Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 19 - 28. januar 2010 Landsstýrismaðurin í heilsu málum leggur nú á navngivnar tænastumenn á smáu sjúkrahúsunum. Axel Johannesen leggur ikki fingrarnar ímillum, nú hann førir fram í fjølmiðl­ unum, at tað er maktspæl frá navngivnum yvirlækn­ um á smáu sjúkrahúsunum, sum eru ársøk til trupul­ leik arnar í sjúkrahús verk­ inum. Og at tað eru yvir­ læknarnir á smáu sjúkra­ húsunum sum ikki vilja samstarva um tað høga mál, at fáa sjúkrahúsverkið at hanga betri saman. Eg vil meta, at tey flestu longu nú eru greið yvir, hvar landsstýrismaðurin fær síni input frá. Og tað er ikki frá teimum smáu sjúkrahúsunum. Hann hevur sostatt lagt seg persónliga í nakað, sum hann heldur verða eitt maktstríð. Eg kann vissa landsstýrismannin um, at tey smáu sjúkrahúsini eru heilt uttan nakra makt í heila tikið. So hann kann sova trygt um náttina nú hann hevur tikið partí. Fyri tað fyrsta so vóru tað ikki yvirlæknarnir, sum aftraðu seg í, at skriva undir eina samstarvsavtalu. Tað vóru sjúkrahússtjór ar­ nir á teimum smáu sjúkra­ hús unum, sum gjørdu meting ina, at hendingarnar hálvárið saman við sam­ starvsavtaluni fóru at máða grundarlagið undan smáu sjúkrahúsunum. Teir mettu tað snøggt sagt ikki sum eina roynd, at fáa betri samstarv, men heldur sum eina roynd at leggja smáu sjúkrahúsini undir fyrisiting av Lands­ sjúkrahúsinum. Ella við øðrum orðum, eitt makt­ spæl frá miðfyrisitingini. Smáu sjúkrahúsini hava stríðst og rópt eftir sam­ starvi til tey eru vorðin blá í andlitinum. Men tað er rætt sum stjórarnir fyri smáu sjúkrahúsini hava ført fram fyri Heilsumála­ ráði – hvussu samarbeiðir tú við ein stovn, sum alment sigur, at hann vil niðurleggja teg. Tað er jú torført. Men tey smáu sjúkrahús­ ini hava roynt. Tey hava huga liga luttikið í arbeið­ inum í tí strategiska bólk­ inum, lagt stóran dent á arbeiðið í stjórabólkinum og verið sera aktiv í visitatiónsnevndini. Men tá tað kom til stykkis, so varð teirra arbeiði her gjørt til einkis. Tað vóru sterku kreftirnar í miðøkinum, sum enn einaferð settu dagsordaina. Hetta heil uttan atlit til tað bólka og nevndar arbeiði, sum varð farið fram. Endaliga avgerðin í heilsu­ málaráðnum gekk sostatt ímóti stjórabólkinum, hon gekk ímóti strategiska bólkinum og eisini ímóti visitatiónsnevndini. Visitatiónsnevndin varð eitt sindur í iva, um heilsumálaráðið hevði misskilt okkurt og send eitt bræv afturat til heilsu mála­ ráðið, har tey gjørdu púra greitt, at tey vóru ímóti ætlanin. Men onki hjálpti. Nei, Axel Johannesen samstarvshugurin hjá teim­ um smáu sjúkrahúsunum liggur ikki eftir. Vit kunnu heldur ikki liva uttan samstarv. Havandi hetta í huga hevðið eg á einum fundi við menningarstjóran herfyri uppskot um, at yvirlæknarnir í sjúkra hús­ verkinum skuldu møtast fyri at ráðleggja um, hvussu tað ítøkiliga sam­ starvið skuldi styrkjast og útbyggjast. Menningar­ stjórin gjørdi eitt áatak men fekk ongan yvirlækna í miðøkinum sum vildi tosa við okkum. Tað var ikki bara nei, tað varð kortanei. Allir trupulleikar innan heilsuverkið eru higartil ”loysstir” við at økja um tænastuna fyri miðøkið og minka um tænastuna í útjaðaranum. So Axel hevur rætt, tá hann sigur, at taparin er sjúklingurin. Men tað er ikki sjúkling­ urin í miðøkinum. Nei, taparin er sjúklingurin í útjarðanum. Og tað heldur áfram. Royndirnar hjá lands­ stýrismanninum at seta kílar millum yvirlæknarnir á smáu sjúrkahúsunum og sjúkrahúsleiðslurnar har fer helst ikki at eydnast. Sjúkrahússtjórarnir eru sjalvandi varnir við at koma við almennum viðmerkingum. Tað kann hava álvarsamar fylgjur í Føroyum. Sjálvt eftir at løgmanns­ stjóri Marjun Hanusardóttir ferð eftir ferð hevur borið uppá mál, at starvsfólk í tí almenna í størri mun eiga at luttaka í almenna kjakinum. So er tað greitt, at tað tryggasta er at tiga. Hetta kunnu teir so aftur nú sanna tá landsstýris­ maðurin í heilsumálum enn einaferð gerð persónlig álop á yvirlæknarnar á teimum smáu sjúkrahús­ unum, sum vága sær at tosa við tíðindafólk. Hinvegin tykist hann ikki hava nakran trupulleika av, at læknastjórin situr í Degi og Viku og sigur, at best er at niðurleggja smáu sjúkra­ húsini. Hetta sjálvt um tað er beint ímóti sjúkrahús­ lógini. Sosialurin Suðuroyingar á gosi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Nú er nóg mikið. Læknaviðurskiftini í Suðuroynni eru so út av lagi, at hetta hevur fingið borgar stjór- arnar í oynni at krevja fund við landsstýris mannin í heilsumálum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni viðgjørdu lækna- og sjúkrahúsviðurskiftini í oynni á fundi í vikuni. Á øðru m fundi, sum borgarstjórarnir skipaðu fyri í mai 2009 vóru landsstýris- og løgtingslimir úr oynni kunnaðir um støðuna. Sjúkrahúsleiðslan og læknarnir kunnaðu um støðuna og útlitini - vóru viðurskiftini ikki tikin í álvara og bøtt. Á hesum sama fundi løgdu sjúkrahúsleiðsla og læknar uppskot fram, sum vísti á eina brúkiliga loysn viðvíkjandi læknaviðurskiftunum. Nú verður so sagt í almennum brævi, at av tí, at eing- in loysn er fingin á viðurskiftunum – heldur eru tey versnað, eru borgarstjórarnir samdir um, at krevja ein fund við landsstýrismannin í heilsu málum Aksel Johannesen, tá hann kemur suður. Borgarstjórarnir harmast um - og góðtaka ikki, at málið ikki er tikið í nóg stórum álvara, og at suður- oyingar skulu liva undir tílíkum ótolandi ótryggum viðurskiftum. Sosialurin hevur fylgt málinum í longri tíð, og eftir øllum at døma er støðan so mikið krittisk, at týðandi partar av heilsuskipanini í Suðuroy eru við at detta sundur. Her er veruliga talan um eitt neyðarróp frá bæði kommunulæknum, sjúkra húsi og politikarum. Kommunulæknarnir eru ovbyrjaðir, tí teir eru noyddir at vera á vakt nærum alla tíðina, og á sjúkrahúsinum er mangul uppá læknar at taka sær av gerandis lig- um uppgávum og sum kunnu avlasta komm unu- læknarnar. Hetta ger, at serlæknar í ov stóran mun verða bundnir av hesum og sleppa ikki at arbeiða við serlæknauppgávum. Suðuroyingar biðja um at fáa sett hjálparlæknar við sjúkrahúsið, sum so eisini kunnu taka sær av kommunulæknauppgávum. Hetta fer at kosta góðar 4 mill. kr. men landsstýrismaðurin hevur bara 600.000 kr. at hjálpa uppá støðuna við. Nú hótta kommunulæknar og serlæknar við at rýma. Og kemur tað hartil, so er henda fjarskotna oyggin veruliga amputerað á heilsuøkinum. Landsstýrismaðurin er í eini torførari støðu. Eingir pengar eru sigur hann, men hann kann heldur ikki bara lata standa til, meðan kommunulæknar og sjúkrahúslæknar rýma av oynni. Og nú hann profelerar seg sum ein verji av Klaksvíkar Sjúkrahúsi kann hann ikki bara standa og hyggja at, meðan støðan vernar í Suðuroynni. Tað ber als ikki at saman- bera tørvin á sjúkrahúsi í Norðoyggjum og í Suðuroy sigur leiðandi yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tú fær ikki kommunulæknar at støðast í oynni, um teir ikki hava eitt lokalt sjúkrahús at innleggja sjúklingar á. Í meginøkinum er øðrvísi, tí sjúklingar í Norðoyggjum kunnu koyra til Havnar innan ein tíma. Landsstýrismaðurin er tvingaður til at niðurleggja dupultfunktiónirnar, sum eru á KS og LS. Hann má gera sær greitt, at hann er komin til sannleikans tíma, har hann er noyddur at velja. Føroyar hava ikki ráð til at reka og útbyggja trý sjúkrahús, og tí mugu dupultfunktiónirnar skerast burt. Suðuroyggin er í eini serstøðu og má tí eisini viðgerast hareftir. Tryggast er at tiga JÁKUP PEtErSEN Mánadagin 1. februar eru 50 ár liðin síðan røntgen­ deildin á Lands sjúkra hús­ inum gjørdist sjálvstøðug deild, og tá varð Sanna Dahl Niclasen eisini sett sum yvirlækni á deildini. Framm anundan var táver­ andi Dr. Alexandrines Hospi tali blandað sjúkra­ hús. Í samband við at Sjúkra systraskúli Føroya varð settur á stovn, varð ein treyt at hesin varð knýttur at einum sokallaðum 3­deild um sjúkrahúsi, og tá varð sjúkrahúsið býtt sund ur á skurðdeild, heiliráðdeild og røntgendeild. Røntgendeildin hevur ver ið í støðugari menning øll hesi árini. Fyri skjótt 4 árum síðani varð alt rønt­ genvirksemið talgildað, og við hesum eru røntgen­ deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum knýttar sam an í eina eind. Móttøka verður á rønt­ gendeildini mánadagin 1. februar frá kl.14 til kl.16 fyri fyrrverandi og núver­ andi starvsfólki. 50-ára dagur á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum