hósdagur 28. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2010
15
Millum tey mongu,
sum vóru til tað serliga
háskúlatiltakið í Føgrulíð
á Borðoynni í fjørsummar,
var klaksvíkingurin John
Lassen, sum hóast síni 92
ár helt á fjøllini - báðar
vegir
Fólk og náttúra
Jan Mùller/Árni Joensen
jan@ras2.fo
arni@sosialurin.fo
Tað er ikki hvørjum manni
beskorið, at røkka teimum 92
árunum, og uppaftur færri eru teir
ella fyri tann skuld tey, sum við
so mongum árum á baki orka ella
hætta sær á fjøllini. Men klaks
víkingurin John Lassen setist ikki
aftur ella sendir ikki avboð, sjálvt
um hansara luttøka krevur, at
hann fer upp niðan onkra líðina
og upp um okkurt skarðið. Tí
gjørdi hann heldur ikki nógv burt
ur úr sær, tá Rás2 hitti hann í
Føgrulíð til háskúlatiltakið har í
fjørsummar.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at
John Lassen ella John hjá Ameri
kanaranum, sum hann eisini
verður róptur, var í Føgrulíð. Sum
smádreingir plagdu hann og
javnaldrarnir í Klaksvík at fara
hagar, og nú hann er farin um tey
níti, var tað framvegis hugurin at
ganga, sum fekk hann at gera
ferðina eina ferð afturat í fjør
summar.
– Ja, tað var mest fyri at sleppa
at ganga higar, segði hann við
Rás2, og satt at siga hevði hann
lættari at draga andan enn blað
maðurin, sum helt mikrofonini og
myndatólinum. Men John hevur
eisini kondisjón, sum tað nú eitur.
Hann var fjallmaður í mong ár, og
sum 80 ára gamal hevði hann ta
ovastu ódnina á fjalli í Árnafirði.
Og hann gongur enn.
– Eg og hundurin ganga ein
fjórðing um dagin og njóta náttúr
una, sigur hann og leggur afturat,
at gonguhugurin man vera ein
stór orsøk til, at hann hevur rokkið
so høgum aldri.
Styðjaði Háskúlan
Tað var tó ikki bara gongutúrurin,
sum fekk John Lassen at fara í
Føgrulíð hendan dagin. Sjálvur
gekk hann á Føroya Fólkaháskúla
í Havn veturin 193637. Hví hann
fór?
– Eg haldi, at tað var mest fyri
at halda Háskúlan gangandi. Tað
var so lítið av fólki ella í hvussu
er dreingjum á skúlanum í tríati
árunum, sum vóru so ring, sigur
John Lassen.
Sjálvur ivast hann ikki í, at
Háskúlin hevur havt stóran týdn
ing og serliga fyri málið. Men í
dag er verri, sigur hann, tí í fjøl
miðlunum er alt vorðið enskt,
sjálvt tað, sum sungið verður.
Gongdin hevur givið honum
høgan aldur
Nøvn í farna ári
Mangar vórðu hendingarnar í 2009. Og mong vórðu fólkini
aftanfyri hendingarnar. Ein av hesum hendingum var stóra
hátíðarhaldið í Føgrulíð í fjørsummar. Og ein av luttakarunum
var 92 ára gamli John Lassen úr Klaksvík, sum helt á fjøllini
báðar vegir. Her er søgan um hendingarríka túrin og løtuna í
fjørsummar.
John Lassen ger seg út til at fara leiðina um fjallið
John Lassen her saman vð Hanus G Johansen í Føgrulíð
John Lassen stæddur í Føgrulíð