fríggjadagur 29. januar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
2
VIKUSKIFTI
Tølandi myndir
til mannin
Hjálp
til sjálv-
hjálp
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Jógvan við Keldu / Bárður Lydersen
4 PErSónSSøga: Hálendska THrees anna
leiTar efTir føroyum
6 TIPS: klædnakrókar
8 rEPorTaSJa: ræTT klødd Til arbeiðis
10 90 SEKund: esmar eysTuroy svarar
12 rEPorTaSJa: PsykoPaTar
14 TIL arBEIðIS: Jógvan við keldu
15 umafTurafTurumafTur: Høgni dJurHuus
16 HEILSuSíðan: sós, seyður og skundverði
18 SPyrST So LIvST: rigmor svarar
19 mín BESTa uPPSKrIfT: biscoTTi
23 Tað HEndur: konserTir, bøkur, sendingar osfr
24 vIKumyndIn: besTa myndin í vikuni
Nú verður gjørligt hjá føroyskum kviNNum at taka tølaNdi
myndir. tað er oNNur helvtiN av duettiNi mirjam&janus, ið
bjóðar seg fram til eitt sokallað »Boudoir-marathon«.
MyndiR
inna tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Ætlanin við »Boudoir Marathon«
er, at kvinnur kunnu taka tølandi og
lekr ar myndir av sær sjálvari. Til sín
sjálvs ella til tann ein er góður við,
sigur Miriam Gunnarsson.
Myndatøkurnar verða 6. og 7. febr
uar, og er meiningin, at maðurin kann
fáa myndirnar í gávu 14 februar, tá
valen tindagurin er.
Tað verður bara Miriam, ið tekur
myndirnar, og hon væntar ikki, at før
oyskar kvinnur eru ov smædnar til eitt
tílíkt tiltak.
– Kvinnur í Føroyum tora væl.
Fyrsti tankin er kanska eitt sindur ræð
andi, men so er bara at leypa í tað. Eg
leggi stóran dent á, at myndirnar skulu
verða stílfullar og ikki fúlar og flov
isligar, sigur Miriam.
Hon og maðurin, Janus, taka nógvar
brúdleypsmyndir, og hava tikið fleiri
tølandi myndir av blívandi brúðrum, ið
vilja geva manninum mynd í morgun
gávu.
– Míni ráð til eina og hvørja kvinnu,
ið kemur til eina slíka myndatøku, er, at
hon skal verða tilvitað um sín kropp og
góðtaka hann fyri tað hann er, og síðani
njóta løtuna. Tá gerst úrslitið altíð gott,
greiður Miriam frá.
Boudoirmyndatøkan tekur umleið
tveir tímar, og typiskt klæði at vera í til
slíka myndatøku, er undirklæði, hatt
og handskar.
Miriam hevur leigað eini hús í mið
staðarøkinum til endamálið.
Eru mannfólk eisini
vælkomin?
Nei, hetta er bara til kvinnur.
KlUMMa
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyingar hava altíð verið raskir at hjálpa,
tá vanlukkur av ymsum slag taka seg upp
úti í heimi. Ferð eftir ferð hoyra vit, at
verður roknað upp á hvønn íbúgva, so teljast
føroyingar millum heimsins raskastu at lata
neyðhjálp. Hagtøl, sum vit kunnu breggja
okkum av, hóast tað kanska eisini er nakað
um tað, tá atfinningarsamar røddir siga, at
hjálparhugurin hjá landsins borgarum er
úrslit av ringari samvitsku mótvegis politisku
skipanini, sum ov ofta spælir fríspæl í atjóða
samfelagnum.
Hugaligt er í øllum førum at síggja, at tað
eru mong í Føroyum, sum framvegis brýggja
seg um næstrar sínar í altjóða samfelagnum.
Líkamikið um talan er um fólk av Haiti,
Indonesia ella kanska fólk, sum líða av
álvarsamari sjúku.
Minni hugaligt er at síggja rákið, har tað
spakuliga gerast fleiri og fleiri fyritøkur, sum
royna at gera sær dælt av neyðini.
Tað gerst alt meira vanligt, at handilsligar
fyritøkur promovera seg sjálvar við at siga:
Keyp okkara vøru og vit lata x krónur til tað
og tað endamálið.
Í best føri er talan um sjálvpromoverandi
hjálpararbeiði, sum spælir upp til ringu
samvitskuna hjá fólki. Í ringasta føri um
lýsingarherferð, sum spælir upp til ringu
samvitskuna hjá fólki, samstundis sum hon
er beinleiðis yvirskotsgevandi til fyritøkuna.
Hyklerisk hjálp til sjálvhjálp heldur enn hjálp
til teirra, sum veruliga hava tørv á tí.
Er endamálið at stuðla, so latið stuðulin,
uttan at brúka hetta sum sjálvpromovering.
Skuldi tað verið, so seti heldur skelti við
síðuna av vøruni við eini áheitan til kundan
um, at hesin átti at umhugsa, um mann ikki
var betur farin, um pengarnir vórðu lætnir
bússuni til hjálp heldur enn til vøruna, sum
ætlanin var at keypa.
innihaLd
myndir: MiriaM Gunnarsson
– Tað kann følast eitt sindur flovisligt at lata
seg avmynda í berum undirklæðum, men
eg leggi stóran dent á at myndirnar skulu
vera stílfullar, sigur Miriam Gunnarsson.