hósdagur 28. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2010
23
Stjørnuborgin hjá Thomas Wright í
Westertown í County Durham.
Ovara myndin vísir, hvussu Rosse
teknar M51 eftir tí, hann hevur sæð
í stóra kikaranum. Niðara myndin er
ein nýggj mynd frá NASA.
Myndin vísir, hvussu William og Caroline Herschel ímynda sær skapið á
Vetrarbreytini.
48 tumma speglteleskopið hjá William Herschel. Kikararørið
var 40 føtur langt. Kikarin stóð liðugur í 1789. Í meiri enn
hálva øld var hann størsti kikari í heininum.
48 tumma speglteleskopið hjá William Herschel. Kikararørið var 40 føtur langt.
Kikarin stóð liðugur í 1789. Í meiri enn hálva øld var hann størsti kikari í heininum.
Myndin vísir mannagongdina, tá ið Bessel brúkar parallaksa at rokna frástøðuna til stjørnuna 61 Cygni árini 1837-1838.
Umsíðir verður fyrsta stjørnufrástøðan roknað (í 1838)
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 30
Sum 19. øld líður, verða kikararnir
alsamt størri. Fyrsta stjørnufrástøðan
verður roknað, og granskarar fáa
smátt um smátt hilling á skapinum
á Vetrarbreytini, men enn veit eingin,
hvørt breytin er alt, sum er, ella
um tokublettirnir, sum eru at síggja
á himmalinum, eru partar av okkara
breyt ella sjálvstøðugar stjørnubreytir
Enski stjørnufrøðingurin Thomas
Wright, 1711-1786, er fyrstur at lýsa
skapið á okkara stjørnubreyt, Vetrar-
breytini. Hugskotið hjá Wright er, at
Vetrarbreytin sær út sum hon ger, tí
vit eru í einari stjørnuoyggj, sum hevur
skap sum ein stór skiva. Wright hugsaði
sær eisini, at summir kámir tokukloddar,
sum hann hevði sæð í kikara sínum,
kundu vera fjarar stjørnubreytir!
Týski heimspekingurin Immanuel
Kant, sum fyri ein part grundaði síni
stjørnufrøðiligu sjónarmið á átrúna,
tók eisini lut í kjakinum um Vetrar-
breytina, og hann var samdur við Wright
um hetta seinna sjónarmiðið. Kant
hugsaði sær harumframt, at alheimurin
víðkaðist. Slík sjónarmið vórðu tó
sum heild ikki tikin í álvara um hetta
mundið.
Messierskráin
Í 18. øld løgdu stjørnueygleiðarar eins
og nú á døgum nógv fyri til at finna
nýggjar halastjørnur. Sást tú fyrstur
eina halastjørnu, fekst tú navnið skrivað
í stjørnufrøðisøguna. Ofta og títt hildu
eygleiðarar seg hava funnið eina nýggja
halastjørnu, sum tó seinni vísti seg
at vera okkurt annað kent fyribrigdi,
sum longu var skrásett. Til at sleppa
undan slíkum mistøkum setti franski
stjørnufrøðingurin Charles Messier,
1730-1817, sær fyri at skráseta knatt-
støðuna á himmalkúluni hjá hesum
fyribrigdum. Hann nevndi tey M1,
M2, M3 o.s.fr. M fyri Messier. Fyrsta
skráin stóð í “Mémoires de l´Academie”
fyri 1771 og varð givin út í 1774. Sjálvur
sá Messier fyrstur ikki færri enn 13
nýggjar halastjørnur.
Herschelfólkini royna at mála skapið
á breytini
William Herschel, 1738-1822, var
kendur fyri sínar stóru kikarar. Hann
læt gera teleskop í hópatali í síni drúgvu
tænastu fyri vísindini. William, systirin
Caroline, 1750-1848, og sonurin John,
1792-1871, gjørdu stór avrik í stjørnu-
frøðini. Tá ið William fær fatur á
Messierskránni, setur hann sær fyri
at kanna knøttirnar í henni. Í M13 sær
hann lýsandi prikkar og metir hetta
vera ein “kúluskapaðan stjørnuhóp”.
Í 1784 seta William og Caroline
sær fyri at kanna stjørnutættleikan á
himmalhválvinum. Tey velja sær øki
ymsastaðni á himmalinum, telja stjørn-
urnar í teimum og rokna tættleikan.
Niðurstøðan er, at Vetrarbreytin hevur
skap sum ein skiva, júst sum Wright
hevði hugsað sær. Tey bæði brúka
eisini ljósstyrkina hjá stjørnunum at
meta um frástøður. Tey seta fyri, at
allar stjørnur lýsa við somu rættiligu
styrki og bera saman við styrkina hjá
Sirius. Frástøðuna hjá Sirius, sum tey
ikki vita, nevna tey ein siriometur.
Tey kunnu so av sæddu ljósstyrkini
hjá øðrum stjørnum rokna teirra frástøðu
í siriometrum. Hóast hetta er ivasamur
arbeiðsháttur, eru tey við hesum før
fyri at tekna eina skitsu av skapinum
á Vetrarbreytini, sí myndina niðanfyri.
Sólina meta tey vera onkustaðni í
miðjuni á stjørnuoynni. Tey meta,at
breytin er einar 1.000 siriometrar í
tvørmál og einar 100 siriometrar til
tjúktar. Nú vita vit, at Sirius er 8,6
ljósar burturi, so hesi tølini eru alt ov
smá. Stjørnurnar í breytini meta tey
vera einar 300 mió í tali. Tað er bara
um leið ein túsundapartur av rætta
talinum! Tað vita vit nú. Hóast hesi
mistøk hava Herschelfólkini flutt
rúmdarmørkini. Sjálv eru tey fullgreið
yvir avmarkingarnar í fyrimyndini,
sum tey hava teknað av Vetrarbreytini.
