Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. januar 2010 Meðan íslendingar mest­ sum stuttleikaðu sær ímóti russum, máttu dansk arar ígjøgnum alt kensl u regist­ arið, áðrenn sigurin ímóti Noregi var fingin undir land Ísland var greiður favorittur undan dysti num ímóti Russlandi. Fleiri vedd ing arfyritøkur bjóðaðu enntá sín u m viðskiftafólkum at vedda upp á ein handikappsigur til Ísland. Ísland vann eisini ein sannførandi 38-30 sigur á Russlandi, eftir 19-10 í hálvleikssteðginum. Longu tíðliga í dystinum førdu íslendingar við átta mál um, og tann munurin helt sær dyst in út. Íslendingar vóru gjøgn um gang- an di betri. Í seinna hálvleiki sluppu fleiri av eykamonnunum hjá Íslandi at royna seg, og teir gjørdu sær als ikki fyri skommum, tí onkra løtuna í seinna hálvleiki var munurin heili 11 mál. Ólafur Stefánsson og aðrir profilar sluppu at hvíla seg, áðrenn ta stóru upp gávuna ímóti norðmonnum hós dagin. Ungu mennirnir settu fleiri góð mál inn, og staðfestu, at Ísland er eisini eitt lið, sum roknast kann við í komandi tíðum. Grannagysari Danmark var bara eina ferð á odda í øllum dystinum ímóti Noregi, men tað var, tá tað taldi mest. Danmark vann tann ógvuliga dramatiska nerv a dystin við bert einum máli: 24-23, eftir at hava verið aftanfyri 11-15 í stegðinum. Allan dystin rann Danmark aftan á Noregi, og ikki fyrr enn ímóti dysta renda komu danskarar upp á javnt. Norska liðið hevur eitt søgu- ligt kompleks ímóti Danmark, tá tað kem ur til endaspøl, og tað spøkti aftur ímóti dystarenda í gjár. Kasper Hvidt gjørdist stóra hetjan hjá Danmark. Hann helt Danmark inni í dystinum við fleiri góðum bjarg ing um, og tá ein hálvur minutt ir var eftir bjargaði hann ein- um brotskasti hjá Håvard Tvedten. Danmark kundi brúka javnleik, með an Noreg mátti vinna, men fyri at gera ilt verri, staðfesti Danmark pínu na hjá Noregi við at taka bæði stigini í seinastu løtu. Anders Eggert skoraði hegnisliga hjá Steinar Ege, sum annars aftur stóð ein góðan dyst fyri Noreg. Tepur sigur Eysturríki stríddist aftur manniliga, men gjørdist aftur ov stutt í dysti- num ímóti Kroatia, sum vann 26-23, eftir hálvleiksleiðsluna 11-10. Kroatar løgdu hart út og alt gekk teirra veg í byrjanini, tá teir komu á odda 11-5. Men so fekk eysturríkska lið ið ein góðan endaspurt í fyrra hálv leiki, so Kroatia bert var á odda 11-10. Liðini fylgdust allan seinna hálv- leik, men ímóti dystarenda megnaði Kroatia at skapa endaligu frá støðu- na. Íslendski venjarin hjá Eysturríki, Dag ur Sigurðsson, var rikin av vølli, tí hann mótmælti harðliga, at svens- ku dómarnir, Rickard Canbro og Mika el Claesson, tóku eina fría mál- at sókn frá Eysturríki, tá støðan var 23-21 til Kroatia. Frakland og Pólland best fyri Í hinum millumbólkinum eru tað Frakland og Pólland, ið eru best fyri eftir fyrstu tveir dystirnar, og kapp ingin um at koma víðari úr millum spælinum stendur millum hesi bæði og Spania. Bæði liðini hava sjey stig og eru tvey framm- an fyri Spania, sum ímóti Týs- klandi í gjár vann mál fá tækasta dystin higartil við 25-20. Frakland vann hinvegin stórsigur á Slovenia, ið ikki megn- aði at takla frons ku yvirmaktina. Tá avtornaði, hevði Frakland vunn ið 37-28. Í triðja dystinum var tað so Pólland, ið sera tepurt fekk tryggjað sær oddasessin við at vinna við einum máli á Kekkia, 35-34. HS EM­hondbóltur Bólkur M1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kroatia 4 3 - 1 - 0 107 100 7 7 2 Ísland 4 2 - 2 - 0 128 115 13 6 3 Danmark 4 3 - 0 - 1 113 107 6 6 4 Noreg 4 2 - 0 - 2 104 100 4 4 5 Eysturríki 4 0 - 1 - 3 116 126 -10 1 6 Russland 4 0 - 0 - 4 110 130 -20 0 Bólkur M2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Frakland 4 3 - 1 - 0 106 94 12 7 2 Pólland 4 3 - 1 - 0 124 115 9 7 3 Spania 4 2 - 1 - 1 112 101 11 5 4 Slovenia 4 0 - 2 - 2 127 138 -11 2 5 Kekkia 4 1 - 0 - 3 116 128 -12 2 6 Týskland 4 0 - 1 - 3 101 110 -9 1 EM­endaspælið, skráin Millumbólkur 1 25/01 Kroatia-Ísland 26-26 25/01 Noreg-Eysturríki 30-27 25/01 Danmark-Russland 34-28 26/01 Russland-Ísland 30-38 26/01 Kroatia-Eysturríki 26-23 26/01 Noreg-Danmark 23-24 28/01 Noreg-Ísland 15.00 28/01 Russland-Eysturríki 17.00 28/01 Kroatia-Danmark 19.15 Millumbólkur 2 24/01 Týskland-Frakland 24-22 24/01 Pólland-Spania 32-26 24/01 Slovenia-Kekkia 35-37 26/01 Slovenia-Frakland 28-37 26/01 Týskland-Spania 20-25 26/01 Pólland-Kekkia 35-34 28/01 Týskland-Kekkia 15.30 28/01 Slovenia-Spania 17.30 28/01 Pólland-Frakland 19.30 Íslendingar stuttleika sær Kasper Hvidt var stóra hetjan á danska liðnum ímóti Noregi, og ikki minst vísti hann klassa, tá hann hálvan minutt fyri tíð bjargaði brotskasti heris@sosialurin.fo Heri Simonsen