Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 2000 Nr. 10 Elektriskir stoytir og refleksbjargingar sí›a 14 og 15 sí›a 14 og 15 Girl Power Robbie Williams bjóðar av sí›a 13 sí›a 13 sí›a 16 sí›a 16 fløguumæli baksí›an baksí›an Luttøka og kunning eru avgerandi Tveir nýggir partar av starvsfólkapolitikkinum innan almennu umsitingina eru nú settir í gildi. Dentur verður á luttøkuna hjá starvsfókunum, tá avgerðir skulu takast JOHN JOHANNESSEN Teir báðir nýggju partarnir av starvsfólkapolitikkinum innan almennu umsitingina, ið nú eru settir í gildi, snúgva seg um arbeiðsum- hvørvispolitikk og bygnað- arbroytingar. Parturin um um arbeiðs- umhvørvispolitikk snýr seg um sálarligu og fysisku við- urskiftini á arbeiðsplássin- um, meðan parturin um bygnaðarbroytingar snýr seg um starvsfólkaluttøku, tá avgerðandi broytingar skulu fremjast á arbeiðs- plássinum. Bólkurin, ið arbeiðir við at gera almenna starvsfólka- politikkin, sigur tað vera eyðsæð, at um starvsfólk verða kunnað og sleppa at taka lut í avgerum, gevur hetta betri úrslit, tá leiðslur broyta upp á umstøðurnar og gera ymiskar tillagingar. Bólkurin vísir á, at serliga á privata arbeiðsmarknaðin- um verður tað sett sum eitt av fremstu krøvunum at hava liðiligar arbeiðsum- støður og skjótt kunna til- laga viðurskiftini, til tess at náa sett mál. Í sambandi við partin um bygnaðarbroytingar sigur arbeiðsbólkurin, at hann framhaldandi arbeiðir við at orða ymsu partarnar av starvsfólkapoltikkinum. í løtuni verður arbeitt við rús- evnapolitikki, roykipoli- tikki, eldrapolitikki og fam- Norðoyggjar fáa ov lítið burtur úr Ov fá ferðafólk gista í Norðoyggjum, og tey leggja ov lítið av pengum eftir seg. Skal ferðavinnan í Norðoyggjum mennast, er neyðugt við nýggjum átøkum, heldur nýggj kanning iljupolitikki. Eisini verður arbeitt við at gera reglur fyri umsjón við starvsfólkapolitikkin- um. Arbeiðsbólkurin sigur í hesum sama sambandi, at ælanin er at fara undir at fremja umsjón við starvs- fólkapolitikkinum seinni í ár. Almenni starvsfólkapoli- tikkurin er sendur stovnum í fyrisitingini og yrkisfeløg- um. EYÐUN KLAKSTEIN Ferðavinnan í Norðoyggj- um er á einum lágum støði. Ov fá fólk gista í Norð- oyggjum, og tað fæst ov lít- ið burtur úr hesum ferða- fólkum. Hesa niðurstøðu kemur ein kanning hjá Olgu Bisk- opstø, cand. comm., til. – Vónir verða í dag settar til ferðavinnuna, at hon kann vera við til at styrkja búskapin og geva samfelag- num eitt eyka bein at standa á. Men í Norðoyggjum er hesin málsetningur ikki náddur, verður sagt í niður- støðuni í kanningini. Talið á gistingum talar fyri seg. Í fjør gistu bert 1400 útlendsk og 1200 før- oysk ferðafólk í Norðoyggj- um, og tey gistu í miðal tvær nætur. Hetta kastaði 2,7 milliónir krónur av sær. 20 milliónir meira burtur úr Kanningin kom í lag eftir ein ferðavinnufund, sum varð hildin í Klaksvík í apríl mánaði 1998. Niðurstøðan á hesum fundi var, at ein verkætlan skuldi gerast um støðuna og menningarmøguleikar hjá ferðavinnuni í Norðoyggj- um. Grunnur Ferðavinnunar hevur fíggjað kanningina, sum Olga Biskopstø hevur arbeitt við síðani apríl mán- aði 1999. Í niðurstøðuni sigur Olga Biskopstø, at møguleikar eru fyri at menna ferðavinn- una í Norðoyggjum. Eini 8000 ferðafólk vitja í Norð- oyggjum, men flestu teirra koma og fara sama dag, og tí leggja hesi lítið og onki eftir seg. – Um vit gagnnýttu hetta tilfeingið betur, við at fáa øll hesi ferðafólkini at steðga 2 til 3 nætur í part, hevði tað givið um 18-20 milliónir kr. árliga. Í Norðoyggjum eru nógv fólk, ið hava áhuga í ferða- vinnuni, og hildið verður, at møguleikarnir at skipa fyri góðum ferðavørum ikki tróta. Men av tí at nógvar av bygdunum eru fámentar og nógv av fólkinum har er eldri fólk, verður neyðugt at skipa ferðavinnuna í størri vinnuligar eindir, sum hava allar Norðoyggjar sum virkisøki. Umstøður á altjóða støði Kanningin heldur, at fyri at nøkta tørvin hjá teimum ferðandi og ganga ynskjum teirra á møti, er neyðugt við vælútbúnum fólki í vinnuni innan øll starvsøki. – Somuleiðis er neyðugt at verandi og nýggj gisting- arstøð eru á einum høgum støði, og at metingarskipan- ir verða settar í verk til tess at hækka og halda umstøð- urnar á einum altjóða støði. – Hetta krevur væl av vágafúsum íløgupeningi, sum óivað bert størri eindir megna at fáa til vega. Olga Biskopstø heldur, at framtíðin bjóðar Norð- oyggjum av, bæði við útliti til fast samband við megin- økið við undirsjóvartunnli og einari oljuvinnu, sum bankar á dyrnar. – Taka vit av hesum av- bjóðingum, kunnu vit um 5- 10 ár hava eina ferðavinnu, ið megnar at taka kapping- ina upp við onnur øki í Før- oyum og útboðið av ferða- vørum uttanlands. Umframt at hetta gagnar økisbúskap- inum, gevur hetta eisini teimum fastbúgvandi í øki- num nógv betri møguleikar at ferðast og uppliva egið umhvørvi og egna mentan, sigur hon í niðurstøðuni í kanningini. Okkurt at keypa At fara undir at menna Norðoyggjar til ferðavinnu, krevur stór felags tøk. Fyrst og fremst eina breiða politiska undirtøku og góða undirtøku frá vinnuni. – Her verður lagt upp til eina ferðavinnumenningar- stovu sum miðstøð. Eitt forum, sum við síni fakligu styrki, er ført fyri at seta tiltøk í verk og megnar at fáa gongd á. Kanningin heldur, at tað kunnu ganga eini 5 ár, áðr- enn rættilig úrslit kunnu síggjast, so ein miðvís og væltilrættaløgd langtíðar- ætlan skal til. – Sæð út frá einum økis- búskaparligum sjónarmiði, er tað líka mikið hvør ferða- maðurin er, um hann er ungur ella eldri útlendingur ella føroyingur. Tað, sum er avgerandi er, at tað er okk- urt í økinum at gjalda fyri, og at hann er sinnaður at keypa tær ferðavørur sum eru. Kunoy ÓLAVUR Í BEITI Í viðmerkingunum til uppskotið verður greitt frá, at tann 20. oktober 1999 varð semja gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavs- sildini fyri 2000. Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russ- land ásamt um eina heild- arveiði, men ES ásetti sína egnu sildakvotu. Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd mill- um strandalondini Føroy- ar, Ísland, Noreg, Russ- land og ES um fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 og oktober 1999 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum í ávika- vist 1998 og 1999. Stovnurin vaksin – Í nítiárunum er stovn- urin av norðhavssild vaks- in nógv. Sildin er farin aftur í Norska Havið at ferðast og er komin í før- oyskan og íslendskan sjógv. Tó tykist stovnurin ikki enn varandi at hava tikið upp aftur sítt gamla ferðingamynstur, tí út- breiðslan millum fiski- leiðirnar hevur verið skift- andi á hvørjum ári, sigur Jørgen Niclasen. – Grundarlagið undir á- setingini av heildarkvot- uni fyri 2000 var tilmælið frá ICES um støðuna og útlitini fyri norðhavssild- astovnin og ein frágreið- ing, sum ein arbeiðsbólk- ur av fiskifrøðingum og fólki frá umsitingini hjá strandalondunum saman hava gjørt um hóskandi fyristing av norðhavssild- astovninum í stutttíðar og langtíðar høpi. – ICES metir, at silda- stovnurin er væl fyri og er innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar. Tey sein- astu tvey-trý árini er stovnurin vaksin nógv, tí teir góðu árgangirnir frá 1991 og 1992 eru komnir inn í fiskiskapin. Til- gongdin síðani hevur ikki verið eins góð, og tí er ikki møguligt at halda fram við verandi fiski- skapi, uttan at stovnurin minkar. ICES mælir til, at veiðan í 2000 ikki fer upp um 1,5 mió. tons. Tiltøk – Á fundinum í Tórshavn samdust strandalondini um, at til tess at skapa fortreytir fyri, at tilgongd- in til stovnin verður varð- veitt á einum hóskandi sannlíkindastøði, skal øll orka leggjast í at varðveita gýtingarstovnin oman fyri 2,5 mió. tons. – Til tess at seta í verk henda málsetning samd- ust partarnir um, at frá 2001 skal veiðitrýstið verða minni enn 0.125; verandi ovasta mark er 0.15. Harumframt var semja um at taka ávís stig, treytað av hvussu gýting- arstovnurin er fyri. Málið er, at gýtingarstovnurin er oman fyri 5 mió. tons, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum. Býtið – Avtalan ásetir ikki end- aliga býtið av rættindu- num til norðhavssildina millum strandalondini, men partarnir eru samdir um framhaldandi at kanna ferðingarmynstrið hjá sildini og at nýta ferðing- armynstrið sum ein part í ásetingini av býtinum millum londini. ST-avtal- an um ferðandi fiska- stovnar verður eisini nýtt sum grundarlag fyri um- sitingini av stovninum. – Í sambandi við ásetta MLV’ið fyri 2000 samd- ust partarnir um at taka hóskandi stig í framtíðini til tess at tryggja, at veið- istøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan fyri stovnin, og at veiðistøðið, um neyðugt, verður minkað í mun til verandi heildar- veiði, sigur fiskimálaráð- harrin m.a. í viðmerking- unum. Varðveita gýtingar- stovnin om- an fyri 2,5 mió. tons Men málið er, at gýtingarstovnurin er oman fyri 5 mió. tons, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingum til uppskot um avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild