mikudagur 27. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 18 - 27. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin fingu
tríggir føroyingar prógv
sum námsfrøðingar frá
Esbjerg Seminarium.
Tey eru frá vinstru
Magdalena Joensen úr
Fuglafirði, Ragnar A.
Thomassen úr Miðvági
og Valgerð Larsen úr
Norðragøtu.
Námsfrøðingar í Esbjerg
Kristina Tavsen Rummel
hoff hevur lokið tænaraút
búgving sína við rósi á tekn
iska skúlanum í Aalborg.
Kristina byrjaði á Hotel
Hafnia sum praktikantur,
og gjørdist hon beinanvegin
partur av matstovuni.
Tænastusinni
hennara
vakti stóran ans hjá leiðsl
uni, og eftir hálvum ári sum
avloysari kom hon í læru 7.
august 2006. Lærutíðin er
trý ár og fýra mánaðir, og
bleiv hon útlærd 6. desem
ber 2009.
Kristina er sera dugnalig
og ein ábyrgdarfullur sam
starvsfelagi. Serliga hava
vit verið takksom fyri henn
ara fleksibilitet í tí dagligu
arbeiðsgongdini. Nú Krist
ina er farin at lesa til
erhvervsøkonom, og seinni
serviceøkonom, vilja vit
nýta høvi at ynskja henni
alt tað besta í framtíð henn
ara, verður sagt frá leiðsluni
á Hotel Hafnia.
Kristina útlærdur tænari
Kristina Tavsen Rummelhoff
saman við lærumeistara
sínum Christionnu
Samuelsen
Hensar Ellingsgaard, fyrrverandi landsskúla
stjóri, Tórshavn, andaðist sunnudagin, 75 ára
gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hós
dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hensar, kunnu
lata KFUMskótunum eina gávu, konta í peninga
stovnunum.
Leivur Hammer, Hov, andaðist á Landssjúkra
húsinum leygardagin 23. januar, 84 ára gamal.
Aska Maria Jensen, ættað úr Skúgvi, andaðist
mánadagin á Tjarnagarði. Jarðarferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum í Havn fríggjadagin kl. 13.
Tey, sum ynskja at senda blómur ella krans, kunnu
ístaðin lata eina gávu til Sclerosufelagið.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
27. januar. Chrysostomos, deyður ár 407. Jóannes æt hann, men fekk navnið Chrysostomos (gullsmiður), av tí at
hann var tiltikin fyri at prædika. Var patriarkur í Konstantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan fyri
kirkjuliðið, at hann fleiri ferðir mátti taka til rímingar, og á einari av ferðunum doyði hann, men varð seinni skírdur
halgimenni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Merkisdagar
60 ára føðingardagur
Mánadagin 25. jan. fylti Jóna Borg Dahl, í vági, 60 ár.
Dagurin verður hildin í Billardhúsinum leygardagin 30. jan.
frá kl. 13 til 17, har øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði,
80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í
Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 28. jan. fyllir Eigil Gunnarsson í Havn 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmanna
felagnum, J. H. Schrøtersgøta. 9, millum kl. 16 og 20, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 31. jan. fyllir Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði
90 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni
í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 29. jan. hava Ingibjørg og Olfert Debes á Oyri
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familju,
leygardagin 30. jan.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 30. jan. hava hjúnini Anny og Pole Klein,
Vestmanna, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið, eru vælkomin millum kl. 11 og 15 til
morgunmat í kaffistovuni inni á Fjørð.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 31. jan. hava hjúnuni Sonja og Hans Olaf
Andersen í Lopra gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 28. jan. hava Frida og Andrew Thomsen í
Porkeri diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. februar. giftast Niza Pardillo, av Filips
oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum.
Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at
gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga
frá á tlf. 748134/448134 innan 2. februar.