Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 243 - 15. desember 2001 Nr. 243 - 15. desember 2001 35 Skrivað hevur Kári Sverrisson. Heimild: Kristian Blak. www.tutl.com tutl@post.olivant.fo Í 2002 er fjórðingsøld liðin síðani Plátufelagið Tutl sá dagsins ljós. Hetta fer at verða hátíðarhildið alt komandi árið, millum annað við hópin av konsertum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Men hvussu byrjaði virksemið hjá Tutli? Byrjanin á útgávuvirkseminum Tað var í 1975 at Havnar Jazzfelag varð stovnað. Hetta var eitt felag, sum m.a. skuldi hava til enda- máls at skipa fyri jazztón- leikatiltøkum. Tiltøkini vóru mong í tali og áhugin fyri livandi tónleiki var stórur bæði millum áhoyr- arar og tónleikarar, so burt- urúr hesum virksemi spratt sum vera man eisini hugur- in at festa nakað av tónleik- inum á band og síðani geva hann út á plátu. Heitt varð á Milson Zachariassen um at taka sær av fyrstu upptøk- unum og tær vóru við s p æ l i m a n s b ó l k i n u m »Spælimonnunum í Hoy- dølum« og við jazzbólkin- um »Kræklingum« við Holgeri Laumann, danska saxofonleikaranum, sum var og vitjaði í Føroyum. Upptøkurnar vórðu gjørdar í januar 1977 og komu út á tveimum plátum stutt eftir. Tann við »Spælimonnun- um« var ein lp-pláta við frámerkinum SHD 1, ið var stytting fyri Spælimenninar í Hoydølum. Tey, ið spældu á útgávuni, vóru Jógvan Dahl, Magnus Pauli Pouls- en, Christina Lindén, Jan Danielsson, Alistair Cochrane, Hans Ole Larsen og Kristian Blak. Permu- myndina átti William Hein- esen. Plátan við »Krækl- ingum« og Holgeri Lau- mann var ein single-pláta við frámerkinum HJF 1, ið var stytting fyri Havnar Jazzfelag. Seinni sama árið kom lp-plátan »Jazz í Før- oyum« og barnaplátan »Nu ska vi u å sejle« hjá Kristi- ani Blak. Árið eftir komu aftur 4 plátur; »Umaftur«, ið var hin næsta hjá »Spæli- monnunum í Hoydølum«, »Fjand«, ið var ein pláta við jútska spælimanninum Svend Bjerg og øðrum, »Jazz í Føroyum 2« og hin ógvuliga væl umtókta »Vælferðarvísur« hjá Kára P. Navnið Tutl Tað var tó ikki fyrr enn eini tvey ár seinni at navnið Tutl varð brúkt um útgávufelag- ið. Tað var Rannvá Simon- sen, sum nú er búsitandi í Kanada, ið hevði navnið TUTL sum uppskot á nevndarfundi heima hjá Tróndi Djurhuus, ið tá var formaður í Havnar Jazzfel- ag. Í Jazztíðindum, mál- gagninum hjá Havnar Jazz- felag, stóð at lesa í apríl 1980: »Um stutta tíð kemur á marknaðin nýggj LP; Brongl »Ein Roynd«, givin út av Plátufelagnum TUTL.« Brongl var ein bólkur ella kanska heldur ein verkætlan hjá Jóhannusi á Rógvu Joensen og »Ein roynd« var sostatt fyrsta út- gáva, sum Tutl stóð fyri og ikki Havnar Jazzfelag (HJF) ella SHD, ið var eitt slag av »systurfelag«, sum gav út spælimans- og fólka- tónleik, sum tað stóð í Havnar Jazztíðindum í nov- ember 1978. Talan var tó um eitt og sama felag og bókstavirnir HJF og SHD verða enn nýttir sum frá- merki ella skrásetingarbók- stavir á Tutl-útgávum. Síðani hevur virksemið hjá Tutli verið støðugt og vaksandi og hevur fevnt um útgávur við øllum hugsandi sløgum av tónleiki. Í dag eru ikki færri enn 165 út- gávur, sum Tutl umboðar, og seinastu árini hava út- gávurnar verið millum 10 og 20 á hvørjum ári. Konsertvirksemið Tá ið forlagið fekk egið navn, bjóðaði felagið frá fyrsta degi limunum at spæla á konsertum. Hetta var ikki í stríð við Havnar Jazzfelag, sum var mannað við somu fólkum og sum í tíðarskeiðinum 1977-83 skipaði fyri ikki færri enn tveimum til trimum kon- sertum um vikuna, men var gjørt fyri at geva sjálvum útgávunum serliga umrøðu. Í fleiri ár í áttatiárunum hevði Tutl m.a. regluligar konsertir í Mettustovu úti á Reyni, serliga um sumrarn- ar, har tutl-útgávur vóru til sølu. Tað var eisini Tutl, ið tók stig til