fríggjadagur 29. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
VIKUSKIFTI
Vitjan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hon býtur fast um blýantin, í tí hon knýtir
langa brúna hárið í ein skjótan hesthala.
Á øðrum knænum liggur ein slitin
skriviblokkur við tættskrivaðum notum,
telefonmumrum, krutlitekningum og
smáum, gulum seðlum peiggjandi
út millum síðurnar. Sjálvt um tað er
hon, sum fortelur beint nú, eydnast
tað hálendska rithøvundanum og
leikstjóranum Threes Anna at spyrja
og krutla nógv meir enn journalisturin
hesa løtuna.
– »Hví roykja so nógv føroysk
mannfólk ball?« vil hon knappliga
vita, eins og hon undrar seg yvir, at
málningar eftir føroysk listafólk eru at
síggja í flestu føroyskum heimum.
Í 10 dagar nú hevur Threes Anna
verið á kanningarferð í Føroyum í
sambandi við eina skaldsøgu, hon er
í ferð við at skriva og alt kann brúkast
sum íblástur.
Livandi brúnu eyguni festa seg í sjálvt
minsta smálut, og tey hava verið víða um
seinastu dagarnar. Í vikuskiftinum var hon
við Mykinesmonnum í fjøllunum eftir
nøkrum veðrum. Í gjár gekk leiðin runt
til bøndir saman við MBM eftir mjólk.
Beint nú roynir hon at koma í samband
við onkran, sum kann vísa henni runt á
einum fiskavirki, og annars bíðar hon
eftir einum veruligum føroyskum stormi,
so hon kann royna tað eisini.
Skaldsøgu um Føroyar
Hálendski rithøvundin og leikstjórin
Threes Anna hevur sett sær fyri at
finna út av, hvat Føroyar veruliga eru,
hvussu tað ber til, at fólk yvirhøvur
hava livað og yvirlivað her heilt inn
í eina modernaða tíð, har náttúran
framvegis so ofta eigur seinasta orðið.
Eygleiðingarnar og upplivingarnar
skal hon brúka til eina skaldsøgu, har
Føroyar eru leikpallurin og føroyingar
eru íblástur til persónarnar.
– Mínar bøkur ganga altíð fyri
seg í ekstremum umstøðum av
ymsum slag. Hesuferð skuldi tað
vera í gerandisdegnum hjá fólki, sum
liva í einum veruliga avbyrgdum
oyggjasamfelag. So tá eg rendi meg í
Føroyar á heimskortinum, var eg ikki í
iva um, at hetta var rætta staðið, sigur
Threes Anna.
»Bird Island« ella »Fuglaoyggin« er
fyribils arbeiðsheitið á skaldsøguni, har
ein 10 ára gamal føroyskur smádrongur
væntandi verður høvuðspersónur.
Nakra romantiska søgu av gamla
slagnum um Føroyar sum serstøk tjóð
skulu vit tó neyvan vænta.
– Tað áhugaverda fyri meg er, at
tit als ikki síggja tykkara umstøður
sum ónormalar. Tí fata persónarnir
í søguni heldur ikki sín gerandisdag
sum nakað serligt ella øðrvísi og geva
sær ikki stórvegis far um umstøðurnar.
Tey eru bara noydd at innrætta seg eftir
teimum og fáa gerandisdagin at rigga
allíkavæl, fortelur Threes Anna í tí hon
er klár við enn fleiri spurningum.
– Hvat gera tit, um eitt stórverkfall
steðgar øllum innflutningi av mati
í fleiri vikur? Hví fara tit ikki upp at
flákra, tá stormar og illveður leggja
alla samferðslu lamna, so tit ikki sleppa
til arbeiðis og tiltøk mugu avlýsast?
Hvussu ber tað yvirhøvur til at tit
búgva her, tá tit høvdu havt tað so nógv
lættari alla møguliga aðrastaðni?
Til útróðrar og til handils
Threes Anna er greið yvir, at hon uttan
iva kundi funnið svarini til nógvar av
sínum spuringum við at siti heima í
Hollandi við eini bók ella teldu. Men
tað er ikki mátin, hon arbeiðir sum
rithøvundur og filmsleikstjóri
– Eg vil vita, hvussu tað følist at
vera her og hoyra vanligar føroyingar
fortelja mær ting um teirra gerandisdag,
sum ikki eru at finna í bókum ella á
internetinum, sigur Threes Anna.
Tí vónar hon eisini at fáa orðið øll
sløg av fólki í Føroyum, tí ongin søga
er ov lítil at koma í notesblokkin sum
íblástur til skaldsøguna. Til dømis
hevur Threes Anna fingið ein at koma
til handils við sær, sum kann greiða
henni frá teimum ymsu matvørunum,
og hvussu vit brúka tær.
– Annars hopi eg at fáa samband
við onkran, sum eg kann sleppa ein túr
út í báti við. Eg kundi til dømis gott
hugsað mær at vita, hvussu sjómenn
halda skil á streyminum. Eg meini,
eitt er at skilja eitt streymkort, men
hvussu avlesir tú streymin, tá tú ert
úti í báti? Hvussu sæst ella følist tað,
tá streymurin skiftir?
Threes Anna minnir á, at skaldsøgan
verður fiktiv, soleiðis at skilja, at fólk og
hendingar ikki verða nevnd men heldur
byggja á tað, hon upplivir her í einum
blandi av realistiskari og gandakendari
søgu.
Kanska til film
Bird Island er fimta skaldsøgan hjá
Threes Anna. Hinar fýra eru The
Widow's kiss, Motor Mother, The Silent
City og The Bird Can't fly.
Í 2007 varð The Bird can't fly gjørd til
film, har Threes Anna sjálv var leikstjóri.
Filmurin fekk eina røð av virðislønum
og varð vístur á fimsfestivalum og í
biografum kring allan heimin.
Í løtuni verður enn ein av hennara
bókum gjørd til film, og til upptøkurnar
byrja, fyrireikar Threes Anna bókina,
har Føroyar eru leiktjald.
Í 14 ár var Threes Anna listarligur
leiðari í hálendska Dogtroep teatrinum,
sum ferðast kring heimin við sínum
sjónleikum.
– Mær hevur altíð dámt væl sjónleik,
serliga fyri at síggja, hvussu tú kanst fáa
pallmyndina og persónarnar at spæla
saman og á ein hátt siga søgur um hvørt
annað. Tað verður eisini soleiðis, mín
føroyska søga verður skrúvað saman, har
bæði oyggjasamfelagið og menniskjuni
so at siga eru høvuðspersónar, sigur
Threes Anna.
Um skaldsøgan um Føroyar eisini
verður gjørd til film, veit hon ikki at siga
enn, men myndaliga kann ein leikstjóri
illa ynskja sær betri tilfar at arbeiða
við, heldur hálendski rithøvundurin og
filmsleikstjórin.
Threes AnnA
leitar eftir
føroyum
– Tað áhugaverda fyri meg sum rithøVund er, aT TiT faTa Tað
sum normalT aT liva í einum landi, sum flesT onnur halda vera
heilT eksTremT í allar máTar, sigur hálendska thrEEs AnnA, sum
er komin aT savna Tilfar Til eina skaldsøgu um FøroyAr
Hálendski rithøvundurin Threes Anna
er longu byrjað at skriva notir til sína
nýggju skaldsøgu um lívið í Føroyum
nr. 20 · 29. januar 2010