Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2010 tíðindi Seinastu árini eru mongdirnar av hassji minkaðar í Føroyum, men mongdirnar av sterkari rúsevnum eru veksandi Rúsevni Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er eitt greitt rák ímóti sterkari rúsevnum á svarta marknaðinum í Føroyum. Tað vísir seinasta upp­ gerðin hjá løgregluni yvir rúsevni, sum hald er lagt á seinastu árini. Sosialurin hevur fingið innlit í spillfeska uppgerð yvir rúsevni, sum løgreglan og tollvaldið hava lagt hald heilt aftur til 1988. Uppgerðin vísir, at øll tey fyrstu árini var tað at kalla bara hassj, marihuana og speed, sum hald varð lagt á. Men hesi seinastu árini hava hesi evnini havt lyndi til at víkja fyri nýggjari, sterkari og nógv vandamiklari evnum sum amfetamini, kokaini og serstakliga ekstasy. Eitt nú sæst í uppgerðini, at fram til 1998 er amfeta­ min at kalla ókent í føroy­ um, men síðani hevur tað vundið nógv upp á seg. Tað er eisini vert at vísa á, at av nøgdini upp á 2.991 gramm av amfetamini, sum hald varð lagt á í 2009, vóru heili 2.988 gramm av slagn­ um meth­amfetamin, sum er nógv sterkari og vandamikl­ ari enn vanligt amfetamin. Hinvegin vísir tað seg framvegis sum um at heroin er at kalla ókent í her á landi, í øllum førum verður hald næstan ongantíð lagt á hetta slagið av rúsevnum. ­ Sostatt mugu vit stað­ festa, at gongdin er tann, at tey veikaru rúsevnini eru í afturgongd, men at tey sterkaru evnini vinda upp á seg, sigur sigur Brynjer Jo­ hannesen á rúsevnadeildini hjá løgregluni í Føroyum. Stórar broytingar Men tað skal eisini skoytast upp í, at tølini vísa, at tað er stórur munur á, hvussu stór­ ar nøgdir av rúsevnum, hald verður lagt á frá ári til ár. Summi ár eru merkt av stórum nøgdum, sum í veruleikanum ikki vóru til føroyska marknaðin, men sum vórðu ætlað at flyta víðari til Íslands. Hetta var galdandi fyri 2003, tá ið hald tvær ferðir varð lagt á 20 kilo av hassji, sum skuldu til Íslands. Men harumframt varð hald eisini lagt á góð seks kilo av hassji, sum skuldi seljast á svarta marknaðinum í Føroyum og tað er ein nokk so stór nøgd eftir okkara viðurskiftum, tí landið er so lítið. Tað sama gjørdi seg eisini galdandi í tiltikna Norð­ stjørnumálinum í 2008, tá ið hald varð lagt á eina stóra mongd av ekstasy, sum skuldi til Íslands. Hetta gjørdi seg somuleið­ is galdandi í fjør, har tveir livavarar vórðu tiknir ímóti ársenda við nógvum rúsevn­ um í bilinum, sum teir skuldu føra víðari til Íslands. Hinvegin legði tollvaldið og løgreglan í fjør eisini hald á eina lutfalsliga stóra nøgd av ekstasytablettum, tá ið 400 ekstasytablettir vórðu tiknar, sum vóru ætlaðar til svarta marknaðin í Føroyum. ­ Undir tí málinum kom fram, at rúsevni vórðu smugglað til Føroyar í fleiri umførum, kanska nakrar túsund ekstasytablettir til­ samans, men 400 tablettir var tað, sum løgreglan hevði so mikið góð prógv fyri, at tað kundi føra til dóm, sigur Brynjer Johannesen. Tað loypur eisini í eyguni, at hagtølini fyri í fjør vísa, at løgreglan hevur lagt hald á heili átta kilo av marihuana. ­ Hetta eru tær nøgdirnar av marihuana, sum vit meta, kundu fingist burtur úr ”hassjplantasjunum”, sum vórðu avdúkaðar í Leynum og við Norðskála, sigur løgreglumaðurin. Lættari at fáast við Brynjer Johannesen sigur, at ein orsøk