hósdagur 28. januar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 19 - 28. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Oddmar Hansen, Vestmanna, ættaður úr Skopun,
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsmorgunin 26.
januar, 76 ára gamal.
Aska Maria Jensen fer til gravar úr Kirkjugarðs
kapellinum í Havn fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Asku, kunnu lata Sclerosufelagnum eina
gávu.
Hensar Ellingsgaard, fyrrverandi landsskúla
stjóri, Tórshavn, andaðist sunnudagin, 75 ára
gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hós
dagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Hensar, kunnu
lata KFUMskótunum eina gávu, konta í peninga
stovnunum.
Gudrun Schanke, vanliga nevnd Gudde, andaðist
í Stavanger leygardagin 23. januar, 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 29. januar frá
Utstein kloster við Stavanger.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
28. Januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814. Eini
400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti frá týska
keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur halgimenni,
men heitið varð ikki viðurkent av pávanum í Róm.
Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki
minst í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir
maður, og Magnus er latínskt og merkir stórur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Løgið at vita teg farnan til Jesus
Hann, sum tú elskaði meiri enn alt
Hann, sum teg myndaði uppgávu lívsins
Fjálgaði heimið sum var tær so kært.
Tøkk kæri bróður, tú spardi teg ikki,
Stuðul ómissandi verkinum var
Legði títt oyra til Frelsarans ynski,
Framdi júst tað, ið Hann ætlaði tær.
Mong eru tey, sum sakna teg sáran
Vandu seg til tína hjálpandi hond,
Bóðu til Jesus og upplivdu síðan,
Reinhold at uppfylla tørvin hjá sær.
Eisini virki títt her á foldum
Menninir allir, sum arbeiddu har
Kendu á sær tá tú var um leiðir
Jesusar nærveru sjónska í tær.
Sjáldsamt at virða so annara gávur
Síggja av øðrum Hans virkandi hond
Altíð at draga fram virði av Gudi
Í hinum einstaka kom tær í nánd.
Var okkurt, fólk virdu lítið hjá onkrum
Knappur tú viðmerkti einstaklings dygd
Segði at eingin av góðum var sørur
Hómaði okkurt frá Skaparans hond.
Tí vart tú menniskjaveiðimaður
Evnaður til tað av Frelsarans hond
Síðani røkti tú øll hesi glaður
Komu við gleði tá tú vart í nánd
Nú eingin Reinhold er meiri á foldum
Farin úr likamið – dýrdini í
Fyri at skoða hvat virði var í tí
Harranum tæna avmálda tíð
Anna við børnunum Jón og Charlotta,
Saknurin nívir nú tykkara heim
Vit drýpa høvur í samkenslu játta
Maður ei kemur í hansara stað.
Loyndarmál lívsins vit sóu í honum
Kristus var sjónskur tá hann var í nánd
Sjóneyku tørvaði tá eingin maður
Kristus at skoða Reinholdi í.
Nú er so kvirt í hjartanum inni
Hann næm teir streingir, sálina við,
Sum eingin annar spældi í sinni
Samljóði fullkomið var tær við lið.
Poul Færø
Hugarensl um vinin
Reinhold Nielsen
Merkisdagar
60 ára føðingardagur
Mánadagin 25. jan. fylti Jóna Borg Dahl, í vági, 60 ár.
Dagurin verður hildin í Billardhúsinum leygardagin 30. jan.
frá kl. 13 til 17, har øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði,
80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í
Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 28. jan. fyllir Eigil Gunnarsson í Havn 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmanna
felagnum, J. H. Schrøtersgøta. 9, millum kl. 16 og 20, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 31. jan. fyllir Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði
90 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni
í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 29. jan. hava Ingibjørg og Olfert Debes á Oyri
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familju,
leygardagin 30. jan.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 30. jan. hava hjúnini Anny og Pole Klein,
Vestmanna, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið, eru vælkomin millum kl. 11 og 15 til
morgunmat í kaffistovuni inni á Fjørð.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 31. jan. hava hjúnuni Sonja og Hans Olaf
Andersen í Lopra gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Gullbrúðleyp
Mánadagin 1. feb. hava Guðrun og Poul Øregaard, Kollafjørð,
gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Danmark saman við
børnunum.
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 28. jan. hava Frida og Andrew Thomsen í Porkeri
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. februar. giftast Niza Pardillo, av Filips
oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum. Vækomst
verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum
við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá á tlf.
748134/448134 innan 2. februar.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Thorbjørn Lisberg
Trongisvágur
andaðist í heiminum týsdagin 26. januar,
88 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Jens og Marner