fyrstu Ólavsøku- konsertirnar. Hesar vóru í Gundadali í 1981 og á Glasheyggi í 1982. Fleiri túsund áhoyrarar vóru til konsertirnar. Føroya Undir- haldstónleikarafelag (FUT) yvirtók skjótt Ólavsøku- konsertina og hevur staðið fyri henni síðani. Í árunum frá 1995 til 1997 skipaði Tutl fyri konsertrøðini »Rock í Føroyum«. Tutl hevur í dag samstarv við feløg sum Grót, Jazz- felagið, Høganes, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroya Tónleikarafelag og stovnar sum Føroya Landsstýri, Listaskálan og Norður- landahúsið. Harumframt hevur Tutl samband við bólkar, ið hava áhuga í at ferðast við tónleiki sínum, og teir hava verið víða um. Lond, har bólkar og ein- staklingar, ið hava givið út á Tutli, hava havt konsertir eru Grønland, Kanada, USA, Argentina, New Zealand, Frakland, Belgia, Týskland, Eysturríki, Bul- garia, Italia, Bretland, Noreg, Svøríki, Ísland, Russland, Sámaland, Finn- land, Estland, Lettland, Danmark og Litava. Í ár hevði bólkurin Ivory við Eivør Pálsdóttir størstu ferðaskrá. Bólkurin hevði konsertir í Fraklandi, Dan- mark, Eysturríki og USA. Tutl hevur síðani 1997 verið á nógvum altjóða tón- leikamessum, og hetta hev- ur havt ein ávísan týdning fyri søluna og útbreiðsluna av føroyskum tónleiki, um- framt at Tutl í dag hevur eitt rættiliga stórt net av fjøl- miðlum og konsertstøðum kring allan heim at sam- starva við. Tutl hevur eisini í nøkur ár havt sølu á al- nótini. Tutl 25 ár Í sambandi við »føðingar- dagin« komandi ár verður, sum áður nevnt, skipað fyri konsertum við tónleikar- um, ið antin hava givið út á Tutli ella fara at geva út í framtíðini. Januar-februar: Byrjað verður við eini rokk-konsertrøð í januar mánaði. Fyrsta konsertin verður á Glyvrum 10. januar við bólkunum Týr og Clickhaze. Onnur konsertin verður á Tvøroyri 11. januar við Týr, Click- haze og Hatespeech. Triðja konsertin verður í Norður- landahúsinum 12. januar við Týr, Mold, Clickhaze, 200 og Hatespeech. Seinni í januar kemur finski saxofonleikarin Eero Koivistoinen at hava konsertir saman við Edv- ardi Nyholm Debess, ið spælir kontrabass, Magnusi Johannesen, ið spælir klav- er, Brandi Jacobsen, áslátt- ur, og Rógva á Rógvu, ið spælir trummur. Ætlanin er seinni at taka tónleikin upp og geva hann út. Í døgunum frá 29. januar til 20. februar verður bólk- urin »Shalder« (ið merkir tjaldur á hetlendskum) at hoyra á konsertferð í Argentina á Suðuramerik- anska meginlandinum. Teir, ið manna bólkin, eru Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Mikael Blak og Brandur Jacobsen. Afturat teimum verða saxofonleik- arin Ricardo Villar og aðrir argentinskir tónleikarar. Tónleikurin, ið »Shalder« spælir, er ein blandingur av nútímans jazztónleiki og føroyskum skjaldraløgum og hetlendskum spæli- manstónleiki. Mars: Í mars mánaði vera konsertir ymsastaðni í Før- oyum við klassiskum tón- leiki, ið føroysk tónaskøld hava skrivað. Tað verður »Aldubáran«, ið fer at framføra hesi verk. Mai: Í mai mánaði eru ætlanir um uppaftur fleiri konsertir. Hin fyrsta verður í Norður- landahúsinum 4. mai við bólkinum »Í Eb-inum«, ið framførir nýggjan tónleik hjá Heðini Ziska Davidsen, ið spælir el-gittar í bólkin- um. Óli Olsen spælir kla- ver, Mikael Blak spælir kontra-bass og Brandur Jacobsen trummur. 