Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. januar 2010 – Nr. 19 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Pál fær hálva millión frá ÍSF Stjórnin í ÍSF hevur gjørt av, at svimjarin Pál Joensen skal hava 500.000 krónur av teimum 600.000 krónur, sum landið letur ÍSF til úrvalsítrótt í ár. Hesum boðaði Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, frá í sjónvarpssendingini 3-2 mánakvøldið. Hann greiddi frá, at tey í ÍSF ynskja at umsita pengarnar frá landinum so væl sum gjørligt. - Í fjør fekk Pál Joensen eisini munandi part av upphæddini frá landinum, og vit sóu hann gera stór framstig. Hetta hevði neyvan verið møguligt uttan peningin frá landinum. Vit hava fingið frágreiðing frá Svimjisambandinum, og vit eru nøgd, segði Sølvi Reinert Hansen í sjónvarpinum. Gudjohnsen til Tottenham Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, sigur seg vera vísan í, at tað eydnast felagnum at fáa íslendska Eidur Smára Gudjohnsen í hópin. Gudjohnsen hevur ikki trivist serliga væl, síðani hann í summar skifti úr Barcelona til Monaco. Lønin í sáttmálanum er tó væl hægri enn tað, sum vanligt verður latið fyri ein sess á beinkinum, og tí ynskir Monaco at leiga spælaran út. Umframt Tottenham hevur West Ham eisini roynt at fáa fatur á 31 ára gamla Gudjohnsen, men sambært útsagnunum hjá Redknapp, verður tað í Tottenham, at hann nú skal skjóta mál. Eftir beiska tapið fyri Danmark í evstu løtu, verður nú skotið eftir venjaranum hjá norska hondbóltslandsliðnum, tí hann ikki skal hava nóg nógvar royndir Tað er fyrrverandi landsliðsvenjarin og hondbóltsserfrøðingurin, Frode Kyvåg, ið skjýtur við skørpum, eftir at Norra í allarsíðstu løtu tapti fyri Danmark týskvøldið og tí í veru- leikanum misti møguleikan fyri hálvfinaluplássinum. – Vit kunnu ikki billa okkum inn, at vit fara at berjast um heiðurs- merki, tá bara átta spælarar verða brúktir. Einki av hinum londunum ger soleiðis, sigur hann í náðileysu atfinningunum at venjaranum, Robert Hedin. – Um vit bara hyggja at danska landsliðsvenjaranum, Ulrik Wilbek, so er hann taktikkari burturav. Hann hevur eisini alla tíðina gjørt út skift- ingar á liðnum, og tað gjørdi hann eisini, nú Danmark vann á Norra. Brúkti ikki breiddina Frode Kyvåg vísir eisini á stóran mun á leiðarastílinum, teir báðir venjararnir vístu í norðurlendsku uppgerðini, har hann helt danska venjaran vera tann klárt klókara av teimum. – Wilbek gevur ongantíð upp, men er ísakaldur og leitar altíð eftir teimum røttu loysnunum, sigur Kyvåg, sum helt svenska lands liðs- venjaran hjá Norra dumpa júst á hesum økinum, tí norsku spælar- arnir vóru ov troyttir, tá teir komu í avgerandi støðurnar í dystinum ímóti Danmark. – Endiliga høvdu vit ein hóp við 16 spælarum, so vit kundu gleða okkum um, at vit nú høvdu tveir javntgóðar menn á hvørjum plássi. Men tað nyttar lítið, tá venjarin ikki torir at brúka fólkið, sum hann hevur. Hann hevur snøgt sagt ikki neyðugu royndirnar. Hedin er ikki samdur Robert Hedin er sjálvandi ikki samdur, men vísir aftur atfinningunum frá Frode Kyvåg. – Tað er møsn, tá hann sigur spælararnar vera ov troyttar og moyrar í avgerandi løtunum, tí eg veit, at allir mínir spælarar eru væl fyri og orka tað, sum skal til, sigur Hedin, ið heldur veruleikan vera júst tann øvugta av tí, Kyvåg førir fram. – Eg viðgangi, at eg einki skifti út í fyrra hálvleiki, men tá vóru vit eisini á odda við fleiri málum. Í seinna hálvleiki, tá vit gjørdu fleiri útskiftingar, gekk tað hinvegin galið, so vit endaðu við at tapa upp á tann mest óhepna mátan, tú kanst hugsa tær. Venjarin hjá Eysturríki burturvístur Íslendski venjarin hjá eysturríkska hondbóltslandsliðnum, Dagur Sigurðsson, hevur fingið treytaða burturvísing frá europeisku hond- bóltssamgonguni, EHF, tí hann hevur víst ósportsligan atburð. