fríggjadagur 29. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
16
VIKUSKIFTI
Sós, seyður og skundverði
Jórun Klein, dietistur
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Vel rætt tá ið tú etur
fast food
síðan
Skundverðir eru til dømis burgari, pitsa,
pylsir ella tvíflís. Nøkur eta skundverðir
sum eina millummáltíð, meðan onnur eta
tað til døgurða ella nátturða. Skundverðir
nýtast ikki at vera ósunnir, men eru tað
ofta. Tað stendst av, at teir ofta innihalda
ov nógv feitt og kanska eisini sukur. Til
dømis keypir tú ofta ein burgara sum
eina matarskrá saman við
kipsi og sodavatni, sum
gevur ávikavist feitt og
sukur. Nøgdirnar eru eisini
vorðnar størri tey síðstu árini
og innihalda harvið so nógva orku, at tað
eigur at galda sum ein høvuðsmáltíð og
ikki sum ein millummáltíð.
Pitsa verður ofta borðreidd við nógvum
osti og feitari kjøtfyllu omaná. Hon verður
harvið sera orkurík. Um tú velur eina pitsu
við nógvum osti og t.d. pepperonipylsu, er
best at hava salat og grønmeti afturvið.
Ein pitsa kann innihalda heilt upp til 80 g
av feitti. Tað svarar til, hvat ið ein vaksin
maður í mesta lagi kann eta ein dag.
Tann klassiska pylsan við breyði er ofta
feit, men hon fyllir ikki so nógv í orku rokn
skapinum. Fyri at fáa eitt sindur av javnvág
í, kann tú eta tvey breyð til hvørja pylsu.
Pylsan skal helst vera kókað og ikki ristað
og sveipað í royktum fleski. Tað finnast
nakrar pylsur á marknaðinum, ið hava eitt
lægri feittinnihald og sum kunnu vera ein
annar góður valmøguleiki.
Tey seinastu árini hava
vit fingð aðrar sunnari
valmøguleikar, til dømis
tvíflís og ymiskar salatir.
Breyð við til dømis høsnarunga
og salat er ein sera góð máltíð,
tá ið salatin ikki er fylt við feitari
kryddsós og osti. Um tú er i iva, kann
tú spyrja, um kryddsósin er gjørd av majo
nesu ella súrróma. Um hon er gjørd av
majonesu, kann tú minka um nøgdina ella
biða um eina tvíflís uttan kryddsós. Um tú
keypir eina matarskrá við tvíflís, kipsi og
sodavatni, fær tú skjótt eitt høgt orku
inntak við ov nógvum feitti og sukri.
Lægst orkuinnihald
• Pitasandwich inniheldur
millum 550940 kJ/100g
Miðal orkuinnihald
• Burgari, tvíflís, grillaður høsnarungi
og várrullir innihalda millum
8701080 kJ/100g
Høgt orkuinnihald
• Pylsir innihalda millum
10801320 kJ/100g
• Fiskaflak, kebabmiks, høsnarunga-
nuggets og kips innihalda millum
11701330 kJ/100g
• Pitsa inniheldur millum
9431373 kJ/100g
Alt í alt eru allar vørurnar tó orkutættar
i mun til til dømis hakkibúff við sós og
eplum ella spagetti við kjøtsós, ið inni
halda umleið 600 kJ/100g. Saman borið
inni halda skundverðirnir millum 8001400
kJ/100g.
Prei
• Et ikki skundverðir ov ofta
– 12 ferðir um mánaðin
• Et minni nøgdir – být eina pitsu
ella et pitasandwich
• Lat vera við at eta friturustoktar rættir,
t.d. kips og fiskaflak, innbakaðar
rækjur, nuggets og høgguslokkaringar
• Bið um hálva mongd av osti til pitsuna,
minni kryddsós, majonesu, remulátu
og salt
• Vraka sodavatn og drekk vatn afturvið
Tað er altíð gott at samanseta máltíðina
eftir Y-tallerkinum, og tað ber eisini væl
til at gera tað, tá ið tú etur føroyskan mat.
Við at nýta Y-tallerkin verða nøgdirnar av
kjøti ikki so stórar, og tilhoyrið ger, at tú fær
eina góða orkusamanseting. Harvið verður
innihaldið av feitti í máltíðini ikki so stórt.
Grønmeti sum kál, røtur og gularøtur hóska
væl til øll sløgini av seyðakjøti og eisini til
knettir og fiskafrikadellir.
Prei
• Seyðakjøt inniheldur mettað feitt,
so sker alt tað sjónliga feittið burtur
• Skúma alt feittið omanav sós og súpan,
áðrenn soðið verður nýtt
• Um knettir og frikadellir skulu innihalda
tálg, brúka so ein stóran tálgarmola,
ið kann takast úr aftur, áðrenn tú etur
• Um blóðpylsan skal innihalda tálg er
best at nýta stórar tálgarmolar, sum
kunnu takast úr aftur, áðrenn tú etur
• Brúka rapsolju ella Becel flótandi til
garnatálgina og hav bert 1-2 tsk afturvið
• Brúka bert 2 tsk. av rapsolju ella Becel
flótandi til leykasmelt og harafturat
umleið 1 dl av bótarmola (bouillon)
Aftur hettA vikuskifti gevur dietisturin Jórun Klein
góð ráð um hvussu vit kunnu eta sunnAri. hesuferð eru
ráðini um føroysKa mAtin, sósinA og skundverðAn.
SoleiðiS verðUr
føroySkUr
matUr SUnnari
Fleiri góð ráð frá Jórun
í komandi Vikuskfti
SoleiðiS ger
tú Soltna
SóS
Sum vætu til sósina kann tú
brúka grønmetis- ella eplavatn,
bótarsoð (bouillon) ella suppu/soð, har
ið feittið er skúmað av.
Sósin verður javnað við maizenamjøli, ið
tú stroyir beinleiðis í sósina. Um tú vil hava
eina sós, ið minnir um rómasós, kann tú
javna við einum blandingi av 2 dl A38 og 1
spsk. av maizenamjøli.
Tú kann tilseta grønmeti (íð kann vera
purerað), tomatpuré, sinnop, frískar/
turkaðar kryddaraurtir ella onnur kryddaríðir.
Harumframt kann tú tilseta edik ella lit.
Tað er javningin, ið ger sósina tjúkka og ikki
feittinnihaldið.
Tú kann við góðari samvitsku eta soltna sós!
Burgari saman við kipsi og sodavatni
inniheldur alt ov nógv sukur og feitt
SUShi
Sushi er ein bæði sunn og soltin máltíð,
sum tú kann eta uttan at hava ringa
sam vitsku. Frá fiskinum fær tú nógv
føðsluevni sum omega-3-feittsýrur,
D-vitamin, jod, zink og selen.
Prei
laksur er rættiliga feitur, men inniheldur
tó nógvar sunnar feittsýrur. Vil tú hava
soltnan fisk, so vel sushi við antin
kongafiski ella rækjum.