Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 20 · 29. januar 2010 18 VIKUSKIFTI Maðurin er alt ov reinligur Góða Rigmor Maðurin mín heldur, at tað er ov skitið heima hjá okkum. Hann er burtur nógv í arbeiðsørindum, og tí taki eg mær mest av heiminum. Eg royni at vaska gólvini og støva av til hann kemur heim, men hann heldur, at tað er ov skitið hjá okkum. Eg havi spurt familju og vinir, um tey halda, at eg eri skittlig, men tað halda tey avgjørt ikki, at eg eri. Hann ger sjálvandi reint, tá hann er heima. Hetta er ein konstant kelda til skeldarí. Vit hava børn, so tað er torført at hava tað kliniskt reint allatíðina. Eg geri mítt besta, men tað besta er ikki nóg gott heldur hann. Heilsan »moppan« Góða »moppa« Tín støða minnir meg um ein gamlan amerikanskan trillara, har konan flýggjar til ein annan stat undan sjúkliga reinliga manninum. Har fær hon eitt nýtt andlit og nýggjan samleika. Men kortini er maðurin alla tíðina beint í hølunum á henni..! Tú sigur, at reinligheitin hjá honum elvir til konstant skeldarí. Hugsar tú nakrantíð um, hvat tit bæði í roynd og veru bjóða børnunum? Eina mammu, sum hongur føst í einari gólvskrubbu, og ein pápa, sum skeldar mammuna, tí hon vaskar ikki nóg væl. Tað vil siga: eitt heim við reinligheitsørskapi og skeldaríi. Eisini mást tú spyrja teg sjálva, um tú ert hansara elskaða ella bara ein privat vaskikona, sum er komin í klørnar á einum neurotiskum tyranni. Tú mást simpulten seta honum kustin fyri hurðina: Antin gevst hann við at niðurgera teg og undirmeta tína reingerð ella kann hann vaska sjálvur – altíð! Megnar hann hvørki eitt ella annað, er helst best fyri allar partar at tit gera reint borð og umráða samlív tykkara av nýggjum. v. rigmor Eri so deyðamóð Hey Brævkassin Eg orki ikki januar og februar. Eg havi ikki eina depressjón, men tað vísir seg sum, at tá eg komi heim eftir arbeiði er eingin orka eftir. Uppvaskið stendur, støvið samlast í krókunum, men eg havi bara hug at balla meg undir einum teppi á sofuni saman við børnunum. So skjótt tað lýsnar aftur, lætnar eisini hjá mær. Men tað kann ikki vera rætt, at en mamma fyri stóran part stendur á »stand-by« í tveir mánaðir um árið, ha? Ella skal man bara unna sær tveir frímánaðir, lata standa til, og lata uppavask vera uppvask? (sjálvandi verður uppvaskið ordnað, men tað sleppur onkuntíð at standa í einar tveir dagar). Heilsan »ein troytt kona« Góða troytta kona Um tú hyggur út í vetrarmyrka landslagið, varnast tú brátt, at harúti liggur alt í dvala. Trø og runnar standa nakin og skelva í kuldanum, og undir jarðarskorpuni liggja fræ og kykt og bíða eftir vársins fyrstu sólstrálu – eins og tú og mong við tær. Tá kroppurin sigur stopp, so haldi eg, at tú skalt bara lurta eftir honum. Bint frið í nakrar vikur. Ger bara tað allarmest neyðuga, so sum at keypa inn, fara til ar beiðis, eta og sova. Vaska eitt sindur, tá tað luktar heilsu skaðiligt. Restina av tíðini kanst tú so sita í sofuni og hugna tær saman við børnunum, meðan tit bíða eftir várinum. Tað ber til at gera alt møguligt undan einum teppi á sofuni: spæla, zappa, binda, teldast, drekka te, hava vitjan, tosa í telefon og alt møguligt annað. Eg skal siga tær tað, at børnini halda eisini, at tað er deiligt at mamma bara situr og er viðhvørt. Vanliga fura vit runt og orðna og manerera allan dagin, so gev tú teg bara yvir til vetrar myrku sofuna – tú skalt nokk vakna aftur ein dag, tá sólstrálurnar ganda bæði støvsúlur og teg fram á gólv aftur. v. rigmor Børn, sum larma og dominera Hey Rigmor Eg eri ein av teimum, sum dámi væl at fara á konsert, til sjónleik, framsýningar og onnur mentanartiltøk. Eisini gangi eg í kirkju. Tá ið eg eri til eina stilla konsert, í kirkju ella til sjónleik, er tað sjálvandi fyri at fáa eitt upplivilsi. Men tað er sanniliga eisini fyri at lata frið fella yvir likam og sál eina løtu. Tí er líka ofta talan um eina løtu til friðsælu og djúphugsan, sum tað er at hoyra tónleikin, sjónleikin ella prestin. Men eitt, sum hevur oyðilagt mær manga slíka løtu, er, at nokkso nógv foreldur síggja tað sum sína heilagu skyldu at draga smábørn