fríggjadagur 29. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2010
Ein rappari og tvey
spennandi kuffert
tryggja, at børnini
ikki verða sett skák
og mát av álvaranum
í átta jarðarferðum í
leikinum »Heimsins
bestu jarðarferðir« á
Tjóðpallinum
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hamstarin Luffi er deyður,
og partafelagið »Jarðarferð
ir« hjá átta ára gomlu Ester
og Karl hevur átikið sær
álvarsomu uppgávuna at
jarða hann og røkja grøvina í
allar ævir fyri 10 krónur.
Vit eru á Tjóðpallinum til
barnaleikin
«Heimsins
bestu jarðarferðir«. Hátíð
arliga lyftir Ester lokið av
eskjuni við líkinum av
Luffa og setur hana á gólv
ið, so lítlibeiggi hennara
Gutti kann kaga niðurí.
Hann kann eins væl síggja
lívsins álvara í eyguni,
heldur hon og við betrivit
andi men »taðskalnokk
ganga«
útrykkinum
hjá
Barbaru Christophersen í
leiklutinum
sum
Ester,
verða vit sannførd um, at
tað nokk eisini er best.
Gutti
heldur
ondini,
grulvar forvitin og djarvt
yvir til eskjuna, í tí Bárður
Persson sleppur framat í
einum av sínum bestu leik
lutum.
Darrandi
undir
vørrin, mótmælandi sitring
arnar í kroppinum og van
trúgvnu eyguni, tá hann
bønandi hyggur uppá Ester,
lata ongan iva vera um, hvat
tað er, Gutti sær niðri í eskj
uni og hvussu tað følist.
Við sínum lítla peikifingri
roynir hann ørkymlaður at
vekja Luffa. Men Ester er
náðileys og smekkar lokið
á aftur: soleiðis er tað at
vera deyður. Punktum.
M
en eina góða jarðar
ferð skal Luffi nokk
fáa, eins og øll hini deyðu
djórini fáa tað hendan
summardagin, í leikinum
»Heimsins bestu jarðar
ferðir« hjá Tjóðpallinum, tá
Ester og Karl stovna parta
felagið »Jarðarferðir«. Nøk
ur ár eru liðin, men Ester og
Karl minnast týðiliga hvussu
stuttligt og syrgiligt tey
høvdu tað tann dagin, tey
jarðaðu ein firvald, ein
hamstara, eina sildafamilju,
eina haru, ein pakka við
fiskafingrum, 10 mýs í
einum og eitt skítbýtt orð.
Leikurin er sera snildis
liga og einfalt bygdur upp
við at lata tey bæði hittast
aftur sum hálvvaksin við
hvør sínum kufferti í hond
ini. Sýningin hendan dagin
var fyri dagstovnabørnum,
og so skjótt kuffertini komu
á pallin, fór forvitni sum
eitt suð gjøgnum leikhúsið.
Minni spennandi bleiv tað
ikki, tá Ester gloppaði
annað kuffertið og stakk
hondina undir lokið og
bankaði á okkurt, sum
ljóðaði sum ein grýta.
Lítla løtu seinni verða
kuffertini latin víðopin og
alskyns jarðarferðarútgerð
bóltar út saman við minnun
um um heimsins bestu
jarðarferðir.
E
ster er tann, sum
hugsar um alt, eisini
um at ongin hugsar um øll
tey deyðu djórini, og tí
skulu hon og Karl taka sær
av teimum. Sjálvt um Karl
ikki rættiliga skilur hana, er
hann við uppá hugskotið,
ikki minst tí hann so sleppur
at framføra onkrar av sínum
eftir hansara tykki frálíku
yrkingum. Kul skal tað
eisini vera, so skjótt fær
hann víst seg sum ein rættan
rappara
í
hettutroyggju,
sneakers og hangireyvs
buksum í líkfylginum hjá
feitu
mýsini,
rappandi
»Spikafeita nú ert tú farin
ver tí varðin...« dam dada
dam ...
