Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 19 - 28. januar 2010 C hristoffer Michael, f. 28.1 1822, var sonur Zacharias Olsen f. 1784, ættaður úr Tjørnuvík. Í 1811 er hann krambakall­ ur hjá kongaliga handlinum í Havn. Zacharias giftist 1.11 1819 við Margrethu Catrinu Müller f. 3.7 1794 í Hvalba, systir sýslu­ mannin Rasmus Müller. Hetta merkir, at Chri­ stoffer var systkinabarn gamla sýslumannin í Havn H.C. Müller. Sjálvur giftist Christoffer við Elsebeth Christine Evensen, f. 22.8. 1831, dóttir Elsebeth Sus­ anne og Johan Christian Evensen úr Hvalba. Hon var elsta systa systir Joen Peter og Jens Christian Evensen. Joen Peter og synir hans­ ara Sofus og Jens hava ver­ ið umrøddir í røðini Hend­ ur ið Sleptu. Tveir aðrir synir, Johan og Christian, verða umrøddur í røð í Miðvikuni, har 2. partur var í blaðnum í gjár. Jens Christian verður eisini umrøddur seinni í røðini. Christoffer átti hesi systkin: Cathrina Margretha Elisabeth Olsen, f. 1825, giftist við Hans Olaus Djur­ huus, bónda á Vestara Húsa­ garði. Dóttir teirra var Mar­ gretha f. 1854, sum giftist við Oliver P. Effersøe. Ein beiggi Hans Olaus var Andreas Djurhuus, sum var prestur og próstur í Streymoy 1843­1867. Ein annar beiggi var Johan Christian Djurhuus, van­ liga kallaður Faktorin. Ein systir Vangina giftist við Emil Kock sorinskriv­ ara, og hon gjørdist ver­ móður Christian Bærentsen amtmann. Sigga Poulina Olesdatter, f. 1829, giftist við Jákup Jacobsen, bónda á Eystara Húsagarði. Van­ liga var hon kallað Lina. Óli Christian Pram Gad Olsen, f. 1833 var ógiftur. Hann var lamin og virkaði sum skómakari. Hann hevur viljað havt skúlagang, tí í 1847 fer hann í kvølskúla hjá A.C. Lützen. Í 1851 var hann avloysari í kongaliga handlinum. Í 1852 fer hann til Dan­ markar at læra til skómak­ ara. Her var hann ikki hepp­ in við lærumeistaran, sum setti hann til at gera alt annað, enn tað hann var komin til. Pram, sum hann var kallaður, rýmir úr læru­ plássinum heim til Føroya aftur. Men her er hann kom­ in til skómakaran Bærent­ sen av Sundi, og nú tykist at hava borið betri til. Børnini hjá Christoffer og Kristinu Christoffer og Kristina, sum hon varð kallað, fingu fýra børn: Zacharias f. 1851, giftur í Danmark. Kona æt Emilie. Tey fingu minst eitt barn, Ragnhild f. 1878. Johan Christian f. 1858. Giftist eisini niðri. Kona æt Ida Jensine Caroline. Tey fingu fimm børn: Haldor Christopfer f. 1886, Bjarne Johan f. 1887, Olav Even f. 1889, Margrethe Elsebeth Louise f. 1895 og Leif Christian f. 1897. Jens Michael Olsen f. 1860. Hann giftist við trí­ menninginum Petru Kristine Müller f. 1864. Tey fingu fleiri børn, sum doyðu smá. Gudrun f. 1895 kom undan, men giftist ikki. Margrethe Cathrine f. 1862. Hon giftist við Søren Müller, beiggja Petru hjá Jens Olsen. Tey fingu Hans Christoffer f. 1888, giftur við Ebbu, Esben Michael f. 1890, doyði sum smádrong­ ur, Margrethe Christine Elsebeth f. 1896, giftist við Johan Danielsen, postmeist­ aran, og Poul f. 1902 giftist við Sunnevu úr Skúvoy. Tey fingu eisini tvær døtur, sum doyðu smáar. Hetta merkir, at tað eru bert Hans Christoffer og Poul, synir Søren Müller, av ættini hjá Elsebeth Christine og Christoffer Michael Olsen, sum eiga eftirkomarar í Føroyum. Dagbókin, sum lýsir lívið í Havn Tað er so heppið, at tað er