fríggjadagur 29. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
8
VIKUSKIFTI
rætt
klødd til
arbeiðis
Skjúrta, troyggja, bluS ella toppur?
tá tú Stendur frammanfyri klæðnaskápinum um
morgunin er tað nógv ymiSkt, ið avger hvat tú velur at
lata teg í. títt Starv og tær klædnareglur, ið eru har,
Stýra nógv. vit hava toSað við nakrar fyritøkur um,
hvuSSu tey vilja, at teirra starvsfólk Skulu lata Seg í.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
myndIr: Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang
– Eg vil vera væl ílatin tá
eg komi inn í stovuna hjá fólki
Fýra kvøld um vikuna koma Jónsigurd
Johannesen og Sigrún Brend inn í stov
una hjá flestu føroyingum. Tey bæði
eru tá smurd og klædd av stylistinum
Ingibjørg Jacobsen.
Jónsigurd Johannesen sær nøkulunda
líka út kvøld aftaná kvøld. Hann er í
skjúrtu, einlittum ella stríputum slipsi
og klædningsjakka.
Sigrún harafturímóti er í ymiskum
klæðum hvørt kvøld. Oftani er hon í
sterkum litum, eftirsum tað er tað hon
passar best í.
Ingibjørg keypur og lænur øll klæði
til vertirnar í Kringvarpinum.
– Mannfólkini kunnu verða í tí sama
fleiri ferðir, so til teir keypi eg. Men
til Sigrún má eg lána klæði eftirsum
hon ikki kann vera í tí sama, tí tá koma
viðmerkingar um tað, sigur Ingibjørg
Jacobsen.
Konservativur stílur
Ingibjørg ger tað mesta í samráð við
vert irnar, tí klæðini mugu passa til per
sónin. Stílurin skal helst vera eitt sindur
konservativur, men gjarna eitt sindur
smartur.
– Klæðini skulu ikki órógva tíðindini.
Tey skulu vera neutral, sigur hon.
Um tey sita illani hugsa fólk meira
um tað, enn hvat verturin sigur.
Stórar smúkkur og blusir, ið eru ov
niður ringaðar, eru bannaðar.
Aftur í
cowboybuksirnar
Munur er eisini á
hvørji tíðindi per
sónurin lesur. Til
ítróttartíðindi ber til
at vera í troyggju ella
skjúrtu við slipsi. Til
vanligu tíðindini skal tað
vera klædn ingur, skjúrta
og slips.
Jónsigurd Johannesen
sigur sjálvur, at hann vil
vera væl ílatin tá hann kem
ur inn í stovuna hjá fólki,
men at hann vanliga
ikki gongur so fínt
ílatin.
– Tá send
ing in er liðug
fari eg aftur í mín ar vanligu cowboy
buksir og troyggju, sigur hann.
Kringvarpið
Jónsigurd Johannesen er altíð í klædningi
tá Dagur&Vika er á skránni.