mikudagur 27. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 18 - 27. januar 2010
Helst afturvaldur
Alt bendir á, at forsetin í Sri Lanka, Mahinda Rajapaksa, kann
halda fram í embætinum aftan á forsetavalið í gjár. Í morgun
høvdu valmyndugleikarnir talt umleið ein fjórðing av atkvøð
unum, og av teimum átti forsetin meiri enn 60 prosent, skrivar
Reuters. Hansara harðasti mótstøðumaður, generalurin Sarath
Fonseka, ber ótta fyri at verða handtikin, tí hermenn hava
kringsett hotellið, har hann og fleiri onnur andstøðufólk eru
stødd. Myndugleikarnir siga harafturímóti, at herurin hevur
kringsett hotellið fyri at forða fyri, at generalurin, sum júst er
farin úr herinum, skal fremja statskvett ímóti forsetanum.
Skot við Koreanesið
Norðurkoreanskar kanónir skutu í nátt eftir einari oyggj í
Gula Havinum, sum er undir suðurkoreonskum ræði.
Suðurkoreanski herflotin svaraði aftur, men sambært
tíðindastovunum varð eingin raktur, og tað er heldur ikki
frætt um materiellan skaða. Kortini hevur suðurkore
anskir forsetin boðsent sínum ráðgevum til fundar at
umrøða tilburðin. Tey bæði londini eru ósamd um markið
í Gula Havinum, og bæði í 1999 og í 2002 vóru saman
brestir millum herskip hjá londunum. Fyri tveimum
mánaðum síðani fór eitt norðurkoreanskt herskip um
markið, sum ST hevur ásett.
Hóast verri tíðir
arbeiðir Tórshavnar
Bátafelag framvegis
við ætlanunum at
byggja ein nýggjan
bygning undir
Bryggjubakka. – Tað
er við at koma undir
land nú, sigur Kartni
Olsen, formaður
Bygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nýggjan bygning í fýra
hæddum við skrivstovu,
skeiðshølum
og
einari
møgu ligari írskari pubb á
niðastu hædd. Tað er ætl an
in hjá Tórshavnar Bátafelag,
sum framvegis arbeiðir víð
ari við ætlanini at byggja
felagnum nýggj høli á stað
num,
har
verandi
høli
standa
undir
Bryggju
bakka.
Ætlanin var at fáa nakrar
av seinastu snøklunum upp
í pláss í gjárkvøldið, tá
fund ur skuldi vera í Báta fe
lagnum, men orsakað av
ringa veðrinum var ein av
nevndarlimunum veður
fast ur í Skopun og tí ikki
fekk komið á fund.
Men hóast hesir seinastu
snøklarnir ikki eru av
greiddir enn, kundi Kartni
Olsen, sum er formaður í
Tórshavnar
Bátafelag,
greiða frá, at arbeitt verður
framvegis av øllum alvi við
at fáa byggingina í gongd.
– Jú, vit ætla at byggja,
tað er sikkurt. Vit hava
fing ið byggiloyvi og hava
tekningarnar. Men tað eru
framvegis onkur ting, vit
mugu fáa upp á pláss, mill
um annað eina endaliga
kostnaðarmeting og at fáa
fíggingina upp á pláss,
greiðir Kartni Olsen frá.
Upp í 4 hæddir
Sambært Kartna Olsen er
ætl anin at byggja ein nýggj
an bygning í fýra hæddum
á staðnum, har tann verandi
á 2 hæddir stendur.
Men tað verður ikki Báta
felagið einsamalt, sum fer
at húsast í bygninginum,
um alt vil væl við.
– Vit ætla at brúka 2
hædd ir sjálvir. Tað verður
til undirvísing av ymiskum
slag, trygdarskeið, í naviga
tión og í motorpassaríi og
so framvegis, sigur formað
urin.