nógv, sum kann greiðast frá um Christoffer og hansara. Hann fór 20 ára gamal at føra dagbók í 1842, og tað gjørdi hann fram til 1881. Tað er ikki nógv, hann skrivar teir flestu dagarnar, men kortini fyllir dagbókin einar 200 maskinskrivaðar síður bert fram til 1856. Tað er eisini gjørdur listi yvir teir persónar, sum hann umrøður, og hesir eru fleiri hundrað í tali. Tí er dagbókin eisini hent hjá søgumonnum, og tað er tikið nógv til hana í nýggju Havnarsøguni. Christoffer arbeiddi fyri kongaliga handilin í Havn 1840­42. Síðan kom hann til úthandilin hjá kongaliga handlinum í Klaksvík í 1840 at arbeiða undir faktor Johan Mortensen, sum var upprunin til Mortensenfyritøkurnar á Tvøroyri. Í 1845 flytir hann til høvuðshandilin í Havn, har hann arbeiddi fram til 1856. Frá 1856 og mong ár fram arbeiddi hann í Res­ torffs handli í Vágsbotni. Hann búði í húsunum yviri í Trøð, sum mostir hansara Jomfrú Müller hevði latið byggja í 1830. Christoffer átti bátar og leigaði teir út til havnar­ menn at avreiða til konga­ liga handilin. Eitt skifti hevði hann fýra bátar. Her skal fyrst og fremst takast tað úr dagbókini, sum viðvíkir privatu viður­ skiftini hjá Christoffer. Føðingardagur við stíli 1843 28.5 blev jeg forlovet med Anneke Michelsdatter Uppsalon (Klaksvík) 1846 15.3 blev Forlovelsen med A. Michelsdatter paa begges fredelige Overens­ komst ophævet. 6te April gik hun til Biskopstø, var blevet forlovet med (Johan) Zidske Joensen. Tey giftust 9. oktober. Men eydnan var ikki við teimum. Hann fór at handla, og tað bar ikki til. Tey fingu børn, men eingin ætt er eftir tey í dag. 1847 28.1 hevði Christoffer 25 ára føðingardag við stíli sum hann greiðir frá: Fruen­ timmerne fik Chokolade, da de kom, de andre 1 Snaps Cognac, Punch og Smørre­ brød til Aften, The og Kaffe om Natten. Vi holdt ud til klokken 5 om Morgenen. Tað er heldur ikki smá­ vegis av gávum hann fær. Hesar roknar hann upp í 14 reglum í maskinskrivaðu dagbókini. 12.6 rejste min Fader paa Besøg til Tjørnevig, hvor han er født. Han har kun været der en Gang i de sidste 30 Aar Verður trúlovaður við Kristinu 1848 8.1 blev jeg Forlovet med Elsebeth Christine Evensen. 17.3 forærede jeg min Forlovede, Jomfru Even­ sen, 1 Syæske, 1 Toilet­ taske, 1 Naalebog, 1 Etui 9.5 rejste min Forlovede til Hestø 30.5 kom min Forlovede tilbage fra Hestø, hun har været der i 3 Uger. 13.11 var jeg i Bryllup hos Poul Isaksen, Thors­ havn. Min Forlovede var Brudepige. (Poul giftist við Onnu, dóttir Andrass Mortanson, sum grund­ legði Argir. Tey gjørdust forfedrar til Geilaættina í Havn og harvið eisini til tann, sum skrivar hetta.) 1849 9.5 rejste min Forlovede til Suderø med jagten For­ tune. Madam Davidsen (kona Jens, har brøður Christoffer Michael Olsen: Revsingin 25 sløg við koyrli Vit hava í fleiri pørtum umrøtt tey Evensen, sum eru grivin í gamla kirkjugarði. Systir Joen Peter og Jens Christian Evensen, Elsebeth Christine, giftist við Christoffer Michael Olsen, sum við síni dagbók eigur ein fittan part av nýggju Havnarsøguni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo CHRISTOFFER MICHAEL OLSEN F. 8. JANUAR 1822 D. 23. MARTS 1911 OG HUSTRU KRISTINE OLSEN F. EVENSEN F. 22. AUGUST 1832 D. 27. JULI 1922 Christoffer Michal og Kristina. Bæði gjørdust tey nærum 90 ár Mynd: Ann Britt Müller