fríggjadagur 29. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 20 - 29. januar 2010
nøvn
Eitt tíðarhvarv.
Tann stóra hurðin suðureftir er
trýst heilt upp. Norðanættin við
kulda og kava blæsir um geilar og
horn. Her inni í Turkihúsinum á
Skála er kalt, slavið og rátt. Ein
osandi trukkur koyrir aftur og fram
úr húsinum oman á kaiina, har hann
setur gaflarnar undir plattin við
saltfiski, komin úr trolaranum, ið
landar.
Síðani
verður
koyrt
niðanaftur í húsið, har platturin
verður
settur
á
eina
vekt.
Vektarmaðurin
skrivar
síðani
vektina upp á eitt brúnt pappír, ið
hongur á vegginum. Síðani kemur
ein annar líka osandi og hostandi
trukkur og setur plattin í eitt av
goymslurúmunum. Her er meira
linligt við heilsutrygd, arbeiðseftir
liti og innaneftirliti.
Oman ímóti vindeygunum eystur
eftir standa fólk og vaska fisk. Her
eru bæði kvinnur og menn.
Sigarroykurin
blandar
seg
so
heimliga við ráu og køldu luftina
herinni. Tey hava hvør sítt kar at
vaska í. Karið er fylt við vatni. Ein
breið fjøl stendur á skrá niður á
botnin í karinum. Har standa tey so
við bust og vaska, ein fisk fyri og
annan eftir. Væl skal reinsast, tí
hetta er tann fiskurin, ið skal turkast
uppi á triðju hædd. Hetta er eitt
kalt, hart og váttligt arbeiði.
Mangan skalt tú undir akslar niður
í henda kalda saltlakan. Eisini skal
royggið takast úr. So ikki ber so væl
til at hava handskar ella vøttir.
Lakin rennur úr ermuni og spruttar,
tá skrubbað verður. Ikki nakað
tespiligt arbeiði. Men tey, sum
standa og vaska her, hoyra til eitt
ættarlið, ið ikki kennir til nakað
annað enn tungt og hart arbeiði frá
barnsbeini av.
Ein av teimum, ið stóð og vask
aði fisk her, fyllir níti ár nú sunnu
dagin 31.01.2010. Tað er Anna
Louisa Jacobsen úr Skálafirði.
Árið var nítjan hundrað og tjúgu,
aftur var vøggan drigin úr skoti,
tí borið í heim var gentubarn
úr stórbærum bergi brotið.
Niðri í Stovu lovað var lagna,
og veturin tóktist at dragna.
Greinarnar rukku úr prestaætt,
til kempur úr Lamba á Kinn,
høvdingar úti á Ytra Skála,
og Kráarættin so stinn.
Mergjaðar kvinnur og menn av
mæti,
har ættarkenslan sat trygg í sæti.
Her vaknaði eyga og eygleiddi
lív,
millum høsn og hundar og seyð,
geitin á bási og kúgvin í fjósi,
slíkt kravdist til dagligt breyð.
Her steltaði gentan á berum
beinum,
meðan állurin svam fram við
løgarsteinum.
So liðu ár í bóndans garði,
tó lítil var tíðin til leik,
tí krøv vóru sett frá barnaárum,
øll kendu sítt kall,og eingin sveik.
Har við foreldrum og systkjum at
vinna
at hoyggja, binda, karða og spinna
Ein uppvøkstur fyltur við frøði
og mentan,
har fremmandur tíðum trein inn,
har kaffikannan altíð stóð heit,
og Torvgilsfrúan við bros á kinn.
Ja, mangan var rómur niðanvert
løkin,
tá fjallmenn og veiðumenn
hersettu køkin.
Og ungdómar gingu um dalar og
fjøll,
til aðrar bygdir at stytta sær
stundir,
og kanska tú hitti tann rætta júst
har,
til ørandi ásttiknar loynifundir.
Men hjá henni tað lagaði øðrvísi
seg,
av Skansa kom drongur at arbeiða
veg
Í túninum niðri har Eysturi,
har hittust tey kallur og kvinna,
her nornan spann teimum
lagnutráð,
sum bara hon kann at spinna,
Her kósin varð løgd um lívsins hav,
tey ivaðust ikki, men glað tóku av.
Settu tey búgv her í Skálafirði,
og væl mundi falla í lag,
eitt hjúnarlag okkum til
fyrimyndar,
og børnini komu so slag í slag.
Tann stóri flokkur man helst
boða frá,
at mangan var fjálgt undir
rekkjuváð.
Og aldrin tú spardi teg sjálva,
men legði alt á tín rygg,
ótrúligt hvat tú kundi fáa av skafti,
sjálvt tá tey flestu á nátt svóvu
trygg.
Tú ert sum eitt ævinligt gonguverk,
ósjálvssøkin, trúføst og sterk.
Og á hesum tínum føðingardegi,
o, móðir, eg sigi tær takk,
takk, at júst tú ert móðir mín,
og altíð tín hond til mín rakk.
Og um tú ei bert hann um
trappurnar longur,
so elskar teg tó enn ein gamal
drongur.
