mikudagur 27. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. januar 2010 – Nr. 18
Nú øll liðini í Eik-liguni hjá
monn um hava spælt 12
dyst ir, er Mjølnir aftur trygt
á odda – trý stig framman
fyri SÍ og sjey stig framman
fyri Fleyr
Enn bíða fuglfirðingar eftir sínum
fyrs tu stigum hetta kappingarárið.
Og tá teir í gjárkvøldið vitjaðu Mjøl
nir í Klaksvík, var tað bara í fyrsta
setti num, at teir vóru so frægt við, at
teir kundu hótt oddaliðið.
Hetta var tað javnasta og mest
spen n and i av teimum trimum sett
u num, og ÍF fylgdi so mikið væl við,
at støðan var 2020, áðrenn Mjølnir
fekk sett endaspurtin inn og vunnið
settið við fýra stigum.
Í øðrum setti byrjaði Mjølnir at
líkj ast meira oddaliðnum, og tað var
ikki leingi, at ÍF fekk hingið í. Og tá
so liðini komu til triðja sett, var allur
ivi burturbeindur, tí Mjølnir kom
fram um 70 og rann annars avstað.
Ikki er tann stóri spenningurin í
manskappingini í flogbólti, men tað
kann so skjótt gerast øðrvísi.
Leygardagin skal Mjølnir til Sørvágs
at spæla ímóti SÍ, sum tykist vera
kom ið fyri seg. Vinnur SÍ, er bara eitt
stig millum liðini, men vinnur Mjøl
nir, økist munurin upp í fimm. Í hin
um dystinum, sum verður sunnu
dag in, møtast Fleyr og ÍF.
Eftir hesar báðar dystirnar um
viku skiftið verða stigini koyrd í
helvt, so tá fæst at síggja, um nakar
mun ur verður á ella ikki.
Flogbóltur
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v -
t
sett
sett
munur
stig
1
Mjølnir
12
10
2
32
11
21
13
2
SÍ
12
8
4
28
19
9
10
3
Fleyr
12
5
7
26
25
1
6
4
ÍF
12
0 12
2
30
28
0
Kvinnulandsliðið í fótbólti
skal um ein mánað til stóra
kapp ing í Portugal, har
øll tey bestu landsliðini í
heimi num eru við. Føroyar
skulu kappast við Portugal,
Rumenia og Eysturríki
Hóast tað er í hesum døgum, at
kvinnu liðini í fremstu fótbólts deild
ini so smátt fara undir venjingina
aftur, hava nógvar av kvinnunum
verið í gongd í tveir mánaðir. Tað eru
tær, sum eru á landsliðnum, tí tær
hava verið í gongd tvær til tríggjar
ferð ir um vikuna síðani síðst í
no vem b er.
Umframt, at landsliðsspælararnir
hava vant saman, hava teir eisini
vant hvør sær, so tí man tað koma
væl við í fyrireikingunum til kom
andi landsliðsuppgávuna, at feløg
ini eisini fara í gongd nú.
Avbjóðingin,
ið
stendur
fyri
framm an, er ein hin størsta nakr an
tíð hjá einum føroyskum kvinnu
lands liðið, tí Føroyar skulu um ein
mán að við til eina sterka kapping í
Portu g al, Algarve Cup, har øll tey
bes tu kvinnulandsliðini í heiminum
eru við.
Øgilig avbjóðing
Føroysku kvinnurnar koma tó ikki at
møta USA, Týsklandi, Kina ella Norra,
men skulu kappast við Portugal,
Eystur r íki og Rumenia, ið øll eru væl
við. Rumenia og Eysturríki eru
styrki mett sum ávikavist nummar
21 og 22 í Europa, Portugal sum
numm ar 25 og Føroyar sum numm
ar 35.
– Hetta er ein øgiliga stór
av bjóðing, men væntandi eisini ein
stór uppliving. Ikki minst, tí okkara
spælar ar hesar dagarnar verða part
ur av einum fótbóltsumhvørvi, ið
telur teir avgjørt bestu spælararnar í
heimi num, hevur Álvur Hansen,
landsliðsvenjari hjá kvinnu lands lið
num, fyrr sagt fyri Sosialinum.
Føroyska kvinnulandsliðið er ikki
við í komandi HMundankappingini,
so tí kemur tað væl við, at liðið í
stað in fær henda møguleikan.
Í kappingini í Algarve spæla Før
oy a r ímóti Portugal mikudagin 24.
febr u ar, ímóti Eysturríki fríggjadagin
26. februar og ímóti Rumenia mána
dagin 1. mars.
Flogbóltsfelag á veg
Um eina til tvær vikur verður stovnandi aðalfundur í
einum nýggjum flogbóltsfelag á Toftum. Talan er tó ikki
um ein kappingarneyta til flogbóltin hjá B68, men
heldur, at flogbólturin á Toftum frameftir verður í sínum
egna felag. B68heimasíðan veit at siga, at skrivað er út
ein kapping um, hvat navn nýggja felagið skal hava.
Ung boðin til Italia
Flogbóltssambandið hevur úr Milano í Italia fingið sendandi
innbjóðingar til páskakappingar, sum verða fyri yngri
gentulið. U13 og U14gentulið skulu kappast í Torino 1. og 2.
apríl, U18gentur nærhendis Verona tann 5. apríl, og U14,
U16 og U18gentur eru bodnar við til kappingar á einum
staði nærhendis Brescia og Bergamo, sum verða 4. og 5. apríl.
Við einum sannførandi 3-0 sigri á ÍF øktu oddamenninir hjá
Mjølnir í gjárkvøldið aftur frástøðuna til SÍ
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Millum heimsins bestu
Finalistarnir
ymsar blusur
Flogbóltssambandið boðar nú
frá, at tá steypafinalurnar í flog
bólti verða spældar leygardagin
20. februar, skulu liðini ikki hava
blusur við sama liti. Víst verður á
eina aðalfundarsamtykt frá í fjør,
sum sigur, at finaluliðini skulu
hava hvør sín búnalit.
Hjá teimum, sum eru til staðar í
høll ini á Hálsi finaludagin, er
kanska ikki so torført at síggja
mun á liðunum, um blusurnar
hava sama lit, men verri er hjá
teim um, ið sita heima í stovuni
og hyggja at dystunum í sjón
varpi num.
Lutakast hevur eisini verið um,
hvørji lið hava heimavøll, og tað
tørn aði soleiðis út, at hjá kvinn
unum hevur SÍ heimavøll ímóti
Drátti og hjá monnunum hevur
Mjølnir heimavøll ímóti SÍ. Liðið,
sum hevur heimavøll, avger sín
egna blusulit, og so má útiliðið
laga seg eftir tí og fara í blusur
við øðrum liti.
hil
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Landsliðskvinnurnar í fót-
bólti skulu um ein mánað
við til kapping í Portu-
gal, har heimsins bestu
kvinnulandslið eisini eru við
Mynd: FSF
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-21, 25-18, 25-9):
Klaksvíkingar koyra á