Eftir at hava kannað nógvar kúlu-
skapaðar stjørnuhópar í Messierskránni,
varnast William, at knattstøðurnar
hjá hesum hópum onkursvegna eru
heftar at støðuni hjá skivuni í breytini.
Bessel roknar fjarstøðuna hjá stjørn-
uni 61 Cygni
At rokna fjarstøður í rúmdini hevur
altíð verið trupult. Navnframi stjørnueyg-
leiðarin Tycho Brahe kundi t.d. ikki
góðtaka heliosentrisku heimsmyndina
hjá Kopernikus, tí honum eydnaðist
ikki at mála parallaksan hjá nakrari
stjørnu. Parallaksi er tað fyribrigdið,
at siktilinjan av jørðini til eina stjørnu
broytist (sammett við fjarar stjørnur)
sum árið líður, og jørðin flytur seg
í síni ringrás um sólina. Fyrstur at mála
parallaksa er týski stjørnufrøðingurin
og støddfrøðingurin Friedrich Wilhelm
Bessel, 1794-1846. 26 ára gamal verður
Bessel stjóri á nýggja observatorinum
í Königsberg. Bessel kannar eginrørsl-
urnar hjá stjørnum, t.e. rørslurnar, sum
eru serstakar fyri ta einstøku stjørnuna
sammett við heildarrørsluna hjá øðrum
stjørnum. Hann hugsar sum so - sum
eisini er rætt - at stjørnurnar, sum hava
stóra eginrørslu, eru okkum næstar.
Tí roynir Bessel at mála parallaksan
hjá stjørnuni 61 Cygni (í Cygnus, t.e.
Svaninum). Hetta var ein djørv ætlan,
tí stjørnan er rættiliga kám, men hon
er stjørnan við størstu eginrørslu, hann
veit um. Sum hugsað so gjørt. Í 18
mánaðir, árini 1837-1838, skrásetir
Bessel neyvt knattstøðuna hjá 61 Cygni.
Og mín sann, har er ein vinkulmunur
0,628 bogasekund, sí myndina. Tað
eru 0,0001744 stig! Helvtin av hesum
er tað, vit nevna parallaksi. Parallaksan
brúkar Bessel at rokna fjarstøðuna.
Úrslitið er 98,3 mió mió km ella 10,4
ljósár. Stjørnan er meiri enn 650
túsund ferðir so langt burturi sum
sólin! Og tá er úrslitið hjá Bessel eini
10 % ov lítið. Nakað seinni verða frá-
støðurnar til stjørnurnar Vega og Alfa
Centauri máldar. Vega er eini 25 ljósár
burturi og Alfa Centauri - sum er trí-
dupult stjørna og mett at vera okkara
næsta grannastjørna - er 4,3 ljósar burturi
(seinni kanningar hava víst, at Proxima
Centauri er eitt vet nærri). Bessel er
kløkkur av síni egnu máling. Úrslitið
vísir, at stjørnurnar eru ófatiliga langt
burturi. Eftir hetta ber til at seta tal
á siriometrarnar hjá Herschel. Vetrar-
breytin verður leysliga mett at vera
10.000 ljósár í tvørmál og 1000 ljósár
til tjúktar, sum er alt ov lítið.
Ósemja um støddina á alheiminum
Um hetta mundið eru granskarar
ósamdir, hvørt Vetrarbreytin er
allur alheimurin ella ikki. Herschel
og mong við honum hildu, at hon
fevndi um alt, sum var. Tær tokurnar,
sum sóust í kikara ímillum stjørn-
urnar, vóru hildnar at vera partur
av Vetrarbreytini. Aðrir granskarar
hildu, at tokurnar, serstakliga spiral-
tokurnar, vóru breytir fyri seg langt
úti í rúmdini. Orðadrátturin um hesi
bæði sjónarmið fekk sum frá leið heitið
“tað stóra kjakið”. Eitt vóru tó báðir
partar samdir um, at neyðugt var at
fáa til vega størri kikarar.
Rosse Jallur
William Parson, 3rd Earl of Rosse,
1800-1867, var borin í heim í York
í Yorkshire í Onglandi. Hann giftist
múgvandi konu, Mary Field, og í 1841
arvar hann eitt stórt góðs í Írlandi eftir
faðirin. William er væl lærdur maður,
og hugin hevur hann góðan til stjørnu-
frøði. Hann leggur seg eftir at gera
stórar kikarar. Árini 1842-1845 letur
hann gera ein serliga stóran kikara,
sum verður heimsins størsti - tað, ið
eftir er av 19. øld. Speglið, sum er
1,8 m í tvørmál, vigar eini 3 tons. Til
at stoypa tað fara einir 80 rúmmetrar
av torvi. Verkætlanin hjá Rosse Jalli
kostar í okkara peningi fleiri mió kr.,
og hann fíggjar hana sjálvur.
Nú kikarin stendur liðugur í 1845,
er hervilig eplasótt í Írlandi. Stjørnu-
frøðin má bíða eina tíð, og Rosse leggur
seg í staðin eftir at hjálpa illa støddum
fólki.Tá ið Rosse aftur fekk høvi at
fáast við stjørnurnar, arbeiddi hann
miðvíst við kikaranum. Til dømis sá
hann spiralbygnaðin í meldurtokuni
M51, sí myndina. Men heldur ikki
Rosse kundi siga, um M51 var eitt
fyribrigdi í okkara breyt, ella talan
var um serstaka breyt langt burturi.
Umráðandi var nú at vita, hvussu
langt burturi spiralbreytirnar vóru.