mikudagur 27. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2010
Føroyingar í Stavanger-
økinum royna í hesum
døgum at ávirka
leiðsluna í Smyril Line
soleiðis, at Norröna
fer at leggja leiðina
framvið oljubýnum á
veg úr Danmark
FERÐASAMBAND
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stavanger er sum kunnugt
oljubýurin
burturav
í
Noregi, og hann dregur
eisini føroyingar til sín. So
mikið nógvar, at eitt føroy
ingafelag er sett á stovn í
býnum.
Formaður
er
Tórður
Olsen, og hann sigur, at
bæði felagið sum so og før
oyingar á leiðini royna at
gera sína ávirkan galdandi,
so Norröna fer at leggja leið
ina framvið nýggju og stórt
útbygdu havnini í býnum.
Risavika havn liggur heilt
út móti havinum, og tískil
er eingin sigling innanskers
og eingin sigling inn eftir
longum firðum, eins og tað
er talan um, tá Norröna
sigldi til Bergen.
Havnin og terminalurin
er spildurnýtt og varð bygt í
2007. Ein av fyrimununum
er, at plássið er gott hjá
skipum at venda inni í
havnini, og tað er mest sum
klárt at koyra og ganga í
land, so skjótt skipið hevur
lagt at kai.
Tórður Olsen sigur, at
hendan nýggja havnin er
portrið til alt Europa, og tað
er ein ørgrynna av trailarum,
sum ferðast um havnina.
Fyri okkum føroyingar,
sum búgva her í økinum,
hevði tað verið ein kær
komin farleið heim á klett
arnar, og útrokningar vísa,
at tað fer bara ein tími í
siglingartíð at leggja leiðina
um Risavika á veg úr
Hanstholm til Føroya, sigur
Tórður Olsen.
Nógvir møguleikar
Stavanger er sum nevnt
oljubýurin í Noregi, og tí
hevur hann eisini eina
ørgrynnu av tilboðum, sum
kanska ikki finnast í øðrum
norskum býum.
Har eru keypsmiðdeplar
og eitt nærum ótal av
søvnum,
um
hugurin
stendur til tað.
Men har finnast eisini
nøkur av fremstu ferða
mannamálunum í Noregi.
Ikki minst Prejkestolen, har
fallskíggjaleyparar
fyrr
gjørdu sær dælt av at loypa
út av. Hetta er kortini ikki
loyvt, so tað verður ikki
gjørt longur.
Býurin er modernaður,
men eisini norðmenn hava
dugað at varðveitt gamla
býarpartin, eins og vit hava
gamla Reyn her í Havnini.
Tórður Olsen sigur, at
Norröna longu hevur lagt
sína ferðaætlan fyri árið í ár,
og tí verður eingin sigling
upp á Risavika enn á sinni.
Men eg havi skilt á
lagnum, at leiðslan í Smyril
Line umhugsar at gera ein
jólatúr, har eitt legg verður
gjørt inn í Risavika. Tað er
kortini ikki nakað víst enn,
men tað hevði verið upplagt
at roynt havnina og viður
skiftini í havnini ein slíkan
túr, sigur Tórður Olsen.
Vit fara í komandi bløð
um at venda aftur til
Stavanger og møguleikarnar
at sigla upp á Noregi aftur.
Ynskja Norrönu til Stavanger
Tað savnar bæði
fólk og spenning,
tá brundarnir úr
ymsu hagapørtunum
verða seldir í
januar mánaði, og
soleiðis var eisini í
gjárkvøldið í Nólsoy
UPPBOÐSSØLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var lagt upp til stóran
spenning, tá størsti haga
parturin í Nólsoy, Heimara
helvt, seldi seinastu verða
gjólingarnar í gjárkvøldið.
Tríggir høvdu gingið eftir,
men seyðamenninir fingu
fatur á teimum um viku
skiftið, og sølan fór so fram
í gjárkvøldið. Og lagt var
upp til eitt sindur av spenn
ingi, tí tað ljóðaði, at fimm
mans vildu hava hvør sín,
og tá bert tríggir vóru at
kappast um, kundi upp
boðssølan gerast spennandi.
Tí kendist tað eisini held
ur undarligt, at fyrsti brund
urin fór fyri bert 1500 krón
ur, og bert tveir mans bjóð
aðu upp á hann.
Hinir báðir vóru tó prúð
ari, og gongd kom eisini á
boðini. Fyrri endaði á 3000
krónum, meðan hin seinni
fór fyri heilar 3800 krónur.
Uppboðshaldari hesaferð
var røktingarmaðurin, Rene
Hansen, og hann var væl
nøgdur við prísin.
Vit hava hildið ein
meðalprís í ár upp á góðar
2700 krónur og tað er heilt
væl. Undanfarin ár hevur
besti meðalprísur ligið um
tær 1700 krónurnar, so vit
skulu ikki lata illa at, sigur
Rene Hansen.
Hann sigur, at teir í ár
hava havt 14 brundar í
Heimaruhelvt, og teir eru
allir seldir.
Vit høvdu ein vetur
gamlan veðr og ein tvær
vetur gamlan, og teir fóru
fyri ávikavist 3500 og 5300
krónur, sigur Rene Hansen.
Prísurin vísir, at áhugin
fyri verðagjólingunum er
stórur, og tað er væl, tí tað er
fyri so vítt tað, ið hagapart
arnir hava av inntøkum.
Tað má roknast við, at
tað er áhugin í at hava seyð
ið setur prísin, tí hesir verða
gjólingarnir eru munandi
dýrari enn íslandskjøtið, ið
fæst til keyps í handlunum.
Tað er nokk áhugin fyri
seyðahaldi og so tað sosiala
í tí at hava seyð, ið dregur,
sigur Rene Hansen.
Góður prísur fyri seyðin
Prejkestolen er eitt av
kendastu ferðafólkastøðunum
í øllum Noregi, og tað liggur
nærhendis Stavanger
Prísirnir hava verið sera góðir fyri verðagjólingarnar í ár
Strika skuld hjá Haiti
Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International
skýtur upp, at øll uttanlandsskuldin hjá Haiti verður
strikað. Felagsskapurin sigur, at myndugleikarnir í Haiti
megna ikki at tryggja sínum fólki tey mannarættindi,
sum reglurnar siga, tí landið brúkar so nógvar pengar
til at rinda uttanlandsskuldina og renturnar av henni.
Amnesty International mælir altjóða samfelagnum til at
virka fyri, at børn, ung og kvinnur fáa neyðuga verju,
nú tann haitiski samfelagsbygnaðurin liggur í sori
orsakað av jarðskjálvtanum.
Dømdur til deyða
Ein fyrrverandi avstralskur hermaður, ið arbeiddi sum
leiguhermaður í Afghanistan, er dømdur til deyða í
Kabul. Tann 38 ára gamli maðurin varð funnin sekur í at
hava skotið ein afghanskan trygdarmann og fyri at hava
roynt at geva Taleban skyldina. Avstralska stjórnin er
ímóti deyðarevsing, men hon hevur ikki gjørt nakra
viðmerking til málið um leiguhermannin. Maðurin
arbeiddi tá hjá amerikanska trygdarfelagnum Four
Horsemen International, tá hann sambært dóminum
myrdi tann afghanska trygdarmannin.