hósdagur 28. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 28. januar 2010
Heim ella
til HB
Landssliðsspælarin
staðfestir, at tað verður
í FC Suðuroy ella í HB,
at hann fer at spæla
fótbólt í 2010
Íslendska Morgunblaðið
staðfesti í gjár, at Símun
Samuelsen og Keflavík eru
samd um, at partarnir nú
skijlast, hóast Símun framvegis
hevði nakað eftir at
sáttmálanum.
Orsøkin til hetta er, at
familjan hjá Símuni nú er flutt
aftur til Føroya, og at hann tí
hevur ynskt at verða loystur úr
sáttmálanum. Eitt ynski, sum nú
gingið á møti.
Enn er ikki endaliga greitt,
hvar framtíðin á
fótbóltsvøllinum liggur. Men
leingi hevur ljóðað, at HB er
felagið, sum Símun fer at spæla
við, og spælarin váttar sjálvur,
at tað er ikki einki um tosið.
- Tað eru tvey feløg, sum eru
upp á tal. Og annað av teimum
er HB, sigur Símun Samuelsen,
sum samstundis váttar, at hitt
felagið er FC Suðuroy, sum
barndómsfelag hansara í Vági
nú eitur.
- Sjálvur vænti eg, at endaliga
avgerðin fellur í dag ella í
morgin. Men meira enn tað fái
eg ikki sagt, sigur Símun
Samuelsen, sum nú er í Íslandi
og avgreiðir seinastu
smálutirnar, áðrenn ferðast
verður aftur til Føroya.
Svimjisamband Føroya
hevði um vikuskifti vitjan
av estiska professaranum
Rein Haljand, sum er
serfrøðingur í rørslur
hjá menniskjum, og ein
av heimsins fremstu
ráðgevum um svimji
teknikk
Svimjing
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Hetta er aðru ferð, at Haljand vitjar í
Føroyum, og niðurstøðan frá
vitjanini hesaferð var, at føroysku
svimjararnir sum heild hava betrað
um sín teknikk, men at har enn
manglar nakað serliga í undirvatns-
fasuni.
Mannagongdin var at svimjar-
arnir fyrst vórðu filmaðir ein og ein,
yvir og undir vatn, meðan teir við
fullari ferð svumu sína sergrein.
Hesar upptøkur vórðu viðgjørdar
av professaranum, sum síðani gav
afturmeldingar til hvønn svimjara
sær á fundi saman við venjarum
teirra. Ein tilgongd sum tilsamans
kravdi tveir tímar av filming, 12
tímar av videoviðgerð og 12 tímar
av fundum.
Svimjararnir vóru 16 serliga
útvaldir svimjarar, ið verða mettir av
hava serliga góð evni til svimjing,
og sum ætla sær at kappast í rúma
tíð afturat. Hartil bjóðaði profess-
arin seg til at brúka ein tíma afturat
uppá 9 eyka svimjarar, so at samlaði
hópurin til sjálva filmingina gjørdist
25 svimjarar. Hetta so at upptøk-
urnar av teimum kunnu nýtast nú
og í framtíðini, til samanberingar.
Niðurstøðan hjá professaranum
var sum heild, at svimjararnir hava
betrað nógv um síni rørslumynstur,
men at tey mangla kraft. Øll stóðu
rætt á startskamlinum, og lupu,
svumu og vendu eisini rímiliga
rætt. Men nógv vóru tó alt ov
spakulig serliga í undirvatns-
svimjingini, í mun til tað sum estiski
professarin hevði væntað sær av
betringum síðani vitjanina í mars
mánaða í fjør.
Glottar vóru at Pál Joensen
sambært professaranum nú er
"almost perfect", við ovurlongum
tøkum og góðum teknikki sum
heild. Turið S. Christiansen hevur
"world class" beinspark, har
føturnar slettis ikki flyta seg
aftureftir í sjálvum beinsparkinum,
men í staðin útilokandi flyta
kroppin frameftir, sum tá ið vit
onnur seta av frá einum veggi. Og
at Magnus Jákupsson hevur
teknikk til at svimja fleiri sekund
skjótari enn hann longu ger.
Rein Haljand hevur seinastu 7
árini verið tilknýttur at millum
øðrum danska svimjisambandinum,
ið sum kunnug eisini er í rúkandi
menning. Hann hevur verið
tekniskur ráðgevi hjá heimsmeist-
arum sum Alexander Popov úr
Russlandi, Ian Thorpe úr Avstralia,
Stefan Nystrand úr Svøríki, Otylia
Jędrzejczak úr Póllandi og Brent
Hayden úr Kanada. Fremsta orsøk
til at hann vil hjálpa okkum í
Føroyum, er at hann sær stórar
møguleikar í serliga Pál Joensen.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Hvør rørsla hjá svimjarunum verður bandað, og síðani hyggur estiski professarin eftir, hvørjir lutir kunnu betrast
Læra frá tí besta