Rættiliga ivasamt er tað
kortini, hvussu nógv hann
skilur av tí heila, og tað er
eisini tað, leikurin snýr seg
um. Her er tað serliga lítli
Gutti, sum setir teir einføldu
og truplu spurningarnar
sum: Hvat er tað at vera
deyður? Fær man ilt? Er
man
einsamallur?
Her
brillierar Bárður Persson
veruliga sum bangni, illi,
grátandi og ráðaleysi Gutti,
ið hevur eitt heilt serligt tak
á børnunum, bæði tí tey
kenna seg aftur í Gutta og
samstundis eru eitt trygt vet
klókari enn hann.
S
tørsta partin av leikinum
eydnast tað væl at ríða á
javnvágini
millum
tað
stuttliga og tað óunniliga á
ein hátt, so børnini ikki
vera sett skák og mát av
álvaranum. Men tá ein av
høvuðspersónunum
doyr,
og verður brendur og øskan
av honum leggur seg sum
eitt skýggj yvir pallin,
koppar leikurin yvirum eitt
mark, eftir mínum tykki.
Gamaní visti ein lítil genta
millum
áskoðararnar
at
siga, at hon visti væl, hvat
tað er at blíva brendur, men
hesa løtuna í leikhúsinum
tóktust børnini fremmanda
gjørd.
Møguliga taki eg feil. Og
tað er væl eisini tað, sum
uttan iva ger tað so forbistr
að torført at spæla barna
sjónleikir um svár evni
uttan at tosa niður til børn
ini at lyfta peikifingurin.
Vit vita ikki, hvat tey hugsa.
Tí letur »Heimsins bestu
jarðarferðir« eisini heldur
hegnisliga eina mynd fyri
og aðra eftir upp fyri
børnunum, so tey sjálvi
kunnu hugsa víðari.
Hóast teksturin størsta
partin av leikinum heldur
fast um hondina á børnun
um, er leikurin fyrst og
fremst visuellur við eini ør
grynnu av lutum, sum hava
ein innara, einfaldan saman
hang, so børnini ikki fløkj
ast í teimum.
Eisini eydnast tað fínt at
skifta millum fleiri aldurs
leiklutir, so børnini skilja,
at hatta við deyðnum fer
man nokk at vita meir um,
tá man blívir størri. Eitt
pedagogiskt snildi, sum
riggar serliga væl, tí tað
nettupp er ósjónligt.
Átta jarðarferðir og ein rappari
Bárður Persson og Barbara
Christophersen taka fast um hondina
á børnunum, tá tey leiða tey við sær til
»Heimsins bestu jarðarferðir«
Svalbard hækkar
Í fleiri ár hava vit hoyrt serfrøðina siga, at heimshøvini fara
at fløða, og at landið tí fer at lækka tilsvarandi. Men tað
finnast undantøk ella í hvussu er eitt, og tað er Svalbard.
Norskir serfrøðingar siga, at havið kring Svalbard fer at
fløða eins og sjógvurin aðrastaðni, tá ísurin í fjøllunum og
við pólarnar hvørvur. Men tá ísurin á Svalbard hvørvur, fer
landið at hækka, og tí vænta serfrøðingarnir, at Svalbard
verður at kalla líka høgt sum í dag, sjálvt um havið skuldi
fløtt ein hálvan metur tey næstu hundrað árini.
Grønland skal úr Fólkatinginum
Høvdu tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, LarsEmil Johansen úr
Siumut og Sofia Rossen úr IA, átt tað avgerandi orðið, hevði grønlendska
umboðanin í Fólkatinginum verið avtikin. LarsEmil Johansen sigur við
grønlendska blaðið AG, at grønlendingar og danir eiga at gera eina
nýggja samstarvsskipan, sum avtekur ta grønlendsku fólkatingsumboð
anina. Tað er sambært LarsEmil Johansen ein náttúrlig avleiðing av, at
Grønland hevur fingið sjálvstýrið. Sofia Rossen heldur harafturímóti, at
fólkatingsumboðanin skal ikki avtakast, fyrr enn grønlendingar hava
yvirtikið øll málsøkini.