hósdagur 28. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. januar 2010 – Nr. 19
Chelsea aftur fremst
Chelsea vann trygt á Birmingham, og tá Arsenal bara fekk javnleik
móti Aston Villa, er London-felagið nú aftur á odda í Premier
League. Eitt mál frá Florent Malouda og tvey frá Frank Lampard
sendu í gjárkvøldið Chelsea aftur á oddasessin í Premier League.
Birmingham megnaði ongan tíð av álvara at hótta Chelsea, sum
legði seg á odda eftir bara fimm minuttum, og sum allan dystin á
tamb hevði fult tamarhald í tí, sum fyrifórst á Stamford Bridge.
Arsenal spældi á útivølli móti Aston Villa, og her gjørdist úrslitið ein
málleysur javnleikur, og tí slapp Chelsea aftur avstað í
oddastríðnum.
Troyttir av spaghetti
Danska hondbóltslandsliðið, sum í løtuni er í
Eysturríki til EM-endaspælið, fór av hotelli sínum
,tá døgurði stóð á skránni í gjár. Sporten.dk skrivar,
at Wilbek og hansara menn ikki longur tímdu at
eta døgurðan, sum hvønn dag hevur verið
Spaghetti og kjøtsós. – Tað hevur tað verið á
døgurða, til millummála og til nátturða, og nú vilja
vit altso royna okkurt annað, sigur Ulrik Wilbek við
sporten.dk.
Bólturin kemur innfyri og
fyrsti maður á bóltinum
er Wayne Rooney. Við
høvdinum stútar hann
Manchester United í
Carling Cup finaluna.
Eitt avgerandi mál í
yvirtíðini móti granninum
og hvørt mansbarn í
reyðum dansar. Sosialurin
var á Old Trafford til
grannauppgerðina millum
Manchester United og
Manchester City.
Uttanfyri Director’s Box stendur ein
eldri maður í svøtum frakka, myrk-
um klædningi, fínum skóm og
hevur eina svarta leður tasku í
hondini. Hann vísir sítt atgongu-
merki til vaktin og ger klárt at fara
inn, men verður síðani steðgaður.
Hann hyggur eitt sindur bilsin
uppá vakin og tykist spyrja hvat
bagir. Ungi maðurin, sum er í einum
gulum vesti við áskriftini Security,
biðjur mannin í frakkanum seta
taskuna frá sær og rætta armarnir
út. Heldur fritin setur maður task-
una frá sær og spyr vaktin um hetta
er neyðugt. Við eitt trakkar ein
annar vaktur fram og sigur at hetta
eru mannagongdirnar við “High
Risk” dystir. Jú tað var tikið hædd
fyri trygduna áðrenn grannaupp-
gerðina millum Manchester United
og Manchester City í gjárskvøldið.
Tevez í fokus
Rundan um Old Trafford syngja
áskoðarnir óført. Ikki óvæntað er
tað tvífaldi málskorarin frá fyrru
hálvfinaluni, Carols Tevez, sum fær
at vita hvat honum er í vantu til
dystin.
Tevez hevur verið í miðpunktið í
einum orðadrátti við fyrrverandi
liðfelagin úr Manchester united,
Gary Neville, sum bara hevur økt
um spenningin upp til dystin.
Politistar á hesta baki tryggja at
áskoðarnir ikki koma ov nær
hvørjum øðrum áðrenn farið verður
inn á stadion.
Tað verður metta at einir 9.000
Manchester City áskoðarar eru til
dystin. Áðrenn dystar byrjan eru tað
teir, ið halda mestan gang. Fyri at
yvirdoyva teir, verður skrúvað
harðari frá í hátalarunum á stadion,
sum spæla eyðkennis løg hjá
Manchester United.
Stemningurin er í hásæti tá
apælararnir koma inn á vøllin og
frásøgumaðurin á Old Trafford lesur
nøvnini á teimum upp. “Number 32
– Carlos Tevez” og teir ljósabláðu
áskoðarnir jubla, meðan teir reyðu
“buha” av lívsins kreftum.
Fyri uttan eini tíggju setur ovast í
einum horni, so er Old Trafford
bókstaviliga fullsett, og dómarin
bríkslar dystin í gongd.