Hinar báðar hæddirnar er
ætlanin at leiga út, og hava
vit á Sosialinum áður nevnt,
at írski hotelstjórin John
Coyle úr Galway og tveir
aðrir írar hava verið í Før
oy um og kannað umstøð ur
nar fyri at lata eina írska
pub upp. Ítøkiliga vóru teir
sera áhugaður í at lata upp í
nýggja bygninginum hjá
Bátafelagnum,
tá
hann
kem ur upp, og er tann ætl
an in,
sambært
Kartna
Ol sen, ikki dottin niðurfyri.
– Jú vit hava samband
við teir enn, og teir virka
enn sum at teir eru seriøsir,
staðfestir Kartni Olsen.
Tekningina
til
nýggja
bygningin hevur Gunnar
Hoy dal teknað, og hon
verð ur fyrst avdúkað tá
bygg ingin er endaliga sam
tykt.
Nú verður arbeitt við at
fáa eina nýggjan fund í lag,
soleiðis at teir seinastu
snøklarnir kunnu fáast upp
á pláss og verkætlanin kann
setast í verk.
Bátafelagið vil framvegis byggja nýtt
Verandi bygningur hjá Tórshavnar Bátafelag undir Bryggjubakka skal rívast niður og nýggjur
bygningur í fýra hæddum byggjast í staðin
Savnsmynd
Eini hús á Norðoyri
fóru so illa av eldi
seinastu nátt, at tey
mugu takast niður
Eldur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Ein maður, sum lá og svav á
loftinum í húsunum sínum
á Norðoyri, vaknaðu um
eitt tíðina seinastu nátt, tí
hann hoyrdi eitt brak úr
neðra.
Hann fór á føtur og sá tá,
at roykur kom upp gjøgnum
trappurnar.
Maðurin, sum var einsa
mallur í húsunum, kreyp út
gjøgnum vindeygað út á
eitt hálvtak og slapp haðani
niður at boða frá.
Hann fekk ongan skaða.
Sløkkiliðið var har bein
anvegin og fekk sløkt, men
húsini fóru heilt illa. Alt
brann innan úr húsunum,
sum mugu takast niður.
Húsini vóru eini eldri
tumburhús á laðari grund.
Rætting
Í gjár skrivaði undirritaði
um kollvelting í mat
stovuvinnuni í Tórshavn,
og av misgávum varð
nýggja matstovan Etika
ikki við í yvirlitið. Eftir
at Gallarí Jinx á Áar
vegnum lat aftur yvirtók
Hotel Føroyar samtakið
bygningin og fór undir
fyrstu
sushibarrina
í
land inum, sum kallast
Etika. Etika hoyrir undir
tær
meira
eksklusivu
mat stovurnar í landinum,
og
verður
konseptið
fyrsta dagin eisini tikið í
nýtslu í hjartanum í
Keyp mannahavn,
har
enn ein Etika sushibarr
fer at lata upp.
- rn
Alt brann innan úr húsunum
Sp/f Búgv og Smúkkuhjørnið søkja eftir fólki, ið kunnu
átaka sær tænastu av kundum okkara, passa handilin
og skrivstovuna.
Arbeiðstíðin er umleið 20-30 tímar um vikuna.
Gerandisdagar frá kl. 13.30 til 17.30 og leygardagar frá
10.00 til 14.00
Vit vænta
at tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði
at tú dugir væl at skriva føroyskt og skilur enskt
at tú setur kundatænastuna hægst
at tú ert fyrikomandi
at tú ert til reiðar at taka eyka tøk, tá á stendur
at tú hevur royndir innan handilsvirksemi
at tú hevur kunnleika til bókhald
Hevur hetta tín áhuga, vilja vit fegin frætta frá tær.
Send umsókn saman við møguligum viðmælum til:
Smúkkuhjørnið
J.C. Svabos gøta 12
FO-100 Tórshavn
Annars fæst meira at vita um starvið á tlf. 21 33 03
Starvsfólk søkist