Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 19 - 28. januar 2010 Flogfar feyk útav Eitt flogfar hjá felagnum Cimber Sterling feyk út av lendingarbreytini, tá tað setti seg á flogvøllin uttan fyri Rønne á Bornholm í gjárkvøldið. Tað var kavarok og rættiliga nógvur vindur, tá flogfarið setti seg, og úrslitið varð, at flogfarið endaði einar 15 metrar við síðuna av lendingarbreytini, sigur TV2. 34 ferðafólk vóru í flogfarinum, men tey fingu ikki mein av hendingini. Sambært TV2 hevði flogfarið gjørt eina aðra roynd at seta seg, men flogskiparin mátti taka tað uppaftur, tí tað var so nógvur síðuvindur. Bíða eftir dønum Grønlendska landsstýrið hevur vent sær til myndugleikarnar í Keypmannahavn um málið við teimum lutfalsligu nógvu grønlendingunum, sum vórðu føddir uttan fyri hjúnarlag í farnu øld, og sum ikki vita, hvør pápin er. Ætlanin er at stovna ein felagsskap, sum skal umboða faðirloysingarnar og virka fyri, at teir fáa síni løgfrøðiligu rættindi so sum rætt til at arva pápan og at bera navn hansara. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, segði í gjár, grønlendsk lóggáva umfatar bara Grønland, og tí mugu danir taka tað avgerandi stigið. Tey flestu børnini, sum talan er um, vórðu fødd í fimmti- og sekstiárunum. Forsetin á Sri Lanka, Mahinda Rajapakse kann halda fram í starvi sínum eftir valið týsdagin. - Oyggin stendur yvirfyri stór- um avbjóðingum, men tey fara at klára tað, sigur Sri Sivanantham Jacobsen sum er ættaður hagani, men hevur búð í Føroyum seinastu níggju árini. Val Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sri Lanka: Júst sum á heimaoynni, er arbeiðspláss hansara merkt av litum og máling. 42 ára gamli, Sri Sivan- antham Jacobsen selur mál- ing í Havn og hevur búð meginpartin av lívi sínum uttanfyri Sri Lanka. Hetta forðar honum kortini ikki í at fylgja við politisku støðuni her. Hetta hevur hann serliga gjørt teir seinastu dagarnar, nú forsetavalið varð avgreitt fyrr í vikuni. Valstríðið hev- ur verið hart og eisini blóð- ugt, og tá so er, er tað altíð sannleikin sum er fyrsta offrið. Í morgun kom so eitt úrslit av valinum, tá 90 pro- sent av atkvøðunum vóru taldar. - Eg havi beint nú frætt, at forsetin Rajapakse fekk 57,9 prosent av atkvøðunum, meðan mótvalevni hansara, Sarath Fonseka 40,1 pro- sent, greiðir Sri frá. Tað endaliga úrslitið er ikki greitt enn, men sum skilst á srilankisku sjónvarps- rásini Rupavahini, hevur sitandi forsetin ein meiriluta uppá 1,8 mió atkvøður. - Hetta er ein sigur hjá fólkinum. Eg takki teimum, sum atkvøddu fyri mær, og eisini teimum sum ikki hava. Eg ætli mær í øllum førum at arbeiða fyri tey øll, segði Rajapakse við miðlarnar í gjár. Ikki óvæntað er Fonseka ósamdur við hesum úttalilsi. - Vit fara ongatíð at góð- taka úrslitið. Vit fara tí í rættin við málinum, sigur hann eftir ósigurin. Innibyrgt valevni Í fjølmiðlunum hevur ljóð- að, at Fonseka ið er fyrrver- andi verjuovasti sat inni- byrgdur á einum hotelli í høvuðsstaðnum Colombo, kringsettur av hermonnum. Sambært honum ætla hermenninir at handtaka hann og gera av við seg. Men aðrar keldur í stjórnar- herinum eru ikki samdir við hesum. Ein kelda sigur hinvegin, at Fonseka er settur undir eftirlit. Endamálið við hes- um er at forða honum í at gera statskvett. Myndugleikarnir óttast nevniliga fyri, at Fonseka og onnur fólk í herinum ætla at taka valdið við makt, nú tað ikki eydnaðist at vinna valið á demokratiskan hátt. Sri Lanka hevur á mangar mátar verið hart rakt tey seinastu mongu árini. Eitt áralangt etniskt stríð og borgarakríggj millum singalesiska meirilutan og tamilska minnilutan hevur sermerkt ta politisku støð- una seinastu 25 árini. Og tá tusanami’in rakti økið 2. jóladag í 2004, var Sri Lanka eitt av harðast raktu støðunum. Etniski trupulleikin Eftir eitt 25 ára langt borg- arakríggj kundi landið umsíðir skipa fyri einum forsetavali fyrradagin. Nývaldi forsetin fær nú sum uppgávu at endurreisa landið og álit tess úti í heimi. Men fer tað at eydnast honum? Tann spurningin settu vit Sri Sivanantham Jacobsen: - Tað fyrsta sum hann má og skal gera, er at fáa eina loysn á etnisku trupulleik- unum. - Hetta ljóðar kanska einfalt í oyrunum hjá onkr- um, men hetta er eitt stór- arbeiði og má hann fara undir tað beinanvegin, sigur hann álvarsamur. Á Sri Lanka er nógv viðurskifti at taka støðu til, bæði politiskt og etnisk, men ikki minst átrúnaðar- liga. Landið er buddhistiskt, og munkarnir í landinum hava bæði ávirkan á átrún- aðin men ikki minst á polit- ikkin. Umframt hetta eru eisini fleiri lond ið hava stór fíggj- arlig hava áhugamál í land- inum. Millum annað hava bæði Kina og India stóran áhuga í oljuni sum finst í økinum. - Men eg vænti avgjørt, at oyggin fer at standa seg í framtíðini, sigur Sri Sivan- antham Jacobsen. Bókhaldari / móttøkufólk Søkt verður eftir einum starvsfólki ½ tíð til Pitstop og Triv á Hjalla. Viðkomandi kemur at taka sær av bókhaldsuppgávum og kundamót­ tøku, umframt øðrum uppgávum fyri bæði virkini. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Olaf á tel. 520 522 ella senda ein t­post til pitstop@pitstop.fo TRIV | PITSTOP | Á Hjalla 35 Sri Lanka fer at standa seg ” Tað fyrsta sum hann má og skal gera, er at fáa eina loysn á etnisku trupulleikunum - Nógvar vanlukkur hava rakt Sri Lanka seinastu árini, men oyggin fer eisini at standa seg í framtíðini, sigur Sri Sivanantham Jacobsen. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum uttanfyri heimaoyggja sína, og selur í dag máling í Havn Mynd: Jens Kristian Vang