Mamma er fødd har Eysturi, tí
húsini Niðri í Stovu vóru undir
umbygging júst tá. Men hon er
uppvaksin Niðri í Stovu, dóttir
Hans Hansen, vanliga nevndur
Hanus í Skálafirði 18831953 og
Onnu Sofíu við Torvgil av Skála
18891984.
Hanus og Anna Sofía fingu sjey
børn saman. Tað fyrstfødda, ein
drongur, Hans Petur, doyði sum
pinkubarn. Hini vóru: Petur Hans
19121996. Inga Maria 19142003.
Hilmar 19241991. Frits 19271995.
Hansina f. 2608 1917 og Anna
Louisa f.31011920.
Tað hevur sjálvsagt verið ein heilt
annar heimur, enn ídag, at vaksa upp
í 1920 og úteftir. Tað vóru jú bert
fýra hús í bygdini tá. Tað var einki
ravmagn, einki innlagt vatn, eingin
koyrivegur og fáir hentleikar annars.
So vetrarnir tá munnu mangan hava
kenst rættiliga drúgvir og tungir,
herinni millum fjalla. Men hon sigur,
at tey hugnaðu sær sum frægast,
bæði við arbeiði og spølum úti og
inni.
Spølini, tey spældu tá, vóru m.
o. krógva og blunda, pinn, luk
hul, rotið egg, hoppa band, koyra
upp í húgvu, blindabukk, revur og
gás, einkjumannamaka, bera upp
gátur,kasta kongar og leypa á teig.
Men øll, sum kundu, komu sjálv
andi tíðliga at taka lut í arbeiði
við hús, í bø og haga.
Tá hon er sjey ára gomul fer
hon so í skúla her inni í Skálafirði.
Skúlastovan var norðara stovan í
húsinum uppi hjá Marjusi. Lærari
var Jóhan Johannesen, hin so
navnframi Gamli lærari.
Men í 1932 verður hann avloyst
ur av Hákuni Djurhuus, ið var
nýútbúgvin tá. Við Hákuni kom
meira sangur í skúlan, sum børn
ini vóru sera glað fyri.
Tíðliga byrjaðu genturnar at
binda. Umleið átta ára gomul bant
hon pápa sínum vøttir. Eisini hjálpti
hon Elsebeth Mariu at binda, tá
Edvard, Klæmint og Karl fóru til
skips. Hon bant vøttir til teirra. Hon
minnist, hon fekk fimm fimmtioyru
frá Bugganin aftur fyri. So tað
loysti seg. Fyri hendan pening
keypti hon sær silkibond. Men at
fáa tógv at binda við tá á døgum,
var ikki bara sum at siga tað. Fyrst
skuldi ullin vaskast av einslistum
og turkast, síðani nappast og
karðast, áðrenn hon kundi spinnast
og møguliga tvinnast. So her lá eitt
sera drúgt arbeiði, áðrenn tú kundi
kasta uppá. Smágenturnar spunnu á
lítlastrá.
Tað lá ein mørk í kongsjørð til
húsini Niðri í Stovu. So har vóru
neyt, hundar og høsn at taka sær
av, umframt seyðin. Vatnið til
neytini var vanliga tikið úr Løk
inum, meðan vatnið at kóka og at
drekka hjá fólki, mátti tú niðan í
ein hyl í mataránni eftir.
Sjálvandi var korn eisini velt
inni í Skálafirði. Kvørnin Niðri í
Stovu stóð uppi á loftinum. Eplir
skuldu setast niður á hvørjum ári.
Tá liðið er út á várið, má hugsast
um at fáa tey niður í jørðina. Fyrst
skal støkkjast. Síðani skal saksast
væl og virðiliga, áðrenn hippað
verður upp. Síðani skuldu tøð
berast úr køstinum, so klárt kundi
vera at seta niður um mánaðarskifti
aprílmai.
Og so mátti torvið skerast og
arbeiðast. Hetta var eisini stór
arbeiði.
Síðani kom hoyggingin, umframt
sildaveiðuna. At hoyggja Skála
fjarðarbø er ikki nakað lætt arbeiði,
tí hann er so slættur og vátur. Og so
gerðið hjá Óla gubba afturat. Ikki
er besta terrapláss í landinum held
ur. Og hoyggj tá á døgum var ikki
borið inn, fyrrenn tað var væl og
virðiliga rist, klúkað og nulvað, rist
útaftur,kylt í sátubørn, rist og kylt í
sátur. Hanus í Skálafirði bar ikki
leyst hoyggj inn. Nei, tað skuldi
takast í fløgum úr sátuni. Tað skuldi
vera tungt og fast. Tað skuldi vera
staðið. Annars sigur mamma frá, at
pápi sín fór upp á miðjari nátt at
sláa. Konufólkini fóru so í bøin, tá
avsett var. Tá kókaði hann ofta
døgurða. Tá klárt var at skaffa, fór
hann norður um húsini og hevði
armin á lofti, sum tekin um, at nú
var klárt. Men sum eina annar høvd
ingi ansaði hann eftir, at ikki varð
sitið ov leingi til borðs. Hann plagdi
eisini at gera ein drekkamunn, sum
hann bar norður í bøin til
hoyfólkið.
