Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 18 - 27. januar 2010 bilar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo General Motors siga í tíðinda skrivi, at teir hava gjørt eina avtalu við Spyker, har teir binda seg til at gera eitt nýtt felag, ið skal eita Saab Spyker Automobiles, sum skal halda fram við fram leiðsluni av Saab bil­ un um. Søgan um Saab byrjar í 1937, tá felagið Svenska Aeroplan Aktiebolaget, ið bleiv stytt til Saab, varð stovnað í 1937 í Trollhättan til framleiðlu av hernaðarf­ logførum. Tá eftir spurn ing­ urin eftir flogførum mink aði nógv, eftir seinna heims­ bardaga, løgdu teir æt lan ir um eisini at fram leiða bilar. Avgerðin um at framleiða ein bíligan og haldgóðan bil varð tikin í 1945, og í 1946 var prototypan Saab 92001 veruleiki. Í desember 1949 byrjaði fram leiðslan av álvara, tá Saab 92 við 2 syl. 2­takt motori, verða settir í fram­ leiðslu. Í 1955 kom Saab 93 á marknaðin, og síðan komu Saab 95 og Saab 96. Í 1968 kom ein heilt nýggjur Saab 99 við 1.7 litur motori frá ensku Triumph bila verk­ smiðjuni. Í 1978 kom Saab 900, og í 1984 kom luksus­ bilurin Saab 9000 á mark­ naðin. Í 1989 keyptu General Motors helmingin av parta­ brøvunum í Saab Auto­ moblies AB, og árið eftir keyptu teir alla Saab verk­ smiðjuna. Síðan hava Saab ver ið bygdir yvir somu platt formar sum aðrir bilar hjá General Motors. Spyker keypt Saab Eftir at General Motors í longri tíð hava hótt við at niðurleggja svensku Saab bilverksmiðjuna í Svøríki, vilja nýggjastu tíðindini vera við at hollendska sportbilafyritøkan Spyker Cars NV hevur yvirtikið Saab Bilurin á myndini, sum er tikin á Saab savninum í Trollhättan, er tann fyrsti Saab, sum varð gjørdur sum prototypa í 1946. Saab nevna hann sjálvir URSAAB Mynd: Eirikur Lindeskov