hósdagur 28. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 19 - 28. januar 2010
Eini hjún standa í
Føroya Rætti í dag
ákærd fyri heili 11
lógarbrot hvør sær og
saman, sum fevna frá
broti á ferðslulógina
til skjalafalsan
FISKIVEIÐI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár seinnapart eydnaðist
at fáa nýggja fiskiveiðiav
talu upp á pláss við russar.
Samráðingarnar
endaðu
annars úrslitaleysar í nov
ember, tá ein russisk sendi
nevnd var í Føroyum og ting
aðist. Tað var um tað mundi,
tá Skálaberg júst varð tikin,
og hetta ávirkaði eisini sam
ráðingarnar nakað.
Hesaferð vórðu samráð
ingarnar hildnar í Keyp
mannahavn, og tær gingu
sum skilst væl.
Vit løgdu okkum eftir at
fáa betri javnvág í avtaluna
hesaferð.
Russar
hava
fingið í so nógv í sín part,
men til tað skal tó sigast, at
vit hava latið av okkara
yvirflóð av svartkjafti, sigur
Jacob Vestergaard.
Høvuðstølini fyri avtal
una 2009 vóru, at vit lótu
russum 100.000 tons av
svartkjafti og 12.800 tons
av makreli, meðan vit fingu
11.900 tons av toski og
1.540 tons av hýsu.
Tølini fyri 2010 eru, at
vit lata 85.500 tons av
svartkjafti og 14.000 tons
av makreli, meðan vit fáa
12.000 tons av toski og
1.540 tons av hýsu.
Umframt hetta eru so
nakrir snøklar við um hjá
veiðu, men soleiðis síggja
tølini í høvuðsheitinum út,
sigur Jacob Vestergaard.
Væl nøgdur
Eitt annað, sum føroyska
samráðingarnevndin
við
Andrass Kristiansen á odda,
legði stóran dent á, var at
samsvar er millum russisku
og ensku orðingina.
Ein trupulleiki í Skála
bergmálinum var, at russar
tulkaðu russisku orðingina
á ein hátt, meðan vit tulkaðu
ensku orðingina á ein annan
hátt. Hesaferð hava vit syrgt
fyri, at fult samsvar er
millum orðingarnar, sigur
Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at samráð
ingarnar í Keypmanahavn
hava gingið væl, og tær
vórðu sum nevnt lidnar
seinnapartin í gjár.
Eg eri væl nøgdur við
avtaluna, sum nú er fingin í
lag. Tað hevur eydnast okk
um at hála nakað inn aftur
av tí skeivleika, ið komin
var í javnvágina í sáttmál
anum, og tað er ein fín
gongd, sigur Jacob Vester
gaard.
Umframt samráðingarleið
aran, Andrass Kristiansen,
vóru
eisini
Jeannette
Nørgaard og Ulla Svarrer
Vang frá Fiskivinnustovuni í
Fiskimálaráðnum við eins og
umboð frá Fiskiveiðieftir
litinum og frá føroyska og
danska uttanríkisráðnum.
Sendinevndin
kemur
aftur í dag.
Betri
javnvág
í avtaluna
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, er væl
nøgdur við nýggju fiskiveiðiavtaluna við russar
Hóttir við uppsagnum
Fólk í New York eru á gosi, tí at borgarstjórin, Michael R.
Bloomberg, hevur hótt við at geva 8.500 lærarum, 1.000
sløkkiliðsmonnum, 3.150 løgreglumonnum og øðrum
starvsfólkum hjá kommununi sekkin. Harumframt hóttir
hann við at lata fleiri ellisheim aftur. Orsøkin til hóttanina
frá borgarstjóranum er, at staturin New York ætlar at skerja
sína játtan til býin New York City, og tað hevur fingið øði í
borgarstjóran. Hann sigur við tíðindastovurnar, at uttan býin
New York var staturin New York ein fátækrabýlingur í USA.
