Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 18 - 27. januar 2010 lýsingar Avloysarastarv í etnologi ella líknandi frøðigrein á Fróðskaparsetri Føroya Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í etnologi leyst at søkja. Starvið verður sett sum eitt fyribils avloysararstarv fram til 1. januar 2011. Tann, ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking og útbúgving á deildini. Starvsøki Granskingarparturin verður tengdur at serøki um- søkjarans. Starvið ber í sær gransking, undirvísing, fyrisiting og samskifti við onnur granskingar um- hvørvi. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella master- útbúgving í etnologi, mannfrøði ella mentanarfrøði ella eina útbúgving, sum kann javnsetast við hetta. Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í før- oyskum viðurskiftum. Ein innanhýsis metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum lands- stýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsóknarfreistin er 1. februar 2010. Starvið verður sett 1. mars 2010 ella skjótast til ber. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo ella til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. Umsóknir saman við avrit av próvskjølum, CV, skrá yvir granskingarvirksemi, skrivligum og prentaðum vísindaritum skal sendast til: FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo www.fjorukrogvin.fo Tel. 471505 / 281505 • Matstova • Søgusavn • Gávubúð Hósdagin 28. januar Rivjasteik / Grýturættur Fríggjadagin 29. januar Lasagna / Stoktur medistari / Kókað neytakjøt Leygardagin 30. januar Rullusteik Mánadagin 1. februar Fiskafrikadellur / Bollar í Karry Týsdagin 2. februar Bankikjøt / Høsnarungabringa Mikudagin 3. februar Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur Frensur burturblivin Mánakvøldið/týsmorgun 18.01-19.01.10. er 1 ára gamal grástríputur frensur burturblivin á abbatrøð. Hevur nakar sæð hann vinarliga ring 591963 Nýtir tú ov nógva olju? Vit hava 25 ára royndir og serkunnleika í eftirbjálving. Vit blása við leysari steinull, ið liggur sera væl og sjunkar ikki sum árini ganga. Vit bjálva útVeggir, innVeggir, skráVeggir, loft og gólV. Bjálvað verður fyrst og fremst fyri at fáa eini heitari hús og á tann hátt spara orku. Eini væl bjálvað hús hava eisini aðrar fyrimunir. • Steinullin bjálvar sera væl móti gangi. Bæði gangi uttanífrá og gangi millum hæddir. • Gjósturin í húsinum hvørvur • Húsini gerast hugnaligari og vaksa í virði • Húsini gerast tryggari, tí at steinullin verjir móti eldi Øll hús kunnu bjálvast, um tey eru av timburi ella betong – nýggj ella gomul. Íløgan er skjótt spard inn aftur í oljunýtslu. ring og fá meira at vita á telefon 319309 / 519309 HúsabjálviNg v/ julius Hammer ·Tel. 319309 / 519309 Starv sum bókavørður á Fuglafjarðar Bókasavni Starvið sum bókavørður á Fuglafjarðar Bóka­ savni verður hervið lýst leyst til setan tann 01. mars 2010 ella skjótast eftir hetta. Starvið: Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av Bókasavninum, har tú kemur at arbeiða við øllum vanligum bókavarðaarbeiði í tøttum samstarvi við Kunningarstovuna í Fuglafirði, sum heldur til í somu húsum sum bóka­ savnið. Førleikakrøv: Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, men um so verður, at eingin umsøkjari er til starvið við hesi útbúgving, so kann annar umsøkjari verða settur í 1 ára tíðaravmarkað starv. Tú skal hava viðkomandi førleika í enskum máli í talu og skrift, somuleiðis sum tú skal duga væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til nýmótans leiðsluamboð. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika fyri at menna bókasavnið. Setanartreytir: Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sam­ bært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadaginn tann 08. februar 2010 kl. 16.00. Nærri upplýsningar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737700. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn­ komnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 20. januar 2010 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar Býráð Ársaðalfundurin hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag verður leygardagin 6. mars 2010 kl. 19.00 á Hotel Øravík. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Verandi og nýggir limir eru vælkomnir. Ábit verður aftaná fundin og tí er neyðugt við tilmelding á: Tlf: 220528 ella 212837 E-mail: so@trygging.fo ella nolaf@olivant.fo Seinast freist at tekna seg er fríggjakvøldið 5. mars 2009 kl. 20.00 Nevndin Ársaðalfundur www.sosialurin.fo