Sign him up
Eftir ein javnan fyrra hálvleiki, har
City áskoðarnir høvdu yvirtakið
uttanfyri vøllin, tók United yvir
bæði á og uttanfyri vøllin í byrjanini
av seinna hálvleiki.
Fyrst skoraði Paul Scholes og
nakað seinni øktið Michael Carrick
til 2-0. Tað er kvirt millum City
áskoðarnir, meðan teir eygleiða
restina Old Trafford hálsfevna
hvønn annan.
Fimm minuttir seinni kemur
javnvág í. Tevez er fyrstur á eitt
innlegg og so er samanlagt javnt
3-3.
Teir ljósabláðu taka nú yvir á
áskoðarapláasinum. “Sign him up
Fergie” sungu United áskoðarnir í
fjør, tá teir vildi hava venjarin Sir
Alex Ferguson at skriva sáttmála
við Tevez.
Nú syngja City áskoðarnir tað
sama, men sum ein hánan mót-
vegis Sir Alex og United áskoðarin-
um. Eftir málið er tríva allir 9.000
City áskoðarnir í sangin.
Seinast hesi bæði liðini møttust á
Old Trafford vann United í yvirtíðini.
Fleiri av City áskoðarinum sóu eisini
ørkymlaðir út, tá tíðin nærkaðist 90
minuttum. Tað var eisini líka við at
United stjól sigurin í yvirtíðini, men
Shay Given stórbjargaði, og nú
hildu City áskoðarnir, at tað var
sloppið. Og flest øll á Old Trafford
mundu helst gera seg kláran til
umdyst og møguliga brots sparks-
kapping – øll uttan Wayne Rooney.
34 ár
Eyguni eru púra tóm og fólk stara
bara niður í gólvi. Onkur eru óður,
men onnur bara “suffa”. City
áskoðarnir høvdu vóna at hetta
skuldi verða dagurin, tá eydnan fór
at venda.
Tað eru 33 ár síðani at City vann
eitt steyp av týdningi og á Old
Trafford hongur ein “klokka,” ið nú
gongur móti 34. Hetta er mátin hjá
United áskoðarinum at minna
grannarnir á nær teir seinast vunnu
nakað. Manchester United møta í
finaluni Aston Villa.
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
22
16
-
3
-
3
55
18
37
51
2 Man Utd.
23
16
-
2
-
5
53
19
34
50
3 Arsenal
23
15
-
4
-
4
59
25
34
49
4 Tottenham
23
12
-
5
-
6
44
24
20
41
5 Liverpool
23
11
-
5
-
7
40
26
14
38
6 Man City
21
10
-
8
-
3
42
30
12
38
7 Aston Villa
22
10
-
7
-
5
29
18
11
37
8 Birmingham
22
9
-
6
-
7
21
22
-1
33
9 Everton
22
7
-
8
-
7
32
34
-2
29
10 Fulham
22
7
-
6
-
9
26
26
0
27
11 Blackburn
23
7
-
6
-
10
25
40
-15
27
12 Stoke
21
6
-
7
-
8
19
26
-7
25
13 Sunderland
22
6
-
5
-
11
30
40
-10
23
14 Wigan
21
6
-
4
-
11
24
46
-22
22
15 Bolton
21
5
-
6
-
10
29
42
-13
21
16 West Ham
22
4
-
8
-
10
29
38
-9
20
17 Wolves
22
5
-
5
-
12
17
38
-21
20
18 Burnley
22
5
-
5
-
12
22
44
-22
20
19 Hull
22
4
-
7
-
11
20
46
-26
19
20 Portsmouth
21
4
-
3
-
14
19
33
-14
15
United 4 – Tevez 3
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.dk
Aston Villa-Arsenal
0-0
Chelsea-Birmingham
3-0
Blackburn-Wigan
2-1
Everton-Sunderland
2-0
ÚRSLIT, Premier League
Teir 90 minuttirnir vóru farnir. Men sum ikki eina ferð skoraði Manchester United avgerandi mál í yvirtíðini, tá Wayne Rooney var
hægstur og stútaði bóltin frá Ryan Giggs í netið