Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 20 - 29. januar 2010 lýsingar Skeið í at skriva lættlesiligan tekst Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipa fyri skeiði í at skriva lætt­ lesiligan tekst til børn. Forløgini samstarva um útgávu av krabbabókunum, sum eru spennandi og góðar lættlisnar bøkur til børn og ung. Endamálið við bókunum er • at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa, • at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa, • at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa, • og at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa. Skeiðið verður í Norðurstovu í Norðurlandahúsi­ num 14. apríl klokkan 13­16. Lesifrøðingar fara at greiða frá, hvat lættlesiligur tekstur er, og rithøvundur, sum hevur skrivað lættlisnar bøkur, fer at greiða frá tilgongdini frá handriti til lidna bók. Skeiðið er ókeypis. Áhugað kunnu venda sær til: Bókadeild Føroya Lærarafelags á tlf. 565773 ella telduposti turid@bfl.fo ella Føroya Skúlabókagrunn á tlf. 216104 ella teldu­ posti marjun@skulabokagrunnur.fo Freistin at tekna seg er 26. mars. Avmarkað luttøka. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur Hevur tú hund? So burdi tú eisini havt SKYTTENs SPECIAL Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40 Special – 20 kg kr. 450,- Turrfóður til vaksnar hundar. Við omega-3 og omega-6 feittsýrum, ið geva blankan og skínandi pels. Sera gott til hundar við húð- og pelstrupulleikum og til eldri hundar.