hósdagur 28. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2010
13
viðmerkingar
Í politisku skipanini og
um sitingini eru sterkar
kreftir, sum arbeiða fyri at
niðurleggja smærru sjúkra
húsini. Hetta er ein vánalig
og illa umhugsað ætlan,
sum verður stórt afturstig
fyri heilsuverk og borgarar
landsins, verður hon framd.
Færri og verri tilboð
Tað er sera ivasamt um
tilboðini innan føroyska
heilsuverkið høvdu verið
so fjølbroytt og á tí støði,
tey eru í dag, høvdu vit
bert eitt sjúkrahús í landin
um. Fleiri dømi eru um, at
smærru sjúkrahúsini hava
ging ið undan innan nýggj
ar kanningar og við gerðar
greinar.
Sum dømi kann nevnast,
at Klaksvíkar Sjúkrahús
var fyrst at fara undir
kikarakanningar í liðum í
Føroyum, fyrst við skip
aðum liðútskiftingum, fyrst
við framkomnari urologi,
fyrst við medisinskum
viðgerð um av nýrasjúkum,
fyrst við framkomnari
viðgerð av klumpfóti, fyrst
við framkomnari ortuped
iskari við gerð av hondum
og akslum, bert fyri at
nevna nøkur dømi.
Fleiri av nevndu fram
brotum innan kanningar og
viðgerðir er Lands sjúkra
húsið seinni farið undir.
Hesar ganga nú undir
heitinum dupultfunktiónir,
sum skulu leggjast saman
og endaliga staðsetast á
Lands sjúkra húsinum.
Spurningurin er bara um
hesi tilboð, sum bjarga
mannalagnum og spara
landskassanum stórar upp
hæddir, høvdu funnist í
Føroyum í dag, um bert
eitt sjúkrahús var í landin
um. Sjálvur eri eg ikki í iva
um, at tað høvdu tær ikki.
Kostnaðarmiklari
Mangt er eisini, ið bendir
á, at skipanin hevði verið
kostnaðarmiklari við
einum sjúkrahúsi. Frá 2000
til 2009 er játtanin til
Landsjúkrahúsið hækkað
við knøppum 160 mió. kr.,
sum svarar til góð 71%.
Sama tíðarskeið er játtanin
til ávikavist Klaksvíkar og
Suður oyar Sjúkrahús bert
hækkað við uml. 19 mió.
kr, ið svarar til 46% og
uml. 16 mió. kr., sum
svarar til 51%.
Í sama tíðarskeiði hava
smærru sjúkrahúsini kort
ini, eins og Lands sjúkra
húsið, megnað at ment
verandi og nýggjar við
gerðir, og liggja framm an
fyri Landsjúkra húsið, tá
um nøgdsemi millum sjúk
lingar ræður. Hetta vísti
nøgdsemiskanning, sum
var gjørd herfyri.
Søguliga hava smærru
sjúkrahúsini eisini betur
megnað at halda teirra
játtan. Fleiri umbønir um
eykajáttan frá Landssjúkra
húsinum prógva at so er.
Lítið er, sum bendir á, at
vit fáa eina bíligari og betri
skipan við einum stórum
sjúkrahúsi. Tølini og
royndirnar benda heldur á
tað øvugta. Jú størri eindin
er, verri er hon at stýra.
Samstundis sum dyna
mikkurin og hugurin at
endurnýggja og betra seg
hvørvur, um eingin er at
kappast og samstarva við.
Sjúklingurin heldur enn
miðsavnan í miðdepilin
Kann tí ikki góðtaka ætl
anirnar at leggja niður
smærri sjúkrahúsini.
Heldur eigur at verða farið
undir eina ætlan, har
aðalmálið er at brúka øll
trý sjúkrahúsini optimalt.
Ivist onga løtu í, at brúk er
fyri hvørjum króki. Bíði
røð irnar eru mangan stórar.
Málið kann røkkast í
samstarvi á jøvnum føti
millum tey trý sjúkra hús
ini, har aðaltátturin er at
seta sjúk lingin heldur enn
miðsavnan í miðdepulin.
Landsstýrismaðuri átti
at komi á pallin
Sakni at nýggi landsstýri
smaðurin trýnir á pallin og
greitt boðar frá, at frælsið
hjá smærru sjúkrahúsinum
at virka ikki verður skert í
hesum samgonguskeið
num.
Ger hann ikki tað kann
hann koma í rasshaft av
eftir burðinum hjá undan
manninum, sum burturav
arbeiddi við sentralist
iskum ætlanum á sjúkra
hús økinum.
Skal til endans leggja
dent á, at greinin er ætlað,
sum greið ávaring ímóti
ætlanunum um at leggja
niður smærru sjúkrahúsini,
og ikki sum kritikkur av
arbeið num, læknar, sjúkra
systrar og onnur starvsfólk
á Landsjúkrahúsinum gera.
Í gjár, 25. januar 2010,
hevði primerheilsutæn ast
an í Suðuroynni fund um
støðuna í samband við at
umstøðurnar hjá komm
unu læknunum í Suður
oynni eru so vánaligar. Á
fundinum vóru umboð fyri
kommunulæknar, heima
sjúkrarøktafrøðingar og
heilsufrøðingar í Suður
oynni.
Ein vælvirkandi primer
heilsutænasta er grundar
lagið undir heilsutrygdini
hjá borgarunum. Sam starv
ið innan primerheilsu tæn
astuna í Suðuroynni er
fyrimyndarliga gott. Nett
upp hetta hevur stóran
týdning, tí primerheilsu
tænastan er eitt toymið har
øll eru tengd hvør at øðr
um. Toymið er eins og ein
keta, dettur eitt lið burtur,
so er ketan lítið verd.
Í dag er Suðuroyggin í
eini serstøðu, tí vit hava
tveir ungar kommunu lækn
ar, sum veruliga ynskja at
búgva og virka her í oynni.
Hendan serstøðan er eitt
sterkt grundarlag at byggja
framtíðina á.
Tá tað er sagt, so eru tað
tó lítið virðilig og sømilig
kor, at kommunulæknarnir
í Suðuroynni skulu arbeiða
frá kl. 8.00 til kl. 16.00 og
harnæst hava kvøld og
náttarvakt, fyri síðani at
møta aftur til arbeiðis kl.
8.00 morgunin eftir. Slíkar
umstøður kann og vil
ongin virka undir.
Heima sjúkrarøkta frøð
ingarnar síggja stóran
vanda í, at umstøðurnar hjá
kommunulæknunum í
Suðuroynni eru so vána
ligar, at hesir velja at rýma.
Ein loysn á trupul leikan
um er, eins og komm unu
læknarnir og Suðuroyar
Sjúkrahús hava víst á, at
Suðuroyar Sjúkrahús, eins
og Klaksvíkar Sjúkrahús,
um kvøldið og náttina fer
at virka sum skaðastova.
Tað vil siga, at kvøld og
náttarvaktin, sum komm
unu læknarnir nú røkja,
verður flutt á skaðastovuna
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hendan loysn inniber, at
ein hjálparlækni verður
settur at hava ábyrgdina av
skaðastovuni á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, eins og tað er
gjørt á Klaksvíkar Sjúkra
húsi.
Hóast læknatrot á
summum økjum, so eru
ongir trupulleikar at fáa
hjálparlæknar. Og er tað
tískil bert ein spurningur
um politiskan vilja til at
raðfesta soleiðis, at pen
ingur verður settur av til
ein hjálparlækna á Suður
oyar Sjúkrahúsi.
Vit krevja, at ein hjálp
arlækni verður settur á
Suðuroyar Sjúkrahúsi sum
skjótast, soleiðis at heilsu
trygdin og heilsutænastan
til borgarar í Suðuroynni
ikki verður fyri stórum
afturstigi.
Vegna
primer-heilsu tænastuna
í Suðuroynni
Heima sjúkra røktar-
frøðingarnir í Suðuroynni
løgtingsmaður
Bjørn
Kalsø
Yvirlýsing frá primer-heilsu-
tænastuni í Suðuroynni
Tá tað vísir seg, at tað er
ógvuliga trupult, fyri ikki
at siga ómøguligt, at fáa
samskifti við okkara fólka
valdu politikarar um ymisk
viðurskifti í Skúgvi, vil eg
gjøgnum portalar og bløð
gera okkara løgtingslimir
varugar við, at teir aftur
hava fingið eina skrivliga
áheitan frá okkum. Hesu
ferð er talan um farma
flutningin.
