hósdagur 28. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2010
Í næstum verður
nýtt Grafikkfelag
sett á stovn, har limir
fáa grafisk lista verk
afturfyri sítt lima
gjald
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyri at stuðla grafiska virk
seminum í Føroyum bæði
moralskt
og
fíggjarliga,
verður eitt grafikkfelag nú
stovnað. Og longu nú tykist
áhugin fyri nýggja felagnum
at vera rættiliga stórur. Á
fyrireikandi fundi miku
kvøldið vóru eini 50 fólk
savnað, og avgjørt var at
hava stovnandi aðalfund
14. februar.
Øll, sum hava áhuga at
stuðla
felagnum
kunnu
tekna seg sum lim, og tá eru
ágóðarnir ikki so fáir. Í
upp skotinum til viðtøkur
fyri felagið stendur nevni
liga, at afturfyri limagjaldið
hava limir á hvørjum ári
rætt til at velja sær grafikk,
ið er framleiddur á Grafiska
Verkstaði Føroya í Stein
prent,
har
verkstaðurin
held ur til. Eisini kann lima
gjaldið nýtast sum avsláttur
í sambandi við keyp á fram
sýningunum á Steinprent.
Hartil fáa limir eitt prent til
gávus av árligu grafikk
fram sýningini
»Mynda
ódnin«.
Limagjaldið verður ásett
á stovnandi aðalfundi.
Fyrimynd
Grafiski verkstaður Føroya
er kendur kring øll Norður
lond fyri sína høgu prent
góðsku og ikki minst fyri
listarligu góðskuna á verk
um, sum bæði útlendsk og
føroysk listafólk hava fram
leitt á verkstaðnum.
Fyri at tryggja at hetta
arbeiðið og høga støðið
kann halda fram er neyðugt
við bæði moralskum og
fíggj arligum stuðli. Tí verð
ur nú farið undir at stovna
nýggja grafikkfelagið, sig
ur Bárður Jákupsson, sum
er ein av limunum í fyri
bilsnevndini hjá felagnum.
– Vit eru nøkur, sum
fegin vilja tryggja grafiska
arbeiðinum her eina góða
framtíð, og tí fóru vit undir
at fyrireika eitt felag, sigur
Bárður Jákupsson og vísir
á, at tað sostatt ikki er
Steinprent, sum tekur hetta
stigið.
Eftir hansara tykki er júst
Grafiski Verkstaður Føroya
dømi um ein sera væl eydn
aðan føroyskan mentanar
stovn. Hesi 10 árini, stovn
urin hevur virkað, hevur
hann livað upp til vóninar,
sum stigtakararnir høvdu til
altjóða samstarv. Bárður
Jákupsson vísir á, at verk
staðurin er heilt serstakur á
tann hátt, at hann er ein av
teimum heilt fáu í Norður
londum, sum í dag kunnu
bjóða listafólkum rættilig
steinprent á litografiskum
steinum. Í dag nýta flestu
onnur verkstøð av slíkum
slag nevniliga aðra tøkni,
sum er "lættari" at handfara.
At arbeiða á rættiligum lito
grafiskum steinum er hin
vegin nakað serligt, sum
professionellir
grafikarar
leggja dent á.
Tryggja støðið
– Størsta aktivið hjá Graf
iska Verkstaði Føroya er tó
litografurin Jan Andersson.
Hann er ein kapasitetur,
sum er víðagitin um norð
ur lond, og vit eru sera hepp
in at hava hann her heima í
Føroyum,
sigur
Bárður
Jákupsson.
Tað er ikki minst honum
fyri at takka, at fleiri kend
listafólk hava vitjað og
arbeitt á verkstaðnum gjøg
num árini, leggur Bárður
Jákupsson afturat.
Nú er vónin so at gera
verkstaðin enn meir kendan,
so uppaftur fleiri útlendsk
listafólk fara at leita sær til
Føroyar at arbeiða við ser
ligu útgerðini á Steinprent.
Mongu góðu føroysku lista
fólkini, sum regluliga ar
beiða á verkstaðnum fáa
sum vera man eisini gleði
av, at fíggjarligu umstøð ur
nar hjá stovninum gerast
betri.
Eisini vóna fyrireik ar ar
nir, at nýggj fólk áhaldandi
verða sett við og koma í
læru, so litografiska virk
semið á verkstaðnum verð
ur á eins høgum støði, sum
higartil.
Í fjør flutti Grafiski verk
staður Føroya í nýggj høli á
Skálatrøð 16. Í rúmligu
hølunum hava listafólkini
fing ið munandi betri ar
beiðs umstøður og møgu
leik arnir at sýna fram eru
eisini vorðnir nógv betri.
