Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2010 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mánadagin komu deyðs­ boðini av Hensari Ellings­ gaard. Hann hevur verið illa sjúkur leingi, og bund­ in at song og koyristóli, hjálp og umsorgan, og illa darvaður av støðugt vikn­ andi samskiftisførleika við onnur. Tó kendust boð­ ini sum ein sviði. Ein vinmaður í eitt manna­ minni var farin. Hensar kom til Sanda­ vágs at læra til bakara, tá ið eg var lítil smádrongur. Onkuntíð sendi mamma meg norð til Rigmor at keypa vinarbreyð, og tá var Hensar viðhvørt í handlinum. Tá ið eg sá hann aftur, var hann framburðshugað­ ur og væl lýddur fyrsti­ lærari norðuri á Viðareiði og seinni lærari og skúla­ stjóri vesturi í Sørvági. Tíðliga í sjeytiárunum vóru vit eitt skifti sam­ stundis niðri í Danmark í lestrarørindum og sóust javnan. Tað árið var stór skúla­ messa í Brussels, og vit løgdu avstað, tríggir før­ oyskir lærarar, við kamp­ ingbili úr Keypmannahavn, at síggja tað nýggjasta, sum Europa hevði at bjóða av innbúgvi, amboðum, tól­ um og undirvísingartilfari. Hensar fylgdi væl við í tí sum hendi á skúlaøkinum í londunum uttanum okk­ um, og fáir lærarar í okkara ættarliði munnu hava lisið so nógvar pedagogiskar bókmentir sum hann. Hann gjørdi meg ofta bilsnan við síni stóru og víttfevnandi vitan og sínum hugburði til pedagogiskt arbeiði. Barnsins frami var altíð fremst í huga hansara. Í sín­ um hugsjónum um skúla, undirvísing og uppaling var hann langt frammanfyri sína tíð, og hevði sítt knoss við at fremja nakrar av hes­ um tonkum í verki, sjálvt tá ið hann í bestu man­ dómsárum kom á ovastu rók í útbúgvingarverkinum, fyrst sum fultrúi í Lands­ skúlafyrisitingini og seinni sum landsskúlastjóri. Afturhaldið vildi øðrvísi enn hann, og afturhaldið er sterkasta vald í Føroyum, tað hevur so mangur fram­ takshugaður føroyingur sannað. Hann segði tað so rám­ andi sjálvur einaferð í 70­ árunum. Vit høvdu fingið nýggjar karmar um virk­ semið í 10. flokki. Hann lýsti støðuna við einum setningi og segði: “og so settu vit gomlu hurðina í aftur”. Hensar var arbeiðsamur sum fáur, setti seg væl inn í øll mál, og hann var skjót­ ur at avgreiða tað, sum hann hevði við at gera. Smidligur í huga og verki. Tol og tolsemi merktu hansara samband við onnur. Hensar fór frá fyri aldur fyri 8 árum síðani og gleddi seg til at fáa stundir til tað, sum hevði ligið á láni í einum virknum arbeiðsgerandisdegi. Men vit vita ikki, hvat ið liggur og lúrir eftir okkum. Hensar fekk ikki heilsuligar umstøður at vera virkin hesi seinastu árini. Hugin leitar tíl tín, Gretu, sum hevur mist so nógv, og til genturnar, abba­ børn og tykkara næstu. Hvíl í friði, góði vinur. Tú hevur sett spor eftir teg í okkum, sum kendu teg. Pauli Nielsen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín og pápi okkara, sonur, beiggi, versonur og svágur okkara Hilbert Martin Blástein so brádliga varð tikin frá okkum. Ein serlig tøkk til skipara og manning á Polarhav, sum vóru um hann. Eisini ein serlig tøkk til Petur Fonsdal, Osmund Justinussen og Poul Færø fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til Martin Joensen og Torkil Mørkøre fyri sang og fylgjuspæl og til berararnar. Ein hjartans tøkk til bygdafólkið og onnur, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri blómur, kransar, vitjanir og gávur. Ein tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað ynskja vit við Matt. 25,40 Familjunnar vegna Rannvá og børnini Orð rúma ikki takksemi, vit kenna í hjørtum okkara. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu og sýndu samkenslu, tá okkara elskaða dóttir, kona, mamma, vermamma og omma okkara Susan Andreassen Toftir andaðist og varð jarðað. Ein stór tøkk til tykkum á B6. Tøkk til Sverra Steinhólm, prest, fyri góð og rík orð í kapellinum. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu okkum í hesi svári tíð, og ein stór og innilig tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Susan til hennara seinasta hvíldarstað. Heilsan Bergtóra, Andrias, Pia, Kristina og Kristian Anton Hugsjónarmaðurin Hensar Ellingsgaard farin Johan Joensen 60 ár Verðins besti Pabba Lívsins fyrsta sjón - eygu blá og blíð Hendur sterkar og hjarta stórt Altíð okkum hava hjálpt og vart Víst á trygga havn Vísur, álítandi og ágrýtin alla tíð Okkum lært um smátt og stórt Vóni okur enn hava nógv bjart Frammanfyri stavn - Tínar tríggjar døtur