Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2010 Í Grønlandi býr ein hópur av fólki, sum ikki veit, hvør pápi teirra er. Tað skuldi verið løgið, um ikki onkrir pápar av grønlendskum børnum búgva í Føroyum, sigur Klaus Fredriksen í Nuuk. Hann fer nú saman við øðrum at stovna felag fyri hesi foreldraleysu børnini UpprUni Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Óivað eru ella hava verið fleiri føroyskir menn, sum eiga ella hava átt børn í Grøn­ landi, tí áður vóru nógvir føroyingar í Grønlandi við skipum, og fleiri føroyingar róðu eisini út har. Tí hava Føroyar eisini áhuga hjá grønlendingum, sum eru farnir at leita eftir sínum uppruna uttanlands. Serliga í 50­árunum og 60­árunum var eitt ótal av útlendskum skipum javnan inni í grønlendskum havn­ um, og tað var vanligt, at sjómenninir fóru í land og funnu sær gentur. Gjøgnum árini hava eisini nógvir fremmandir hand­ verkarar verið har. Faðirloysingar Í Nuuk er nú ætlanin at stovna eitt felag fyri grøn­ lendingar, sum ikki vita, hvør pápi teirra er. Tey rokna seg sum faðirleys. ­ Vit, sum fødd eru uttan fyri hjúnarlag og hava pápa uttan fyri Grønland, hava eingi rættindi til at leita eftir pápum okkara, sigur Klaus Frederiksen. Sjálvur er hann so væl fyri, at mamma hansara alt­ íð hevur verið opin og segði honum, hvør pápin var, og tað eydnaðist honum at fáa innlit í málið, so hann fann danska pápan, sum í sínari tíð arbeiddi í Grønlandi. So væl hevur ikki gingið hjá øllum, og torført er hjá teimum at koma víðari, tí dópsvattanin sigur einki, tey hava ongan at spyrja, og ein donsk lóg sigur, at lok er lagt á málini. Danska lógin er ikki i sam­ svari við, at Danmark hevur undirskrivað ST­sáttmálan um, at øll børn hava rætt til at kenna uppruna sín, sigur Klaus Frederiksen. Heilt nógv fólk Herfyri hittust nøkur av “faðirleysu børnunum” á fundi i Nuuk, og tað møttu 28 fólk. Klaus Frederiksen heldur, at tvær ferðir so nógvir grønlendingar í somu støðu eru bara í Nuuk, og hópur aftrat aðrastaðni í landinum. Síðan fundin hevur hann frætt úr Grøn­ landi frá heilt nógvum fólk­ um, sum kenna trongd til at finna útav, hvør pápi teirra er, og um tey kanska ikki eisini hava hálvsystkin. ­ Tað hevur so nógv at siga fyri øll menniskju at vita, hvørji tey eru, sigur Klaus Frederiksen, sum vónar, at henda áheitan fær klokkurnar at ringja onkra­ staðni í Føroyum. Leita eftir pápum í Føroyum Klaus Frederiksen, sum er stigtakari til at stovna felag í Grønlandi, fann fram til danska pápa sín. Pápin arbeiddi í sínari tíð í Grønlandi. Teir hava hitst nakrar ferðir Hvør barnaansingar­ stovnur í Klaksvík sær skal finna fígg­ ing til eina nøgd­ semiskanning av stovnunum nøgdsemi Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Á sama hátt sum býráðið í Havn læt gera eina nøgd­ semiskanning av barnaans­ ingini í kommununi, skal nú eisini ein kanning ger­ ast av barnaansingarstovn­ unum í Klaksvík. Tað samtykti býráððið á fundi týskvøldið. Hvør stovnur skal finna 10.000 krónur til kanning­ ina av fíggjarætlan síni. Gunvá við Keldu, borgar­ stjóri í Klaksvík ætlar at forða fyri, at stovnarnir verða settir upp móti hvør øðrum, tá ið kanningin er av. ­ Tað er ógvuliga keðiligt, um foreldur fara at frávelja ein stovn út frá kanningini, tí stovnurin kann vera góður, um aðrir stovnar fáa betri viðmæli. Heldur skal kanningin brúkast sum eitt hent amboð, so peikast kann á, hvat kann gerast betur, sigur Gunvá við Keldu. Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Vestmanna kommuna fekk tilboð frá tveimum láni­ stovnum upp á lán til røktar­ heimið, og fíggjarnevndin fekk heimils til at samráðast við teir. Men áðrenn nærri støða verður tikin til lántøkuna, skulu tilboðini latast upp. Áheitanrir um at vera høv­ uðsupptakari skulu verða inni 3. februar, og tilboðini upp á jørð­ og vegarbeiði 16. februar. Karl A. Olsen, borgar­ stjóri væntar, at arbeiði kann byrja í mars. Vestmanna kommuna hevur frá Fíggjarmálaráðn­ um fingið loyvi til at læna upp til 22 mío. krónur til røktarheimið, sum skal hava 24 pláss. Nøgdsemiskanning gerast av stovnum í Klaksvík Byrja í mars at byggja røktarheimið Upprunaliga ætlaðu Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna í felag at byggja røktarheim, men Kvívík tók seg úr samstarvinum, og vestmenningar fara tí nú at byggja sítt egna røktarheim Ryanair ger um seg Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur havt stóra framgongd, síðani tað fór undir flúgving í Noregi, og leiðslan ivast ikki í, at vøksturin fer at standa við. Ryanair væntar, at flogfør felagsins fara at flyta 2,6 milliónir fólk til og frá norskum flogvallum í ár, og tað er hálva aðru ferð meiri enn í fjør. Nú ætlar felagið at fara undir nýggjar rutur millum Noreg og Italia, Frakland, Bretland og lond í Eysturevropa. Ryanair varð stovnað í 1985. Í dag hevur felagið meiri enn 950 rutur millum 151 flogvallir í 26 evropeiskum og norðurafrikonskum londum. Í fjør flutti felagið 66 milliónir ferðafólk. Fáa væl av lakssild Íslendsk uppisjóvarskip hava fiskað góð 10.000 tons av fiskaslagnum lakssild í vetur. Skipini landa fiskin til ídnað, og Morgunblaðið skrivar, at tað hevur gingið væl at arbeiða fiskin. Roynt verður at fáa sum mest av vætu úr fiskinum, áðrenn hann verður virkaðu til mjøl, og tað ger, at mjølið verður ikki so salt, skrivar blaðið. Lakssild er fiskur, sum livir í øllum heimshøvunum burtursæð frá teimum kaldastu. Lakssild verður í mesta lagi níggju centimetrar langur. Føroyska skipið Finnur fríði landaði góð 200 tons av lakssild í Fuglæafirði í fjør, og tá varð myndin her á síðuni tikin.