Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • 27. jan. 2010 MIÐvIkaN 17 radio i hvert andet hus og hører musik og foredrag tusinde mil borte. Forleden havde bladene her i byen fotografier tagne i Washington. 8 minutter forud var de sendt over en telefontråd. Man kan jo blive ør i hovedet ved at tænke, hvad de næste år vil bringe. (!!!) Og så de nye generationer med deres jazz-galskab. Her i byen har for nylig en seksten års pige skudt sin mor, for hun vilde have hende til at holde op med at rende ude om natten til jazzballer. Hun har så taget moderens penge, lejet et værelse i byen og gået på sjov samme aften. Man ved ikke, hvad der skal gøres ved hende. Hun er for ung til at hænges, og sindsvaghed er der ikke spor af. Hun synes nærmest smigret over den opsigt, hendes forbrydelse har vakt! Det er ikke et enestående liv hun har ført, men er meget almindeligt mellem jazzung- dommen med lommeflasker. Hans Christian greiðir eisini frá einum fínum døgurða, hann hevur verið til, og har hann sigur: “Vin fik vi også, men den måtte drikkes ude i baggården.” (Hetta var jú í tíðini, tá ið tað var bannað í USA at selja rúsdrekka. Men onkur ráð vóru fyri tí! Hetta bræv vísir eisini, hvat Hans Christian heldur um jazz. Tað vóru nógv sum hildu jazz vera av tí illa.) Hann endar brævið soleiðis: Jeg troede, at du som familiens ældste havde underettet mig om Hans’ (sonur Søren, maður Ebbu) sørgelige Død. Så fik jeg brev fra Malle, Amaliu, men jeg havde set det i Avisen. Det var et meget stort tab for os alle i familien og os alle. Nu er den eneste mandlige voksne Müller Poul, men hvor er han? Engang syntes jeg, at han skulde gå på landbrugsskole. Hils Gudrid (dótrina) og tak for brevet. Jeg skal virkelig engang skrive til hende og Margrethe (dóttir beiggjan Søren).. Nu en venlig hilsen fra din hengivne Broder H.C. Müller Tað er einki sum bendir á, at Hans Christian hevur verið giftur. Men hann hevur verið ein áhugaverdur persónur. Lívið í Grønlandi Nú verður komið aftur til Grønlands. Umrødda brævaskifti millum hesi systkini lýsir lívið hjá føroyingum í Grønlandi. Her eru eisini nógv brøv, sum Poul hevur fingið frá Johan og systrini Amaliu. Eisini eru onkur frá synum teirra. Tað skilst, at tað hava verið góð viðurskifti millum systkini. Tey hava eisini vitjað hvørt annað sum umstøðurnar hava loyvt tí. Tey greiða frá øllum møguligum viðurskiftum bæði persónliga, og so um tey fólk, sum tey koma í samband við. Hetta var mest danir, og tað var rímiligt, at mest samskifti var við teir. Men hesir hava heldur ikki allir verið Guds bestu børn. Hetta skapar so eisini trupulleikar, sum er ein partur av teirra gerandisdegi. Men sum tað skilst, so hava tey havt góð viðurskifti við onnur, og hava eisini hjálpt, har tey hava kunnað. Grønlands Johan og Amalia Her skal verða greitt eitt sindur nærri frá Amaliu og Grønlands Johan. Johan var sonur Niclas Joensen úr Bø og Súsannu Joensen úr Tórshavn. Hann var føddur í 1857 í Tórs- havn, har pápin var krambakallur í kongiliga handlinum. Tá hesin helt uppat í 1856, fluttu foreldrini stutt aftaná vestur til Miðvágs at búgva. Ì 1870 fór Johan til Vestmanna at vera hjá Hans Wilhelm Reinert og konu hansara Jóhannu, sum var abbasystir hansara. Systkin hjá Johan vóru Jógvan f. 1855, Marianna f. 1860, Jacobina f. 1863, Sigrid f. 1865, Vilhelmina f. 1869, Lars Christoffur f. 1874 og Petrina f. 1876. 17 ára gamal fór Johan til Havnar og bleiv handilslærlingur í krambúðini hjá Siemsen. Í 1880 fór Johan til Danmarkar og kom aftur til Føroyar í 1884, tá ið hann arbeiddi á fútaskrivstovuni í Havn. Til Grønlands Johan giftist við Amaliu, systir Poul Müller. Amalie var í 1887 ein av teimum fyrstu kvinnum, sum tók læraraprógv í Føroyum. Í 1890 fóru tey til Danmarkar, har tey giftust 1. maj 1890. Nú gekk leiðin beinleiðis til Grønlands, har tey vóru í 12 ár. Tey fyrstu árini í Grønlandi búðu tey í Godthåb, síðan flutti tey til Egedesminde. Seinastu árini í Grønlandi búði familian í Umanak, har Johan var kolonistjóri. Johan og Amalie fingu fýra synir, sum eru føddir í Grønlandi og eina dóttir, sum er fødd í Havn. Tey vóru: Hans Christian Wilhelm Reinert, føddur 1891 í Godthåb. Christian Niclas Ulrik, vanliga nevndur Kiss. Hann var føddur í Egedesminde eins og teir yngru beiggjarnir. Guttorm Hans Egede, føddur í 1895 Olaf Petræus, føddur í 1897. Ebba Susanna, gift Schrøter, var fødd í Havn í 1904. Á sumri 1902 vendi familian aftur til Føroyar við skipinum ”Godthåb”. Tá var sjónin hjá Johan farin at bila, og hann var næstan blindur. Hetta var óivað orsøkin til, at tey longu tá fluttu heim aftur. Johan doyði í 1907 bert 50 ára gamal. Frá september 1908 til 1934 helt Amalia privatskúla fyri smábørn í heimi sínum. Seinni í hesi greinarøð verður meira at frætta um hana. Amalia doyði í 1944. Í tíðini í Grønlandi var Johan sera væl umtóktur millum granskarar, sum ferðaðust í Grønlandi um hetta mundi. Hann var sera hjálpasamur, tá ið Robert E. Peary ætlaði at finna Norðurpólin. Tað eyðnaðist tó ikki fyrr enn í 1909. Á alnótini finst annars ein filmur, har Johan koyrir við hunda- sledu í kava í Fælledparken í Keypmannahavn. Hetta man hava verið sera forkunnugt hjá býbúgv- um at síggja fyrst í hini øldini. Johan Evensen var eisini kolonistjóri í Grønlandi Johan var giftur við systkinabarni sínum Frid Evensen Johan og Amalia Joensen hava givið munandi íkast til hesa frásøgn ➘ Komandi partur Í komandi parti verður millum annað meira at frætta um brøvini hjá Johan og Amaliu