við sær allastaðni. Pinkalítil børn kunnu ikki tíma at sita still í kirkju, til sjónleik ella til klassiska konsert. Tí eru tey mangan so ófriðarlig, at tað hevur oyðilagt nógvar slíkar løtur. Eg hati ikki børn - tvørtur ímóti! Men hvørt til sína tíð, haldi eg. Eg havi eisini varhugan av, at eg eri ikki tann einasti, sum irriterist inn á sálina av av fáa eina konsert, ein sjónleik ella eina gudstænastu oyðilagda av ófriðarligum børnum og foreldrum teirra, sum totalt mangla respekt fyri øðrum fólki. Og nú tími eg so slett ikki at nevna allar føðingar- dagarnar og onnur tiltøk, har tað ikki var meiningin, at børn skuldu vera við, men har tað altíð eru nøkur foreldur, sum kortini koma dragsandi við øllum riðilinu. Hvat heldur Rigmor um hetta? Skulu børn absalutt dragast við allastaðni, ella eru tað summi tiltøk, sum eru best egna til at vaksin sleppa at vera í friði og náðum? Vinarliga »Sunnanfjørðsmaðurin« Góði »Sunnanfjørðsmaðurin« Eg havi altíð verið eitt av hasum foreldrunum, sum dragsa børnini við til hetta og hatta. Til konsertir, sjón­ leikir, pallborðsorðaskifti, politiskar fundir, yrkinga­ upplestur, matstovur og sågar eisini í kirkju viðhvørt. Hetta av teirri einføldu orsøk, at eg haldi, at børnini skulu uppliva øll hesi fantastisku tilboðini – ein kundi sagt »sum partur av teirra almenna dannilsi«! MEN, so er eisini alt sagt. Tí so skjótt sum barnið verður troytt og byrjar at órógva fara vit avstað. Ikki við ill um, men tí barnið týðuliga ger vart við, at tað orkar ikki longur. Og tá er ongin sum helst meining at verða ver andi. Men vit fingu eina góða løtu, hóast hon gjørdist stutt. So eg eri púra samd við tær í, at foreldur, sum lata børn ini órógva til tiltøk vísa vanvirðing móti øðrum. Bæði fyrireikarum og áskoðarum. Øll børn orka ikki at sita still leingi í senn ­ tað er snøgt sagt ímóti teirra náttúru. Tí er tað so sára synd at noyða tey at verða sitandi. So ­ lat hetta vera ein uppsang frá Sunnanfjørðs mann­ inum og Rigmor: Farið út við børnum, sum ikki sita í still! Tað er ein øðrgrynna av tiltøkum fyri børn, har tey sleppa at vera børn – farið heldur har við teimum. Hatta, sum tú nevnir við at taka børn við til tiltøk fyri vaksin er bara virkuliga ófólkaligt – so er tað sagt. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam »Gev keisaranum tað, ið keisarans er, og gudi tað, ið guds er«, stendur í bíbliuni. Vit eru uppvand til at akta og virða mynd ug leikarnar, betala skatt og gera sum fyriskrivað er. Og myndugleikarnir gera eisini ymist fyri at styðja upp undir tign og virðing. Summir mynduleikapersónar hava uni form, dómarar eru í kápu, og prestarnir í kjóla, og tað virkar kanska meira skemtiligt enn tignarligt. Eisini brøv, sum myndugleikar senda borgarum, eru álvarsom og saklig. Vit fáa greitt at vita, hvat myndugleikin vil. Kølig sakligheit er eitt myndugleikaeyðkenni. Tað kann tí tykjast løgið, at vit nú síggja bilar koyra runt í Føroyum við merkiligum boðskapum framman og aftan: snoddi, putti, bravo, barba, dølli osfr. Ein nummarpláta er eitt álvarsamt skjal, sum skal prógva, at hesin bilurin hevur rætt til at koyra á vegunum. Tí virkar tað ófrívilliga komiskt og óneyðuga skemmandi fyri myndug leikan, tá ið nummarplátur við barnsligum pá­ fundum singla runt í býnum. Tað verður fortalt um ein mann, sum var so góður við konu sína, at hann kallaði hana »fittasta kona í verðini«, og við hvørt segði hann bara: Fitta hjá mær. Tey fóru eina­ ferð til Svøríkis at ferðast við bili. Tey nutu ferðina við Norrønu til Bergens og komu væl um Hardangervidda og inn í Svøríki. Men ikki vóru tey meira enn komin um mark ið, tá ið maðurin varnaðist ein merkiligan áhuga fyri bilinum. Svenskarar brosaðu og høvdu hug at klappa og kína bilinum. Føroyingurin var heilt ovfarin av tí svenska blíð skapinum. Og forkláringina fekk hann, tá ið onkur blíð skortaður svenskari peikaði honum á nummarplátuna. FITTA stóð har við stórum stavum. Best er, at myndugleikarnir gevast við at útskriva nummar plátur við ósakligum innihaldi. (MT) Almenn sakligheit verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð