Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2010 Fyrst í hesi vikuni fekk hýsa góðan prís á Fiskamarknaði Føroya, men nú vikan er liðin, og aðrar sølur hava verið, er prísurin á hýsu lækkaður aftur, tó at hann eisini við søluna í gjár var heldur hægri, enn hann hevur verið seinastu tíðina Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 164 tons á uppboðssølu fyri stívliga 2,2 miljónir krónur. Tilsamans 65,5 tons vóru av toski, harav størstu nøgdirnar vóru av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 15,21 krónur fyri kilo. Toskur 4 stóð fyri næst størstu toskanøgdunum, og her var miðalprísurin 10,44 krónur fyri kilo. Besta toskaprísin fekk toskur 1. Her fóru sløk 5 tons fyri miðalprísin 26,60, meðan 11,6 tons av toski 2 fóru fyri miðalprísin 25,99 krónur fyri kilo. Tilsamans 42 tons vóru av hýsu, harav sløk 29 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,50 krónur fyri kilo. Besta hýsan fekk miðal­ prísin 11,69 krónur fyri kilo, men av hesi støddini vóru bara 2,8 tons. Sølan í gjár vísir, at góði hýsuprísurin, sum vísti seg fyrr í hesi vikuni, ikki hevur hildið sær, tó at miðalprís­ urin við søluna í gjár var heldur hægri, enn hann ann­ ars hevur verið í seinastuni. Prísirnir á brosmu lógu í gjár millum 4,47 upp í 9,30 krónur fyri kilo, og prísirnir á longu úr 4 upp í 14,60 fyri kilo. Tilsamans 15 tons av brosmu og eini 16 tons av longu vórðu seld á Fiska­ marknaði Føroya í gjár. Eini fýra tons vóru av kongafiski, og her var besti miðalprísurin 9,37 krónur fyri kilo. Seks tons vóru av hav­ tasku, og besti miðalprísurin var 30,24 krónur fyri kilo. Fimm tons av svartkalva fóru fyri miðalprísin 24,46 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi eisini hálvt annað tons av toska­og upsarognum, og her var prísurin ávikavist 8,55 og 6 krónur fyri kilo. Góði hýsuprísurin helt sær ikki So leingi, sum hýsa ikki verður virkað á føroyskum fiskavirkjum, er neyvan væntandi, at vit fara at síggja ein støðugan avreiðingarprís Evnisdagur um vælferð 19. februar verður vælferðarsamfelagið Føroyar sett á breddan. Hetta við tiltaki, sum Samtak stílar fyri í Norðurlanda­ húsinum. Úr ymiskum sjónarhornum verður sjóneykan sett á støðuna, tíðarrákið, avbjóðingarnar og hvørja leið Føroyar eiga at ganga í menningini av okkara vælferðarsamfelagi. Á evnisdegnum verður ljós varpað á, hvussu føroyska vælferð­ arsamfelagið sær út í 2010, hvussu hetta ávirkar liviumstøður okkara, hvørjar uppgávur fakfelagsrørslan hevur í hesum og hvussu tað ber til at tryggja eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar. Á evnisdegnum verða fleiri fyrilestrar. Emiliga van Hauen, sosiologur, hevur fyrielstur við heitinum, Farvæl ego­veitlsa, góðan dag endamál og felagsskapur. Elisabeth Ugreninov, sum eisini er sosiologur, røður um livikor hjá børnum, sum liva í familjum við láginntøku . Eisini luttaka føroysku Jóanes N. Dalsgaard, Heini Hátún og Theodor Eli Dam Olsen. - Vinnan kann ikki broyta okkara fiskiveiðiskipan, um tað er hetta, sum skal til. Tí verður neyðugt við felags átøkum til tess at upplýsa um tey stig, sum eru tikin og verða tikin í okkara fiskiveiðiskipan, sigur Jóhan Páll Joensen Boykott Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fiska­ framleiðari og reiðari, er ikki ósamd­ ur við landsstýrismannin í fiski­ vinnumálum, Jacob Vestergaard, um, at vinnan noyðist at taka stigið at upplýsa útlendskar keyparar um, at okkara fiskiveiðiskipan er burðardygg. Men líka so samdur, sum hann er við landsstýrismannin um hetta, er hann eisini sannførdur um, at neyðugt verður við felags átøkum millum vinnu og myndugleikar um upplýsing. ­ Trupulleikin er so mikið stórur, at eg trúgvi neyvan, at vinnan einsa­ møll megnar at loysa kreppuna við føroyskari hýsu á bretska marknað­ inum, sigur hann. Jóhan Páll Joensen er sum fiskaframleiðari og reiðari á línu­ skipum, er ein av teimum, sum hevur havt trupulleikarnar við hýsu á bretska marknaðinum tættast at kroppinum. Hann ásannar, at hesir trupulleikar eru so mikið stórir, at eingin hýsa undan Føroyum yvirhøvur er virkað á hansara virkjum í farna ári. ­ Í okkara framleiðslu roykja vit eitt nú hýsu, men eingin føroysk hýsa var í okkara framleiðslu í fjør, sigur hann. Stór avbjóðing Jóhan Páll Joensen heldur, at Føroyar standa fyri eini stórari avbjóðing, sum tað verður at fáa bretsku handilsketurnar at avblása sítt boykott móti føroyskari hýsu. ­ Hetta klárar vinnan ikki einsamøll. Tí noyðast vinna og myndugleikar í felag at fara undir átøk, sum kunnu upplýsa bretsku handilsketurnar um, at okkara veiða er burðardygg. Jóhan Páll Joensen vísir á, at eru tað krøv, sum hesar ketur seg mótvegis okkara fiskiveiðiskipan, kann vinnan ikki einsamøll loysa tey viðurskiftini. ­ Tí verður neyðugt við felags átøkum millum vinnu og myndugleikar, leggur hann aftrat. Neyðugt at upplýsa um fiskiveiðiskipan Jóhan Páll Joensen, fiskaframleiðari og reiðari