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum millum Eysturríki og Kroatia týsdagin, fekk Dagur Sigurðsson reyða kortið frá dóm arunum, og síðani hevur aga nevnd in hjá EHF í skundi viðgjørt málið. Stóran part av dystinum brúkti venjarin seg við EHF- umboðini, ið leiddu dómaraborðið, og ta einu ferðina sparkaði hann eftir beinkinum, tey sótu á. Royndartíðin, hann nú hevur fing ið, er eitt ár, men revsingin kann kærast. Hil Cervar sigur upp Kroatiski landsliðsvenjarin, Lino Cervar, slepti einari bumbu á tíðinda fundi í gjár, tá hann fyri opnari mikrofon boðaði frá, at hann leggur frá sær sum landsliðsvenjari, so skjótt sum EM-endaspælið í Eysturríki er av. Hann tímir ikki at standa á odda fyri landsliðnum longur, tí eingin trýr upp á tað arbeiði, hann hevur roynt at lagt lunnar undir síðani 2002. – Okkara landslið skal ikki toppa fyrr enn í OL í 2012, men eingin leggur í at lurta, tá tað verður sagt. Í staðin koma øll við atfinningum og negativum viðmerkingum. Eg finni meg ikki í tí meira, so tí gevist eg, so skjótt vit eru lidnir her, segði Cervar framman fyri gapandi fjøldini av ítróttarjournalistum. Bara fáar minuttir undan tíðinda fundinum hevði Cervar fortalt spælarunum um avgerð sína, og tað ljóðar, at lagið eftirfylgjandi var ringt í kroatisku landsliðsleguni. hil EM-hondbóltur Bólkur M1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kroatia 4 3 - 1 - 0 107 100 7 7 2 Ísland 4 2 - 2 - 0 128 115 13 6 3 Danmark 4 3 - 0 - 1 113 107 6 6 4 Noreg 4 2 - 0 - 2 104 100 4 4 5 Eysturríki 4 0 - 1 - 3 116 126 -10 1 6 Russland 4 0 - 0 - 4 110 130 -20 0 Bólkur M2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Frakland 4 3 - 1 - 0 106 94 12 7 2 Pólland 4 3 - 1 - 0 124 115 9 7 3 Spania 4 2 - 1 - 1 112 101 11 5 4 Slovenia 4 0 - 2 - 2 127 138 -11 2 5 Kekkia 4 1 - 0 - 3 116 128 -12 2 6 Týskland 4 0 - 1 - 3 101 110 -9 1 EM-endaspælið, dystir Millumbólkur 1 25/01 Kroatia-Ísland 26-26 25/01 Noreg-Eysturríki 30-27 25/01 Danmark-Russland 34-28 26/01 Russland-Ísland 30-38 26/01 Kroatia-Eysturríki 26-23 26/01 Noreg-Danmark 23-24 28/01 Noreg-Ísland 15.00 28/01 Russland-Eysturríki 17.00 28/01 Kroatia-Danmark 19.15 Millumbólkur 2 24/01 Týskland-Frakland 24-22 24/01 Pólland-Spania 32-26 24/01 Slovenia-Kekkia 35-37 26/01 Slovenia-Frakland 28-37 26/01 Týskland-Spania 20-25 26/01 Pólland-Kekkia 35-34 28/01 Týskland-Kekkia 15.30 28/01 Slovenia-Spania 17.30 28/01 Pólland-Frakland 19.30 Venjarin ov óroyndur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sum spælari var nú 43 ára gamli Robert »Robban« Hedin partur av svensku gulløldini. Í sínum tilsamans 196 landsdystum fyri Svøríki var hann við til at vinna EM-gull í 1994, HM-bronsu í 1993 og 1995, HM-silvur í 1997 og OL-silvur í 1992 og 1996. Sum spælari spældi hann við feløgum í Svøríki, Sveis, Spania, Týsklandi og Norra, og sum venjari hevur hann verið virkin í feløgum í Svøríki, Sveis og Týsklandi. Hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Norra síðani á heysti í 2008. FAKTA Svenski landsliðsvenjarin hjá Norra, Robert Hedin, fær nú skyldina fyri, at Norra tapti avgerandi dystin ímóti Danmark týskvøldið