hósdagur 28. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2010
Ársins Leiðarar skulu kjósast
Synergi kunngjørdu í gjár nøvnini á teimum seks, sum eru í uppskoti ðat
fáa heiðurin sum ársins leiðari. Ein heiður, sum verður latin á leiðara
degnum, sum verður hildin fríggjdagin. Dómsnevndin, sum tekur endaliga
avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2010, hevur nú funnið fram til
tríggjar topkandidatar innan bæði tað privata og tað almenna. Teir tríggir
leiðararnir, sum eru í uppskoti innan privatu vinnuna, eru Johannes Jensen,
stjóri á Hotel Føroyum, Hans Andreas Joensen, stjóri hjá Thor, og Jón
Danielsen, stjóri hjá Articon. Eisini innan tað almenna skal ársins leiðari
kjósast, og eru tey trý, sum eru í uppskot Herman Oskarson, stjóri á
Hagstovu Føroya, Tórmóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari á psykia
triska depilinum, og Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.
Arbeiðsloysið veksur
framvegis
Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysið var 5,3
prosent í desember, og er hetta er ein vøkstur
uppá 3 prosent stig síðan januar. Árstíðarjavn
aðað arbeiðsloysið var 5,3 prosent. 812 mann
fólk og 580 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í
desember. Størsta arbeiðsloysið í desember var í
Suðuroy. Tað minsta, 4,3 prosent, var í Vágum
og Eysturoy. Í Norðoyggjum, Sandoy og Suðuroy
liggur tað omanfyri miðal fyri landið.
- Í hjallinum hjá
Norðfra í Norðdepli
er sera góður gjóstur,
turkingin gongur
væl, og nú er skorpa
komin á, sigur Johan
Mortensen, stigtakari
til forvitnisliga
verkætlan
Skinkur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skinkuframleiðsla
kann
ríka og fjøltátta føroyskt
vinnulív.
Tað er Johan Mortensen,
slóðbrótari, sannførdur um.
Saman við øðrum góðum
kreftum er hann farin undir
eina forvitnisliga royndar
verkætlan at turka svína
tjógv í Føroyum.
Verkætlanin skal stað
festa, um tað er møguligt at
turka
svínatjógv
úti
í
føroyskari luft, sum síðan
kunnu
framleiðast
til
unikkar og kostnaðarmiklar
skinkuvørur, har kiloprísur
in fyri bestu skinkuna liggur
heilt uppi á 600 krónum
fyri kilo.
Í heyst vórðu nøkur svína
tjógv soleiðis hongd upp á
trimum støðum í Føroyum
– í Norðdepli, vesturi í Bø
og í Stóru Dímun.
Sær gott út
Johan Mortensen sigur, at
hann júst hevur verið í
Norðdepli, har svínatjógvini
hanga
í
hjallinum
hjá
virkinum Norðfra.
Í hjallinum er sera góður
gjóstur, turkingin gongur
væl, og nú er skorpa komin
á. Nakrar ”skinkur” verða
nú smurdar við svínafeitti,
sum vit hava fingið úr Dan
mark. Hetta verður gjørt
fyri, at tjógvini ikki skulu
gerast ov turr.
Johan sigur, at enn er ikki
greitt, um neyðugt yvirhøv
ur verður at smyrja tjóvini,
men hetta fara royndirnar
eisini at vísa, sum tíðir
gongur.
Kanska hevði tað verið
eitt hugskot hjá føroyskum
bøndrum at smurt gongu
limirnar á seyði, sum hanga
til turkingar, við feitti úr
seyði, sigur hann.
Stórur áhugi
Johan Mortensen sigur, at
tað er sera stórur áhugi
millum manna fyri skinku
verkætlanini, og sjálvur er
hann sera spentur eftir at
vita, hvussu henda fyrsta
royndin fer at eydnast.
Henda ætlan kann koma
at ríka og fjøltátta føroyskt
vinnulív, er slóðbrótarin
sannførdur um.
Samstarvspartarnir
hjá
honum eru ikki hvørjir sum
helst. Stóri danski svína
framleiðarin,
Danish
Crown, letur rávøruna til
verkætlanina,
og
kendi
danski
slaktarin,
Jens
Munch, sum rekur Slagter
Munch í Skagen, er eisini
við sum ráðgevi.
Aðrir partar, sum eru við í
verkætlanini, eru Leif Sør
ensen, kokkur á Hotel Før
oyum, Pál Weihe, granskari,
Mortan í Hamrabyrgi og
bøndurnir, Óla Jákup í Dím
un og Gutte Guttesen, eins
og fiskaframleiðarin á Norð
fra í Norðdepli, Jógvan Høj.
Stórur áhugi fyri
svínatjógvunum
Handil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um dagarnar er nýggjur Samkeyphandil latin upp í
Saltangará.
Handilin er í bygninginum í Saltangará, har Maskinhandil
var í nógv ár.
Hetta er beint hinumegin vegin, har eitt nú Teymavirkið
er á niðaru síðu.
Felagið, sum rekur nýggja handilin, er Sp/f 11/1194, og
tað er Eivind Jacobsen á Strondum, sum er maðurin
aftanfyri felagið.
Frammanundan eru aðrir matvøruhandlar í Runavíkar
økinum, men nú hava fólk so hendan møguleikan aftrat.
Sosialurin fer seinni at hava grein um nýggja
matvøruhandilin í Saltangará.
Nýggjur Samkeyp-handil í Saltangará
Tilsamans 16 svínatjógv hanga nú til turkingar á trimum
støðum í Føroyum. Her er Johan Mortensen í hjallinum hjá
Norðfra í Norðdepli, har turkingin at síggja til gongur væl