Laksavirki stóra bót
Laksavirkið KB Finest í Esbjerg hevur fingið 662.000
krónur í bót fyri at brúka eitt ólógligt ískoytisevni í sínari
framleiðslu. Tað serliga ferðaliðið hjá danska matvøru
eftirlitinum hevur avdúkað, at í hálvt triðja ár hevur virk
ið í Esbjerg brúkt 142 tons av nitrisalti í sínari laksafram
leiðslu, hóast evnið ikki má brúkast, tí tað er krabbameins
elvandi. Nikolaj Beir, sum er stjóri í KB Finest, sigur við
danska kringvarpið, at leiðslan átekur sær fulla ábyrgd av
tí, sum er hent, og at virkið er givið at brúka nitrit í
framleiðsluni.
Eitt hjúnarpar
stendur í Føroya
Rætti í dag ákært fyri
heili 11 lógarbrot
hvør sær og saman,
sum fevna frá
fderðslubroti til
skjalafalsan
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein føroyingur, sum av eini
hvørjari orsøk hevur fingið
sær muslimskt navn, og
tunesiska
kona
hansara
standa í dag ákærd fyri heili
11 lógarbrot saman og hvør
sær.
Nøkur
av
málunum
snúgva seg um falskar upp
lýsingar til myndugleikarnar
í sambandi við eitt arbeiðs
loyvi til systir konuna, nøk
ur snúgva seg um skráseting
av einum bili sum vøruvogn,
har baksetrini vórðu sett í,
skilaveggurin handan front
setrini var tikin niður og
vektmerkið tikið burtur. Alt
krøv fyri at bilurin kann
vera skrásettur sum vøru
vognur.
Maðurin er eisini ákærdur
fyri við følskum navni í
tveimum førum at hava
keypt teldu og annað fyri
góðar 18.000 krónur og
telduútgerð fyri 7.000 krón
ur, har rokningin skuldi
sendast til uppfunnan mann
á uppfunnum bústaði.
Av teimum 11 málunum
kundi maðurin bert í eina
førinum játta seg sekan,
nevniliga í at hava tosað í
telefon, meðan hann koyrdi.
Øll sakin er rættiliga
drúgv, og roknað verður
við, at rættarmálið dregur
langt út á seinnapartin.
Samansvørjing
Í morgun hava forholdini
um falsan í sambandi við
arbeiðsloyvi verið fyri, eins
og forholdið við vøru
bilinum.
Tá
søkt
verður
um
fremmanda
arbeiðsmegi,
bindir arbeiðsgevarin seg
til at gjalda innfluttu arbeiðs
megini eina fasta upphædd
um mánaðin. Í hesum førin
um hevur systir til ákærdu
konuna fingið arbeiðsloyvi
eftir treytum sum søgdu
10.000 krónur í bruttoløn
um mánaðin umframt frían
bústað og mat.
Hendan systurin gjørdist
tó sjúk mest sum beinan
vegin hon kom til Føroya úr
Tunis, og hevði tí bert fing
ið 26.000 krónur í løn eitt
heilt ár.
Ákærdu maðurin og kon
an søgdu seg einki kenna
til, at hesar vóru treytirnar,
og at systurin hevði fingið
løn fyri ta tíðina, hon hevði
verið til arbeiðis.
Í førinum við vørubilinum
segði ákærdi maðurin seg
vera útsettan fyri einari
samansvørjing. Hann hevði
sett bilin til sølu og onkur
áhugaður bað um at síggja
hann við baksetrinum í.
Hann hevði tí sett hesi leys
inn í bilin. Skilaveggin helt
hann hava lítlan týdning, og
vektmerkini vóru tikin av í
sambandi við, at bilurin var
umlakkeraður.
Ákærin, Hanna Vang,
hevði kallað mann inn frá
Akstovuni, sum eftir áheitan
frá løgregluni hevði sýnað
umrødda bil og kundi stað
festa, at vektmerkið mangl
aði, skilaveggurin var burt
ur og at baksetrini vóru ísett
og fastbóltað.
Málið heldur sum nevnt
fram út á seinnapartin.
Undir ákæru fyri skjalafalsan
Eitt av málunum snúði seg um ein Mitshubishi vøruvogn, sum
ákæruvaldið sigur, er nýttur sum persónbilur