til, at nøgdirnar av hassji eru fellandi og nøgdir­ nar av sterkari evnum eru veksandi, kann vera, at eksta­ sy og amfetamin eru lættari at fáast við enn hassj. ­ Hassj er tórførari at smuggla og tá ið tað skal brúkast krevur tað meiri umfatandi fyrireiking enn ekstasy, sum eru nógv lættari umsetilig, tí tað er bara ein tablett, sum skal svølgjast afturvið einum glasi av vatni. ­ Hinvegin hava vit so eis­ ini sæð í tveimum førum, at heil hús eru leigað til at dyrka hamp í, sum marihuana kann virkast burtur úr. Kortini heldur hann, at eisini at tað er eitt rák í rús­ evnamisnýtsluni, sum gong­ ur ímóti sterkari evnum og her vísur hann á, at ekstasy er eitt lutfalsliga nýtt rús­ evni, sum eisini hevur vund­ ið upp á seg í Føroyum. ­ Av hassji verður mis­ nýtarin doyvdur og ósosial­ ur. Men ekstasy og amfeta­ min eru ógvuliga stimbrandi evni, eru nokk so tætt knýtt at tónleikaumhvørvinum og sostatt eisini ofta er at finna í dansihølum. ­ Vit hava eisini varhugan av, at á ávísum skeinki­ støðum á ávísum øðrum støðum í Føroyum er meiri av rúsevnum í umfari enn í øðrum. ­ Tann varhugan hava vit frá fólki, sum fortelja, hvaðani tey hava fingið rúsevni í boði. Ikki væl skipað Løgreglumaðurin heldur ikki, at sum heild er rús­ evnamarknaðurin í Føroyum ikki serliga væl skipaður. ­ Vit hava varhugan av, at talan meiri er um fólk, sum ferðast uttanlands og keypa rúsevni heim aftur við sær, tí tey eru nógvar ferðir bíligar uttanlands. Hann heldur at av tí sama er nøgdin av rúsevnum á føroyska marknaðinum ógvuliga skiftandi. ­ Eitt vikuskiftið, onkur hevur verið uttanlands, kann fitt av rúsevnum vera í umfari. Men tá ið tað er uppi, er friðarligari aftur eitt bil. Minni hassj og meiri av sterkari rúsevnum Hendan talvan vísir, hvussu nógv rúsevni, løgreglan og tollvaldið hava lagt hald á seinastu árini. Tað er eitt greitt rák burtur frá veikari evnum, sum hassji, yvir til sterkari evni, sum amfetamin og ekstasy Sosialurin mánadagin: Át 88 hítir við hassji upp á fimm tímar Sosialurin mánadagin: Løgreglan biðjur um hjálp frá politikarum at basa smuggling Tey, sum smuggla rúsevni strekkja seg rættiliga langt í royndunum at lumpa tollvald og løgreglu og hugflogið er gott Færri melda neyðtøku Í Danmark minkaði talið á fráboðaðum neyðtøkum næstan 22 prosent í tíðarskeiðinum frá 2007 til 2009. Hagstovan í Keypmannahavn sigur, aqt í fjør vórðu 418 neyðtøkur fráboðaðar. Í 2007 var talið 532. Kristen Lund Sørensen, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, sigur við DR, at talið er neyvan minkað , tí at neyðtøkurnar eru fækkaðar, men heldur tí at færri neyðtøkur verða fráboðaðar. Hon sigur, at á sjúkrahúsinum vita tey um neyðtøkur, sum ikki eru fráboðaðar løgregluni ella øðrum myndugleika. Kringvørp spara Í gjár kunngjørdi leiðslan í norska kringvarpinum NRK, at stovnurin skal spara 100 ársverk í ár. Stjórin, Hans­Tore Bjerkaas, segði, at rakstrarút­ reiðslurnar eru øktar meiri enn væntað. Hann vísti á, at í dag arbeiða umleið 200 færri í NRK enn fyri tveimum árum síðani, men at tað kortini verður neyðugt at leggja 100 ársverk niður afturat í hesum árinum. Norska kringvarpið er ikki tað einasta, sum hevur koyrt fólk til hús ella boðað frá uppsagnum. Eitt nú vórðu fleiri fólk uppsøgd í íslendska kringvarpinum (myndin) í síðstu viku.