hósdagur 28. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 19 - 28. januar 2010
30-40 fólk eru søgd úr starvi á fiskavirkinum í
Vestmanna. Umlegging av arbeiðinum, og minni
fiskur er komin upp á land eru orsøkirnar, sigur
Meinhard Jacobsen, stjóri í United Seafood
Uppsagnir
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er ein keðiligur dagur í Vestmanna í dag.
Í gjár fingu nøkur starvsfólk á fiskavirkinum upp
sagnarbræv, og fleiri hava fingið sama bræv í dag.
Sosialurin skilir, at millum 30 og 40 uppsagnarbrøv eru
skrivað.
Ein stórur partur av starvsfólkunum sótu á fundi fyrrapartin,
og tí fekst ikki orð á nakran, og stjórin Jákup Eli Thomsen vil
einki siga. Hann vísir til stjóran í Faroe Seafood, Meinhard
Jac0oben.
Hetta er ein tilgongd, sum byrjaði í desember mánaði við
umlegging av arbeiðinum, sigur Meinhard Jacobsen.
Effektivisering
Virkið hevur fingið nýggja skerilinju, sum bara krevur átta
fólk, og tí kann virkið vera nøkur fólk fyriuttan.
Tað eru ikki 3040 ársverk, sum spard eru burtur. Nøkur av
fólkunum hava arbeitt parttíð.
Tað er eisini tað, at minni fiskur er komin upp á land í
mun til, hvat vanligt er hesa ársins tíð. Fiskiskapurin hevur
verið nógv vánaligari, sigur Meinhard Jacobsen.
Hann sigur, at virkið noyddist at gera umleggingarnar, tí
tað ræður um at fáa meira fyri hvørja krónu.
Lítið arbeiði hevur verið á fiskavirkinum í Vestmanna síðan
í summar. Flestu vikurnar hevur arbeiði bara verið tveir ella
tríggjar dagar.
Sosialurin tosaði í morgun við formanninum í Vestmanna
Arbeiðarafelag, Jónfinn Klein. Felagið var ikki kunnað um
uppsagnirnar.
Hópuppsagnir í Vestmanna