Rættiliga nógv fólk vitja á
verkstaðnum og um summ
arið støkka nógv ferðafólk
eisini inn á gólvið, sigur
Bárður Jákupsson, sum ikki
ivast í, at verkstaðurin eisini
er vorðin eitt dygdargott
ment anartilboð innan før
oyska ferðavinnu.
Føroysku útgáv
ur nar eru nú so
nógvar, at stóra
vár útsølan verður
annað hvørt ár
framyvir. Sostatt
verða útsølu bøk
urnar eisini nýggjari
enn á undanfarnum
útsølum
Bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú er ikki longur neyðugt
at bíða í trý ár eftir stóru
várútsøluni av føroyskum
bókum. Avgjørt er nevni
liga at hava bókaútsøluna
annað hvørt ár framyvir
og ikki triðja hvørt ár
sum higartil.
Nýggjari bøkur
Í 1988 varð fyrstu ferð
skip að fyri útsølu av før
oyskum bókum. Bók
handlarafelagið og Bóka
deild Føroya Lærarafe
lags skipaðu fyri – og
hetta var stórhending tá.
Nú vóru so nógvar før
oyskar bøkur, at til bar at
skipa fyri rimmar útsølu
við fleiri hundrað bók
um.
Enn er føroyski bóka
markn að ur in so mikið
av markaður, at tað ber
ikki til at halda útsølu
hvørt ár. Tí var føroysk
bókaútsøla bara 3. hvørt
fram til 2006. Men tíðir
broytast, og eftir at fleiri
forløg høvdu gjørdu vart
við, at hetta var í so leingi
at bíða, við tað at bøkur,
sum eru akku rát ikki 3 ár,
tá ið útsøla er, koma at
bíða í næstan seks ár eftir
útsølu, varð gjørt av at
skipa fyri útsølu annað
hvør ár framyvir.
Tað er eitt krav, at bøk
urnar, ið verða seldar á
útsølu, skulu í minsta lagi
vera 2 ára gamlar. Tá ið
bøkurnar hava verið í
tveimum útsølum, sleppa
tær ikki við aftur.
Bókaútsølan var sostatt
í 2008, og nú verður hon
aftur í døgunum 25. mars
til 1. mai 2010. Bókadeild
Føroya
Lærarafelags
send ir í hesum døgum
bræv til øll forløg, har
boð að verður frá hesum
og greitt verður frá treyt
unum at sleppa upp í part.
Lýsing verður eisini sett í
bløðini, so fólk, ið kanska
eiga bøkur, sum stigtak
ararnir ikki vita um,
kunnu gera vart við seg.
Bókaútsølan verður í
døgunum 25. mars – 1.
mai 2010.
Føroyskar bøkur
oftari á útsølu
Fáa grafiska list
fyri limagjald
Grafiski verkstaður Føroya
er kendur víða um fyri sína
professionellu útgerð og høga
listarliga støði
Nú stóra bókaútsølan verður annað hvørt ár, verður
bókaútboðið eisini tað nýggjari
Fylgja gassskipi
Íslendska vaktar og bjargingartænastan hevur
hildið eygað við einum norskum gasstangaskipi,
meðan tað hevur siglt ígjøgnum íslendskt sjóøki
á veg úr Noregi til USA. Sum myndin vísir, er
Arctic Princess ikki eitt vanligt tangaskip.
Skipið er 288 metrar langt og 121.000 tons stórt.
Manningin telur 12. Morgunblaðið skrivar, at
íslendska vaktar og bjargingarrtænastan valdi at
halda eygað við skipinum, tá tað kom inn í
íslendskan sjógv eystanfyri og at fylgja tí
vesturum.
Til Danmarkar at arbeiða
Í danska heilsuverkinum fegnast tey um, at altsamt fleiri
svenskir og týskir sjúkrarøktarfrøðingar velja at fara til
Danmarkar at leita sær arbeiði. Tøl hjá heilsustýrinum vísa, at í
fjør fingu 418 útlendingar loyvi at arbeiða sum
sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark. Í 2006 var talið 144. Ein
talskvinna fyri heilsumyndugleikarnar sigur við Kristeligt
Dagblad, at danska heilsuverkið hevur brúk fyri útlendskum
sjúkrarøktarfrøðingum fyri at nøkta tørvin. Teir útlendsku
sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu á skeið í donskum máli og
danskari mentan, áðrenn teir fáa arbeiði.