Og so sjálvandi slaktið um heyst
arnar. Og ullaarbeiðið um vetr
arnar. Alt skuldi takast til høldar.
Onki mátti fara fyri skeyti.
Og so var tað sildin, sum var ein
týðandi vinnuvegur í lokalsam
felagnum. Tí her skuldi jú setast og
dragast og takast burturúr. Og alt
var jú hampur, so øll gørnini skuldu
vaskast regluliga.Tí annars vóru
eingi gørn. Og øll sildin skuldi
rógvast til marknað, mest út til
Skálar. Onkuntíð saltaðu tey sild
herinni, t.d til Otto Bech.
Annars var eisini eitt starv at
ganga til neytar og at sita hjá
neytum.
Handil var jú ongin inni í Skála
firði tá. So skuldi tú til handils,
mátti tú av bygdini. Oftast mundi
vera farið til Skálar, til Absalon. Og
seinni Theodor. Og tað mátti so
antin vera við báti ella til gongu.
Mamma var sera løtt uppá
sporini. So hjá henni at renna út
til Skálar og aftur, hevði ikki nógv
uppá seg. Pápi hennara røktaði í
Norðara parti í Skálafjalli og í
Miðhaga. Í lembing var gingið
nógv í haganum. Tað kom ofta
fyri, at hann kom fram á ær, ið var
lambssjúk. Hann staðfesti so,
hvar ærin lá. Seinni kundi hann
so senda hana at hyggja, um hon
hevði lembt. Og um so var, at siga
sær litin og slagið. Hon sigur, at
hjá sær at renna niðan í Ennisrók
hevði sera lítið uppá seg.
Einaferð, tá Frits er um 2 ára
aldur og Hilmar um 5 ár, gerast
báðir sjúkir. Mamma er tá umleið 9
ár. Heiðadoktarin kemur til teirra
og gevur teimum heilivág. Men tað
vísir seg, at tað er eingin framgongd.
Boð verða so aftur send eftir Heiða
doktara, sum kemur. Tá sigst, at
abbi var rættiliga álvarssamur við
hann og sigur, at nú má hann gera
tað, hann kann, at grøða dreingirnar.
Hann hevði nokk havt ein óhugna
ligan dreym, kom seinni fram.Teir
fáa so annan heilivág. Og so eitt
afturat. Hann biður abba fáa til vega
bláberjasuppu at geva dreingjunum.
Mamma verður send út til Absalon
at keypa suppu. Snimma morgunin
eftir fer hon til Skálar eftir suppuni.
Við sær hevur hon eina biks við egg
um at gjalda við. Abbi fer norður á
Øksnagjógv eftir torvi. Tá hon kem
ur út á Stórhús, er Elsa ikki komin í
handilin. So nakað tíðliga er hon á
veg. Men Elsa kemur so, og
mamma fær suppuna. Men tá hon
er komin innaftur í Akkersvík, finn
ur hon útav, at biksin stendur eftir.
So útaftur eftir henni. Tá hon kemur
inn aftur í Fjørð, er abbi júst aftur
komin. Hann ógvast, hvussu skjót
hon er aftur. Hon sigur frá, hvussu
gingist hevur. So niðurstøðan má
verða, at hon hevur runnið allan
vegin. Og tað skjótt.
Eina aðru ferð sendi abbi hana
til Gøtu eftir heilivági til seyð. Tá
hon kemur út á Tjørnunes, liggur
ein flokkur av ungneytum har. Og
tarvur er uppií. Henni dámar einki
henda tarv. Men hon fær smoygt
sær framvið niðri í fjøruni, kemur
til Gøtu og fær heilivágin frá
Líggjasi bónda. Síðani fer hon til
fastur sína, Mariu á Lakjuni, har
hon verður verandi allan dagin.
Klokkan mundi verða eini tjúgu
og trý, áðrenn hon er aftur á
Tjørnunesi. Men nú liggja neytini
soleiðis, at hon torir ikki framvið.
So útaftur undir Eið. Har møtir
hon Jóhan á Toppafløtu, sum spyr,
hvat í Guds navni hon ger her so
síðla. Hon sigur honum frá, at
hon torir ikki víðari fyri tarvinum.
Men tað er eingin trupulleiki.
Hann fylgir henni so inn í Ánirnar.
Tá hon nærkast Skálafirði, sær
hon, at bátur loysir frá landi. Hon
hevði eitt lummaturriklæði, sum
hon fekk veittrað við. Tá er tað
abbi, ið var á veg at leita. Hann
var bæði glaður og illur.
Nú líður tíðin, og hon skal ferm
ast. Hon er ofta og vitjar fastur
sína, Mariu á Lakjuni. Tær báðar
komu so sera væl útav tí. Har býr
eisini Inga, systkinabarnið, ið er
Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði á níti ára degnum
Framhald á síðu 22