mikudagur 27. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 18 • 27. jan. 2010
Kolonistjórarnir í Grønlandi hava
havt samband við teir granskarar
og ævintýrarar sum vitjaðu í
Grønlandi. Hetta hava Frida og
Johan Evensen eisini havt.
Ein áhugaverd frásøgn er um,
tá ið Ludvig Mylius Erichsen kom
framvið í 1903.
Hann var ein sera kendur
rithøvundur og polargranskari.
Men hann hevði eisini verið
í Føroyum. Vit hava fyrr havt
frásøgn hjá Petur Alberg frá
donsku studentaferðini til Ísland
í 1900, tá ið teir steðgaðu í
Føroyum. Tá var Mylius við. Á
hesi ferðini kom hann at kenna
Knud Rasmussen, sum var
við sum studentur. Teir komu
seinni at samstarva nógv við
kanningarferðum í Grønlandi.
Mylius leiddi í 1902-04 ta
sokallaðu “littereru” Grønlands
- kanningarferðina, har hann
saman við Knud Rasmussen
og málaranum Harald Molke
kom fram til Thule. Hann var
eisini leiðari hjá teirri sokallaðu
Danmarkarkanningarferðini 1906-
08, har hann umkomst saman við
Høeg Hagen og Jørgen Brønlund
á heimferðini frá Danmarkshavn
eftir at hava kortlagt norðara
partin av Eysturgrønlandi. Hetta
økið er uppkallað eftir honum.
Á síni lagnuferð til Grønlands
legði Mylius at í Føroyum, har
hann tók nakrar mans umborð.
Ein av hesum var umrøddi Jørgen
Brønlund. Hvat man hann hava
gjørt í Føroyum?
Mylius Erichsen var ein heitur
talsmaður fyri rættindunum
hjá grønlendingum mótvegis
myndugleikunum.
Tað var í samband við fyrru
umrøddu kanningarferðina, at
Erichsen vitjaði Evensenshjúnini,
júst í teimum døgum, tá ið
dóttirin Lisbeth skuldi doypast.
Í hesum sambandi skrivaði
hann eina yrking til heiðurs
fyri hendan lítla føroyingin, og
fara vit at endurgeva hana her.
Hann skrivaði yrkingina bæði á
donskum og grønlendskum, sum
hann eisini var kønur í.
Ved Dåbsfesten
i Umanaks
Bestyrerbolig 1.
marts 1903
Der ligger i Vuggen et lillebitte Nor,
som endnu ikke aner, hvor Verden den
er stor,
hun sanser ikke Larmen
fra Livets Stride Elv,
hun ligger blot i Varmen
og slumrer i sig selv,
en Blomst i Bægre svøbt,
en Sjæl med Navne døbt,
et Menneske, der ikke ved, at Liv er Dyrekøbt.
Du spæde i Vuggen. Hvordan dit Liv vil gå?
Ja, det kan ingen vide og ingen Moder spå.
Og ingen Ønsker gode
kan skabe dine Kaar,
din Skæbne er en Klode,
som egne Cirkler slår.
Men alt, hvad Far og Mor
kan hjælpe deres Nor,
det gør de for at skærme dig, til du er
blevet stor.
Thi da skal du lære, at dit unge Sind
har mangen herlig Evne sine Spire podet ind.
Din Moders kære Stemme
har evigt Ekko lagt,
og med din Faders Nemme
er din Natur i Pagt,
men hvad du ikke ser,
og som betyder mér
er dybest i dit Hjærteblod din egen
Karakter.
Og kommer der Tider, hvor Lykken bliver trang,
og du har glemt at synge din Moders
Vuggesang,
men mest når Selvanklage
har vist sig dine Brøst,
og du kan ikke tage
af Moders hånd din Trøst,
da må du som en Elv,
udrense dybt dit selv
og bygge Søjler inderst fra til Lykkens
Himmelhvælv.
Aa! Vidste vi bare, hvad der i din Sjæl
er gemt,
om den har stærke Strenge til rene Toner stemt.
Thi én gang vil der flagre
en anden Sjæl til din
og kalde dig den fagre,
han ønsker sig som sin,
og om du giver Køb,
da bryder Bægrets Svøb,
og du skal blomstre stolt i et Nu i
Evighedens Løb.