12. mai verður aftur konsert í Norðurlandahús- inum. Hesaferð við tveim- um bólkum. Annar er »Faroeesti«. Sum navnið sipar til, er »Faroeesti« mannaður við føroyskum og estlendskum tónleikar- um. Í bólkinum eru Villu Veski, saxofon, Edouard Akulin, trombon, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Kristian Blak, klaver, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass og Tanel Rubin, trummur. Hin bólkurin er ein bólk- ur, ið verður settur saman í sambandi við at skotski harmonikuúrmælingurin Sandy Brechin vitjar enn einaferð. Teir, ið fara at spæla saman við honum, eru Heðin Ziska Davidsen, gittar, Mikael Blak, kontra- bass, og Brandur Jacobsen, trummur. Í døgunum frá 18. til 22. mai fara »Spælimenninir« at ferðast runt í Føroyum og hava konsertir, síðani verð- ur farið til Orknoyar, har bólkurin í døgunum frá 23. til 26. mai verður við á Orkney Folk Festival. Tey, ið manna »Spælimennin- ar«, eru Jan Danielsson, fiól, Erling Olsen, fiól, Sharon Weiss, blokkfloytu, Ívar Bærentsen, mandolin og gittar, Kristian Blak, klaver og Charlie Pilzer, kontrabass. Alt summarið, frá 3. mai til 30. juli vera hellu- konsertir undir Hestoynni og/ella Nólsoynni. Sum undanfarnu ár verður siglt út til helluni við »Norðlýs- inum«. Á skránni er nógvur og fjølbroyttur tónleikur við bæði føroyskum og útl- endskum tónleikarum. Juni-juli: Í juni ella juli vera konsertir við bólkinum »Yggdrasil« saman við Eivør Pálsdóttir. »Yggdrasil« er ein norður- lendskur bólkur, sum hevur spælt síðani 1981. Hetta hevur serliga verið skrivað- ur tónleikur hjá Kristiani Blak og annars improviser- aður tónleikur. Higartil eru 7 jazz suitir hjá Kristiani útkomnar við bólkinum. Tey, ið hava verið við í bólkinum, eru Ernst Dals- garð, tvørfloytu, Anders Hagberg, tvørfloytu og saxofon, John Tchicai, saxofon, Sharon Weiss, blokkfloytu, Tore Brun- borg, saxofon, Ólavur Øster, gittar, Lennart Kull- gren, gittar, Kristian Blak, klaver, Anders Jormin, kontrabass, Yasuhito Mori, kontrabass, Karin Korpe- lainen, trummur og Christi- an Jormin, trummur. Í summar verður bólkurin mannaður við Andersi Hagberg, Andersi Jormin, Tore Brunborg, Kristiani Blak, Brandi Jacobsen og Eivør Pálsdóttir. Tey vera eisini saman nakrar dagar nú í desember mánaði í einum upptøkuhølum í Gøteborg, har tey taka nýggjan tónleik upp. Upp- tøkurnar koma væntandi á fløgu einaferð komandi vár. Tónleikastevnur summarið 2002 Umframt á teimum serligu konsertunum frá januar til juli, ið verða fyriskipaðar sum »Tutl 25 ár«-konsertir, vera bólkar, ið geva út tón- leik á Tutli, eisini at hoyra á føroysku festivalunum í summar; »Grannastevnu« (23.-25. mai), »Summar- tónum« (17.-23. juni), »Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivali« (3.-7. juli), »Fólkatónleikarstevn- uni« (17.-22. juli) og »Listastevnu Føroya« (3.- 18. august). Útgávur í 2002 Tað eru tónleikararnir sjálvir, ið eiga Tutl, og sum meir ella minni avgera hvussu nógvar útgávur koma út og nær. Hvørjar útgávur koma komandi ár er enn óvist, tó vera »Den Yderste Ø« og »Ravna- ting«, hin fyrra, at fáa sum ljómfløgur í 2002, Øssur Johannesen og Hjalti Joen- sen koma við eini improvis- atiónsfløgu í januar, »Ygg- drasil« saman við Eivør Pálsdóttir geva út fløgu og nýggjur føroyskur klassisk- ur klavertónleikur verður eisini útgivin komandi ár. Uttan iva vera fleiri aðrar nýggjar Tutl-útgávur í kom- andi árinum. Plátufelagið Tutl 25 ár á baki Fyrsta útgávan: "Spælimenninir í Hoydølum", 1977 "Vælferðarvísur" hjá Kára P., 1978 "Gluggamynd" hjá "Glataðu Spælimonnunum", 1984 "Allar ættir", Plúmm og Holger Laumann, 1991 "Debazz" hjá Edvardi Nyholm Debess, 2000 "Eivør Pálsdóttir", 2000 Til Jóla Mánadag / mikudag 09.00-17.00 Hósdag 22/12 09.00-19.00 Fríggjadag 21/12 09.00-19.00 Leygardag 22/12 09.00-14.00 Ímillum jól & nýggjár Hósdag 27/12 13.00-17.00 Fríggadag 28/12 09.00-19.00 Leygardag 29/12 09.00-13.00 Opið er soleiðis: Vit ynskja kundum okkara eini góð og hugnalig jól og eitt gott komandi ár Vit ynskja vinum og viðskifta- fólki okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað skjótt farna Viggo A. Hansen Sp/f P.S. Vit hava stongt 21.12. til 07.01. báðar dagarnar íroknaðar. Internet C M Y K 35 34