførarin
koyrdi 116 kilometrar um
tíman, og hesin kemur undir
treytaða
frádøming
av
koyrikortinum.
Tveir
aðrir
bilførarar
koyrdu ávikavist 107 og
109 kilometrar um tíman,
og fyri hetta brot fáa teir
klipp í koyrikortið.
Sjey
bilførarar
høvdu
ikki bilar sínar í lagi, høvdu
gloymt trygdarbeltið ella
høvdu ikki koyrikortið uppi
á sær.
Minsta bótin fyri einstøk
brot á ferðslureglurnar er
500 krónur, men koyrir tú
ikki í trygdarbelti og heldur
ikki hevur koyrikortið uppi
á tær, er sektin 1000 krón
ur.
Nú er dagurin ásettur,
tá nýggja skipið
hjá gøtumonnum,
Tróndur í Gøtu,
alment verður navn
givin á Karstensens
Skibsværft í Skagen
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Navngevingin fer fram við
bryggjuna á skipasmiðjuni
leygardagin hin 6. februar
klokkan 14. Síðan verður
døgurði fyri innbodnum á
Colorhotellinum í Skagen.
Tað er felagið Hvamm í
Gøtu, sum Varðin eigur, ið
letur skipið smíða. Nýggja
skipið kemur í flotan fyri
gamla Trónd í Gøtu, sum er
seldur.
Ætlanin hevur verið, at
nýbygningurin skuldi gera
tekniska royndartúrin undan
navngevingini, men nú er
hetta broytt, soleiðis at
royndartúrurin verður eftir
navngevingina.
Nógvur kuldi og kavi í
Danmark hava seinkað mál
araarbeiðnum av skipinum.
Sambært
ætlanini
hjá
gøtumonnum, loysir flagg
skipið í Skagen nakrar
dagar eftir miðan februar.
Nýggi Tróndur í Gøtu
verður 81,6 metrar langur
og 16,6 metrar breiður og
fer at lasta eini 2700 tons.
Hóast nýbygningurin er
heilar 14 metrar longri og
stívliga tveir metrar breiðari
enn gamli Tróndur í Gøtu,
lasta skipini umleið tað
sama, men nýggja skipið
fer við síni stødd at bera
lastina nógv betri.
Sáttmálaprísurin
fyri
Trónd í Gøtu liggur um
stívliga 230 miljónir krónur,
men við ymiskum, sum
kemur aftrat, eitt nú útgerð
og reiðskapi, fer kostnaðurin
helst at tátta í einar 250
miljónir krónur.
Nýbygningurin hjá gøtumonnum er 81,6 metrar langur og 16,6 metrar breiður
14 metrar longri