Tá vit í fjør royndu at
ávirka, so vit ikki mistu
játtanina til havnargerð, var
tað at kalla ongin politik
ari, sum svaraði.
Ta einu ferðina sendu vit
teldupost til allar løgtings
limirnar, umframt øll
lands stýrisfólkini, løgmann
og løgtingsformannin.
Minnist meg rætt, var tað
bara Bjørn Kalsø, sum
svaraði.
Eg ringdi til onkran av
hesum fólkum, men øll
søgdu seg ikki hava sætt
nakað teldubræv.
Ein ringdi, og spurdi hví
hann onki bræv hevði
fingið, men brævið var
sent til allar telduadress
urnar í tinginum.
Einaferð sendu vit inn
skrivað brøv til allar flokk
ar á tingi, tá fingu vit kvitt
an fyri móttøku – og onki
annað.
Eg havi hug, til stutt
leika, at nevna, hvussu tað
gekk tá vit møttu Alfred
Olsen, tingmanni á gøtuni í
Havn.
Vit vóru í Havn í øðrum
ørindum fyri kommununa,
stutt eftir at hesi teldubrøv
vórðu send.
Vit møttu Alfred á Vagl
inum, og spurdu hann, hvat
hann segði um bræv okk
ara.
Hann stóð tá sum ein
smádrongur, ið hevur gjørt
okkurt keðiligt, hugdi
niður og skavaði í vegin
við skógvatrantinum, í
meðan hann segði seg ikki
hava sætt nakað bræv.
Knappliga tendrar okkurt
ljós, og maðurin nærmast
loysnar frá vegnum og
sigur: “Nú veit eg hvat tit
skulu gera. Sendið eitt
bræv til Rættarnevndina,
har eri eg formaður, vit
hava fund í næstu viku, tá
skal eg taka tað upp, og so
frætta tit aftur”.
Tað gjørdu vit so, men
sum vant kom onki svar.
Hesaferð skrivi eg mest
fyri at kunna tykkum
politik arar um, at bræv er
sent til allar flokkar á tingi,
umframt til Johan Dahl
landsstýrismann, so kunnu
tit í hvussu er ikki siga at
tit onki vita.
Vónandi vaknar onkur,
og setur seg somikið inn í
hetta, fyri okkum so týdn
ingarmikla mál, at okkurt
verður gjørt.
Kunningarskriv til okkara fólkavaldu
bygdarráðs formaður
Harry jensen
Krav um fund við
heilsumálaráðharran
Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava á fundi í
kvøld viðgjørt lækna viðurskiftini í oynni.
Á fundi, sum borgar stjór arnir skipaðu fyri tann 9.
mai 2009 vóru teir, lands stýris og løgtingslimir úr
oynni kunnaðir um støð una. Sjúkrahúsleiðslan og
læknarnir kunnaðu um støðuna og útlitini vóru
viðurskiftini ikki tikin í álvara og bøtt. Á hesum sama
fundi løgdu sjúkra húsleiðsla og læknar upp skot fram,
sum vísti á eina brúkiliga loysn viðvíkjandi
læknaviðurskiftunum.
Av tí, at eingin loysn er fingin á viðurskiftunum –
heldur eru tey versnað, eru borgarstjórarnir samdir
um, at krevja ein fund við landstýrismannin í heilsu
málum Aksel Johannesen, tá hann kemur suður –
eftir ætlan í næstu viku.
Borgarstjórarnir harmast um og góðtaka ikki, at
málið ikki er tikið í nóg stórum álvara, og at
suðuroyingar skulu liva undir tílíkum ótolandi
ótryggum viðurskiftum.
27. januar 2010
Hildur Vestergård, Sumbiar kommuna
Kirstin Strøm Bech, Vágs kommuna
Mikkjal Sørensen, Porkeris kommuna
Delmar Tausen, Hovs kommuna
Eyðdis Ellendersen, Fámjins kommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Otto West, Hvalbiar kommuna
Afturstig fyri heilsu verkið um smærru sjúkra húsini verða niðurløgd