Du fødtes højt oppe mod den hvide Pol,
men ude over Isblinken lér den rige Sol,
de Straaler op ad Fjælde
beklædt med evig Sne –
tænk! Al den lyse Vælde
skal snart dit Øje se.
Bliv lys om Barnekind
bliv ren og hvid i Sind
bliv skøn og ubekymret som Umanakkens Tind.
p.t. Umanak 1.3. 1903
L. Mylius Erichsen
Elisabeth var fødd 2. februar
1903 og varð so doypt í kirkjuni
í Umanak 1.marts. Gumma var
Mathilde Bådsgård, kona prestin.
Gubbar vóru pápabeiggin Jens
Evensen og mammubeiggin
Johan Evensen, sum báðir búðu
í Havn. Teir hava neyvan verið
til staðar, men frástøðan hevur
so ikki verið nøkur forðing fyri at
átaka sær gubbaábyrgd!
Elisabeth varð seinni send
til Danmarkar saman við
beiggjanunum Åge. Seinni
kom hon at búgva saman við
mammuni, tá ið hon flutti
niður, eftir at pápin var deyður.
Hon giftist ikki og arbeiddi í
Landbúnaðarmálaráðnum sum
enskur tulkur. Elisabeth doyði 25.
februar 1979.
Søgan hjá Johan
Í 1887 kom Johan at arbeiða
sum “volontør” hjá KGH í Keyp-
mannahavn. Tann 1. apríl 1891
fekk hann eitt líknandi starv í
Upernavik í Grønlandi. Í 1893
gjørdist hann assistentur í Prøven
og í 1895 í Umanak.
Frá 1898 til 1899 hevði Johan
farloyvi í Føroyum. Í 1902 gjørdist
hann settur kolonistjóri í Umanak,
í 1905 kolonistjóri í Rittenbenk,
í 1907 kolonistjóri í Umanak og í
1908 í Egedesminde.
Johan varð 22. marts 1899 giftur
í kirkjuni á Nesi við systkinabarni
sínum Margrethe Frederikke,
vanlig nevnd Frida, Evensen,
dóttir Onnu og Jens Christian
Evensen. Hann var próstur tá og
vígdi eisini tey bæði.
Tey fingu børnini Åge (1901-
1915), Elisabeth (1903-1979),
Vagn (1905-1973) og Gudmund
(1908-1979). Øll børnini eru fødd í
Grønlandi og deyð í Danmark.
Vagn átti í hvussu er børnini
Johan Evensen, sum hevur verið
politimeistari í Varde og Bodil
Davidsen, sum fyri nøkrum árum
síðani var og vitjaði slóðina hjá
abbanum í Grønlandi, og sum er
kelda til hesa frásøgn. Men tað
hevur vist ikki verið nakað serligt
samskifti við føroysku ættina.
Johan doyði longu í 1913 av
nýrabruna í Egedesminde, har
hann er grivin. Hann gjørdist
bert 43 ár. Tá er Frida flutt til
Danmarkar.
Minningarorð um hann vóru í
Det grønlanske Selskabs Årsskrift
í 1913, har tað millum annað varð
sagt:
Under et lidt tilbageholdende
Væsen skjulte Evensen en
sjældent brav og nobel Karakter,
og til trods for at han ikki
gjorde sig umage for at blive
populær, var han dog en af de
danske Embedsmænd, som
Grønlænderne holdt meget af, da
de så ofte i Handling havde Lejlig-
hed til at bemærke hans brave
Karakter og hans gode Hjertelag.
I sin Embedsførelse lagde
Evensen ubestridt stor Dygtighed
for Dagen.
Johan og Frida Evensen:
Mylius Erichsen í barnadóp
Umframt hesi trý í Müllerættini, so var eisini ein fjórði føroyingur um hesa tíðina kolonistjóri í Grønlandi. Hetta var
Johan Evensen. Hann hevði tað ættarliga samband við Müllerættina, at fastur hansara Elsebeth Christine gjørdist
vermamma Søren Müller. Maður hennara Christoffur Michel Olsen var eisini systkinabarn gamla H.C. Müller
Elisabeth, sum Mylius yrkti til
Mylius Erichsen kom á gátt hjá Fridu
og Johan Evensen
Partur av upprunahandritinum hjá Mylius Erichsen
Í komandi pørtum verður
meira áhugavert tilfar um
Johan Evensen og um
Evensen ættina yvirhøvur