mikudagur 27. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2010
Burka helst bannað
Ein nevnd hjá franska tjóðartinginum mælti í gjár
tinginum til at banna muslimskum kvinnum at ganga
í burka ella øðrum plaggi, sum fjalir alt andlitið.
Verður tann endaliga lógin orðað eins og tilmælið frá
nevndini, kunnu muslimskar kvinnur ikki brúka
burka og líknandi pløgg í skúlum, á sjúkrahúsum ella
í býbussum og tokum. Hinvegin kunnu tær ganga í
slíkum klæðum úti á gøtuni. Kanningar frá
myndugleikunum vísa, at umleið 2.000 muslimskar
kvinnur í Fraklandi brúka burka ella annað plagg,
sum fjalir allan kroppin.
Sleppa undan skuld
Heimsbankin, Altjóða Gjaldoyragrunnurin og aðrir krav
ánarar hava gjørt av at strika 1,6 milliard dollarar ella 8,4
milliardir krónur, sum Afghanistan skyldaði teimum.
Heimsbankin og IMF staðfesta samstundis í einari felags
kunngerð, at búskaparligar nýskipanir í Afghanistan hava
eydnast væl. Ein talsmaður fyri IMF sigur við AP, at hóast
skuldin er strikað hevur Afghanistan framvegis stóran tørv á
útlendskari hjálp. Hann leggur afturat, at tann afghanska
stjórnin noyðist at útvega tí almenna fleiri inntøkur, at gera
íløgur í samferðslukervið og at leggja ætlanir um at basa
fátækradøminum.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum,
heldur, at spurn
ing urin um burðar
dyggleika í føroyskari
fiskivinnu, í fyrsta
lagi er ein spurningur
um marknaðarføring,
sum vinnan eigur
at taka sær av. – Her
liggur ein avbjóðing
hjá okkara vinnu,
sum helst skal rað
festast hægri í tíðum
sum koma, sigur hann
Burðardygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í síðstu viku settu Bjørt
Sam uelsen, løgtingskvinna
og Kári P. Højgaard, løg
tingsmaður,
landsstýris
mann inum í fiskivinnu mál
um, Jacobi Vestergaard,
spurn ingar, sum snúðu seg
um burðardyggleika í før
oyskari fiskiveiði.
Ein av orsøkunum til hes
ar spurningar var, at vit í
Miðlahúsunum herfyri tóku
upp trupulleikan, sum Før
oyar hava við sølu av virk
aðari føroyskari hýsu í
Bret landi og harvið lága
hýsu prísinum, sum skip og
bátar hava fingið á markn
aðinum.
Bretskar
handilsketur
hava nevniliga boykottað
hýsu vørur virkaðar úr før
oyskari hýsu, tí tær meta, at
okkara hýsuveiða er ikki
burðardygg.
Marknaðarføring
Í sínum svari segði lands
stýrismaðurin, at myndug
leikin gevur sítt ískoyti til
at
greiða
vinnuni
frá,
hvussu okkara fiskiveiði
skipan virkar.
– Tað er mín vón, at vinn
an kann bera okkara boð
skap víðari á sínum markn
aðum, soleiðis at fiskurin
kann seljast til bestu kund
arnar.
Hann segði, at trupul leik
arnir, sum føroyingar hava
við eitt nú hýsu á bretska
marknaðinum,
eru
ein
spurn ingur um markn aðar
føring.
– Eftir mínum tykki er
tað í fyrstu atløgu vinnan,
sum eigur at taka sær av at
marknaðarføra
okkara
fiska vørur
sum
burðar
dygg ar. Okkara fiski daga
skipan er góð, tá havt verður
í huga, at vit hava økis frið
ingar,
gýtingarfriðingar,
eins og skipatal og fiski
dagatal áhaldandi minka,
legði hann aftrat.
Áhaldandi tillaging
Jacob Vestergaard helt, at
eftir hansara tykki skal
spurn ingurin um burðar
dygd ikki bara viðgerast
við støði í samanberingum
millum fiskidagatalið, ið
løgtingið ásetir og tilmælið,
sum fiskifrøðin kemur við.
– Vit arbeiða áhaldandi
við
tillagingum,
sum
tryggja burðardygga fiski
veiði, og vit halda hesi til
laging við líka, sum lands
stýrismaðurin tók til.
Sum dømi um slíkar ti l
lagingar,
segði
Jacob
Vestergaard, at ein lækking
í fiskidagatalinum áhald
andi fer fram, eins og færri
og færri skip troyta okkara
grunnar.
– Runt roknað er talið av
fiskidøgum
lækkað
við
sløk um 40% fyri stór fiski
før og við sløkum 30% fyri
útróðrarbátar síðan 1997/
1998. Haraftrat er talið av
trolfríum økjum økt mun
andi seinastu árini.
Umfatandi friðingar
Landsstýrismaðurin segði,
at hann sjálvur tók stig til at
steingja trý øki seinasta
summar.
– Júst nú arbeiða fólk
innan fiskivinnu umsit ing
ina við spurninginum um at
steingja nøkur øki innari
fyri at verja tosk og hýsu.
Haraftrat kemur, at eingi
størri fiskifør kunna royna
innanfyri 6 fjórðingar, og
trol veiða kann í høvuðs
heitum ikki fara fram innan
fyri 12 fjórðingar.
Jacob Vestergaard legði
dent á, at øll hesi tiltøk
stuðla undir eina burðar
dyggari veiðu, og endamálið
er at tryggja, at hesar til
lagingar
áhaldandi
vera
dagførdar, soleiðis at vit
eisini tryggja okkum eina
burðardygga hýsuveiði.
Vinnan noyðist at
kunna keyparar um
burðardyggleika
- Fyrstu stigini til marknaðarføring av føroyskum fiski eigur
vinnan at taka, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard
- Runt roknað er talið av fiskidøgum lækkað við
sløkum 40% fyri stór fiskifør og við sløkum 30%
fyri útróðrarbátar síðan 1997/1998. Haraftrat
er talið av trolfríum økjum økt munandi
seinastu árini, sigur Jacob Vestergaard
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tvey línuskip og tveir ísfiskatrolarar landa
Línuskipið Jákup B
seldi væl, tá teir eftir
stuttan túr undir
Føroyum landaðu
mánadagin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið Jákup B landaði
sløk 50.000 pund í Klaksvík
í mánadagin. Teir seldu um
uppboðssøluna hjá Fiska
marknaði Føroya og fingu
góðan prís slakar 15 krón
ur í miðal fyri kilo.
Jákup B hevði einar seks
setur á túrinum, og megin
parturin av veiðini var
hýsa.
Í dag landar trolbátur in
Fiskaklettur
í
Klaksvík.
Mánadagin, tá teir boðaðu
frá landing, høvdu teir
umleið 14.000 pund inni.
Pól Fuglø, landingarfor
maður í Klaksvík, sigur, at
línuskipið Klakkur kemur
inn at landa í morgin, og
Ågot kemur fríggjadagin.
Klakkur er undir Før
oyum, og Ågot er á Ís lands
rygginum.
Ísfiskatrolararnir
Safir
og Smaragd koma eisini
inn at landa fríggjadagin,
og sum skilst, hevur fiski
skapurin hjá teimum verið
hampiligur.
Pól Fuglø er landingar-
formaður í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen