fríggjadagur 29. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2010
19
Torbjørn Lisberg, Trongisvágur, andaðist í
heiminum týsdagin 26. januar, 88 ára gamal. Kistan
fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrshúsi fríggja
dagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju leygardagin klokkan 13.
Leivur Hammer úr Hovi fer til gravar úr Hovs
kirkju mánadagin kl. 13. Sungið verður úr sálma
bókini. Tey, ið ætla at lata blómur ella krans, kunnu
í staðin lata Diabetisfelag Føroya eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Merkisdagar
60 ára føðingardagur
Mánadagin 25. jan. fylti Jóna Borg Dahl, í vági, 60 ár.
Dagurin verður hildin í Billardhúsinum leygardagin 30. jan.
frá kl. 13 til 17, har øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði,
80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í
Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 31. jan. fyllir Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði
90 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni
í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 29. jan. hava Ingibjørg og Olfert Debes á Oyri
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familju,
leygardagin 30. jan.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 30. jan. hava hjúnini Anny og Pole Klein,
Vestmanna, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið, eru vælkomin millum kl. 11 og 15 til
morgunmat í kaffistovuni inni á Fjørð.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 31. jan. hava hjúnuni Sonja og Hans Olaf
Andersen í Lopra gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Gullbrúðleyp
Mánadagin 1. feb. hava Guðrun og Poul Øregaard,
Kollafjørð, gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Danmark
saman við børnunum.
Diamantbrúdleyp
Í dag 29 . jan. hava Katrina og Thomas Juul við Skipá,
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við
børnunum.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. februar. giftast Niza Pardillo, av Filips
oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum.
Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at
gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga
frá á tlf. 748134/448134 innan 2. februar.
Prógv
Henrik Weihe Joensen, Hoyvík, hevur tann 15. januar lokið
prógv sum Cand.jur. á Københavns Universitet.
Leivur er farin 84 ára gamal. Leivur
varð føddur í Hovi, sonur Jaspur og
Josefinu Hammer. Hann vaks upp í
Hovi í einari ríkari bygdamentan,
sum hevði røtur heilt aftur í høvd
ingatíðina.
Leivur, eitt veit eg, at tú hevði ikki
vilja, at eg í minningarorði mínum
hevði róst og upphevja teg. So hevði
tú sagt við einum brosi: »Sit og tig
við tær«, sum tú ofta gjørdi, tá slíkt
kom fyri. Men Leivur, eg sleppi ikki
undan at nevna ávíst, tær og tínum
lívi viðvíkjandi, skal nakað niður
festast.
Tá Leivur kom til mans, fór hann til
sjós, sum aðrir dreingir tá í tíðini.
Hann sigldi bæði við trolara, línubáti
og slupp. Á ungum árum tók hann
skiparaprógv í Havn. Hann var vitugur
maður, honum dámdi væl at lesa.
Meinkunnugur var hann við ættarsøgu
í Hovi og visti nógv at fortelja úr Hovs
søgu, og søgu úr Suðuroy sum heild.
Sum ungur drongur fór hann sum
aðrir at finna sær gentu. Ikki fór
hann langt, gentuna fann hann í bygd
ini, og tað var Jastrid Tausen. Tey
giftust og fingu 5 børn saman: Sonju,
Egil, Elin, Jónleivur og Dagbjart.
Leivur og Jastrid fingu eitt langt lív
saman. Á tremur við kærleika, sátt
og semju. Tey náddu at halda 56 ára
brúdleypsdag saman. Umframt síni
børn, frøddist Leivur nógv um síni
abba og langabbabørn. Leivur og
Jastrid fingu ikki bara viðrák í lívin
um. Sjúka kom í húsið, tá dótturin
Sonja bleiv sjúk av liðagikt og kom
at vera bundin at rullustóli. Tey fluttu
við húsi til Havnar í 1973 fyri at
kunna vera um Sonju, og har veita
henni ta hjálp, har kundi fáast. Tað
má hava verið sera trupult hjá einum
fiskimanni at flyta av bygdini við
konu og børnum, men kærleikin
kennir ikki mørk hesaferð til Sonju.
Sonja leið av svárari píni, meðan
sjúkan breyt hana niður. Tað má hava
nívt tey sáran at síggja kæra barn
teirra fara ígjøgnum hesar líðinar og
ikki kunna veita linning til hana.
Leivur fór at arbeiða í Havn og
bygdi hús á Peder Head. Sonja fekk
ikki nøktandi hjálp her. Hon var noydd
at flyta av landinum. Hon kom at
búgva einsamøll í Rødovre í Danmark,
langt frá sínum kæru. Í 1992 fluttu
Jastrid og Leivur enn einaferð aftur,
hesaferð av landinum. Nú vóru tey
ikki ung longur og heilsan ikki hin
besta, aftan á eitt langt lív við stríði og
strevi. Eg havi mangan spurt meg,
hvussu tey kundu orka hetta. Tey fluttu
i íbúð við síðurnar av hjá Sonju. Har
komu tey at húsast til stóra hjálp, gleði
og troyst fyri Sonju.
Eg kom til Havnar fyri 32 árum
síðani. Skjótt bar saman millum meg
og hesa serliga hjartagóðu familu. Eg,
konan og børnini eru komin á Peder
Head til tey fluttu niður. Eisini hava vit
fleiri ferðir vitja í Rødovre. At vitja
Leivur var nakað serligt. Tú var altíð
betur fyri, tá tú fórt avstað aftur, enn tá
tú kom. Hjartalagið var av einum slík
um slag, at ringt var at finna líkan. Ein
sansur, sum ongin vil vera fyri uttan,
og ongin vil vera langdur undir ikki at
hava, er tann humoristiski. Henda sans
in átti Leivur, Hetta gjørdi, at vit komu
at hava mangar ógloymandi, gevandi
og stuttligar løtur saman, sum enn sita
fastur, djúpt í mínum sinni. Tær vekja
mangan góð minnir. Tá eg kom inn á
gólvið, var altíð tað fyrsta hann segði:
»Jastrid, gev hvalbinginum ein drekka
munn, rossi er svangt«, og við sínum
serliga brosi. Leivur var sera góður við
Jastrid, og helt seg vera sera heldigan
at hava fingið hana til konu, dugnalig
og røsk sum hon er. Hann segði mang
an fyri mær, tá lagið var gott: »Eg fekk
ta penastu gentuna í Hovi«. At hon var
vøkur, tað helt hann alt lívið.
Leivur og Jastrid komu heim at
vitja síni kæru seinasta heyst, og
búðu hjá Elini. Hetta kom at vera
hansara seinasti túrur. Lívsins sigling
var lokin, árarnar lagdar inn um
stokkin fyri seinastu ferð.
Sonja góða, tankarnir leita til tín
og Michael í Rødovre. Nú kemur
ongin pabba niður aftur at vitja og
vera um teg. Hann sum tú altíð tosaði
um, og vart so góð við.
Góða Jastrid og tit sum Leivur var
so góður við. Nú sita tit eftir við
sakninum og sorgini. Má Harrin
troysta tykkum í hesum døgum.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið
yvir minnið um Leiv Hammer.
Arnold Eyvindsson
Leivur farin
30. des. 1925 - 23. jan. 2010
Í
sambandi
við
at
leiðarin
á
virkisrøktini hjá Vodafone, Oddur
Rasmussen, hevur avgjørt at fara
undir hægri útbúgving á sumri 2010,
er nýggjur leiðari settur í hetta starv.
Nýggi leiðarin er Birgir Nielsen.
Birgir er 43 ára gamal. Hann er
útbúgvin Cand Merc, umframt at
hann hevur banka og leiðsluútbúgv
ing. Hann er havnamaður, giftur og
eigur ein son.
Birgir kemur úr einum starvi sum
umsitingarleiðari hjá Selmar Nielsen
Arkitektar. Frammanundan hevur Birg
ir starvast 13½ ár í Eik, har hann
seinastu árini var vinnulívsleiðari í
Havn og frammanundan hesum vinnu
ráðgevi í Eik. Birgir hevur harumframt
lært og arbeitt í Føroya Banka í trý ár.
Birgir byrjar í starvinum sum leiðari á
virkisrøktini hjá Vodafone 1. februar
2010.
Vodafone - nýggjur
leiðari á virkisrøktini