Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 20 - 29. januar 2010 Felagið Kovboyfilm fer nú at gera Føroyar enn meiri kendar úti í heimi. Ferðavinna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fólkini aftanfyri felagið Kovboy- film hava longu lagt 28 filmar út á Youtube. Og seinni í ár koma 12 aftr- at. Hetta eru alt filmar úr før oysku náttúruni og øðr- um myndum og evnum úr fólka lívi okkara. Nú hevur Kovboy-film tik ið eitt stig aftrat fyri at røk ka enn longur út við at vísa Føroyar sum ferða- manna land. Filmarnir eru all ir gjørdir við enskari talu, men nú ber til at hygg- ja eftir teimum við undir- teksti á íalt 52 tungumálum. Mill u m hesi málini eru enskt, franskt og kinesiskt. Nógv fólk hava longu vitj að heimasíðuna hjá Kov boy- film. Síðani sep- tem ber 2008 hava ikki færri enn 83.000 hugt eftir onkr- um av filmunum hjá felag- num. Filmarnir hjá Kovboy- film kunnu annars síggjast á www.youtube.com/kov- boy film. - Nei, hetta kom ikki væl við, sigur Albert Ellef sen, borgarstjóri í Vága kommunu. Í gjár kundi hann fyrst gleðast um, at Vága kommuna hevði lægs ta arbeiðsloysið í landinum. Men sam stund is mátti hann harmast um, at fleiri fólk í hans a- r a kommunu mis t u arbeiði á flaka virki- num í Vestmanna arbeiði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Miðvágur: - Vit vóru ótta- full, tá flakavirkið her í bygd ini lat aftur fyri eini tveim um árum síðani. Tað vísti seg kortini, at nógv teir ra fingu arbeiði aftur aðra stað ni. - Tað kann vera orsøkin til, at arbeiðsloysið er so lágt, sigur Albert Ellefsen, nú nýggjastu tølini frá Hag- stovu ni eru kunngjørd. Hann kann eisini fegnast um, at skattainntøkan í Vá ga kommunu var so at siga tann sama í 2008 og í 2009. Tað eru helst ikki all- ar kommunur, ið kunnu siga tað sama sum tey. Men hesi nýggjastu tølini mugu kortini lesast við skerd ari gleði. Í gjár kom nevni liga fram, at fleiri av flaka fólkunum hjá Fiska- virk ing í Vestmanna hava mist sítt arbeiði. Tað sum ger tað so álvar- samt fyri Vága kommunu í hesum sambandi er, at nógv teirra eru búsitandi her, men hava arbeitt á virkinum í Vestmanna. - Tað er altíð keðiligt hjá teim um sum gerast arbeiðs- leys. Tað er týdningarmikið at fólk hava okkurt at fara upp til, staðfestir Albert Ellef sen. Rakar lægstlønt Tað vóru døpur tøl, ið frætt- ust frá Hagstovuni í gjár. Enn einaferð kundu hag tøl ini staðfesta, at fleiri før oy ing ar eru vorðnir arbeiðs leys ir. Í desember mánaði var ar beiðs loysið komið uppá 5,3 prosent, og var hetta ein vøkst ur uppá 3 prosentstig síða ni januar í fjør. Uppgerðin vísti somu leið- is, at flest mannfólk gan ga uttan arbeiði: 812 menn og 580 konufólk vóru full tíða r- arbeiðsleys í jóla mán aði- num. Størsta arbeiðsloysið í des- em ber var í Suðuroy, með an Norðoyggjar, Sand oy og á Streymoy var tað omanfyri miðal. Tvey øki skaraðu kortini fram úr, um ein kann siga tað so: Bæði í Vágum og í Eystur oynni var arbeiðs loys- ið niðri á 4,3 pro sent um. Men hjá teimum sum eru rakt av arbeiðsloysi, er hetta neyvan hugaligur lesn að ur. Og sjálvur dugir Al bert Ellefsen at síggja hetta við arbeiðsloysinum sum ein stóran sam felags lig an tru- pul leika. - Tað vísir seg ofta, at tað eru tey lægstløntu sum verða rakt av arbeiðsloysi - og tey ungu. - At arbeiðsloysið rakar alt fleiri og fleiri ung, síggi eg sum eitt stórt hóttafall. Henda gongdin kann eisini føra til sosialar trupulleikar, sigur hann álvarsamur. Lat virkið upp Fyri góðum tveimum árum lat flakavirkið í Miðvági aft ur. Hetta var sjálvandi ein álvarsom støða fyri kommununa og bygdar- fólkið. Hóast kommunan sum so ikki kann gera nakað við virk ið, hevur Albert Ellef- sen kortini sínar hugsanir um framtíðina hjá og í hes- um tóma virkis bygn ing i- num. - Vit hava eitt brennandi ynski um, at virksemi aftur fer at koma á virkinum, so leiðis at fólk sleppa til ar beið is, sigur borgar stjór- in, og vísir til eitt uppskot hjá Miðflokkinum á tingi. Sambært hesum upp- skoti num skuldi loyvi gevast til at innflyta frystan tosk, men líkt er til at politikk arar eru ræddir fyri at geva hetta loyvið. - Eg haldi, at teir skuldu avgreitt hetta málið skjótast gjør ligt, soleiðis at fólk kun nu fara til arbeiðis á fiska virkju num, sigur Albert Ellefsen. Okkara virki má latast upp aftur 52 tungumál og 40 filmar Tvey ár eru liðin, síðani flakavirkið í Miðvági lat aftur. - Politikkararnir áttu at gjørt sítt til, at tað kann latast upp aftur, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu Ísland fær umrøðu Ísland fær drúgva umrøðu í írska blaðnum Irish Times í dag. Blaðið umrøður tað sokallaða Icesave-málið, sum íslendingar skulu taka støðu til á fólkaatkvøðu 6. mars. Blaðið endurgevur Ólag Ragnar Grímsson, forseta fyri at siga, at íslendingar fara at rinda tað, sum teir skylda umheiminum, og at tað verður gjørt í samsvari við tað, sum partarnir avtala. Forsetin sigur við Irish Times, at íslendskir bøndur, fiskimenn, lærarar og onnur noyðast í mong ár at bera byrðarnar orsakað av virkseminum hjá einum banka uttanlands. de Villepin fríkendur Ein dómstólur í París fríkendi í gjár fyrrverandi franska forsætisráðharran Dominique de Villepin fyri at hava staðið fyri einari útspillingarherferð ímóti fyrrverandi innanríkisráðharranum og núverandi forsetanum, Nicolas Sarkozy. Málið byrjaði í 2004. Ákæruvaldið vildi vera við, at Dominique de Villepin hevði roynt at seta saman søgur um, at Sarkozy var sekur í korrupsjón. Endamálið var atr forða fyri, at Sarkozy skuldi vinna forsetavalið í 2007. Villepin hevur alla tíðina víst ákæruni frá sær, og í gjár kom dómstólurin til somu niðurstøðu.