fríggjadagur 29. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
9
VIKUSKIFTI
Plástur skal á tatoveringina
Vit mugu síggjast
Stjóranir eru fínast ílætnir
Flogterna er eitt av snotiligastu størv
inum ein kann hava. Í øllum førum
um ein hugsar um hvussu tær eru
klæddar.
Annika Jespersen er kabinuovasti
hjá Atlantic Airways og hevur ábyrgd
av, at flogternurnar síggja soleiðis út,
sum felagið vil.
– Vit hava uniformsreglar, sum vit
mugu fylgja. Har stendur millum ann
að, at hárið skal vera stutt ella upp sett.
Oyraringar skulu vera uppeftir oyr
anum, eftirsum ringar kunnu hanga
fastir um neyðstøða verður, greiður
Annika Jespersen frá.
Reinan uniform
Hon hevur eitt sokallað »linecheck«
við jøvnum millumbilum, har hon er
við á eini flogferð og kannar, hvussu
flogternurnar síggja út.
– Tá kanni eg, at uniformurin er
reinur, og at alt sær út, sum tað skal.
Stílurin hjá flogternunum skal verða
diskretur og klassiskur.
– Um tær hava sjónligar tatoveringar,
skal plástur setast á, sigur Annika.
Orsøkin til, at allar flogternur eru
so væl smurdar, sigur Annika, er vegna
tað sterka ljósið í kabinuni, ið tekur
allan lit úr andlitinum.
Í svimjihøllini fáa starvsfólkini
útflýggjað klæði, ið eru serliga gjørd
til svimjihøll.
– Vit eru øll í hvítari blus og reyðum
buksum. Vit kunnu velja ímillum stuttar
buksir ella tríkvart buksir, sigur Jón í
Haraldstovu.
Um neyðugt er at leypa í hylin eru
klæðini gjørd til endamálið og eru løtt
at svimja í.
Í banka og tryggingarheiminum er
tað skjúrta og slips, sum eru vanligastu
klæðini.
Hóast ongar reglar eru niðurskrivaðir,
eru tað óskrivaðar reglur, ið stýra, og
flestu stjórarnir eru í klædningi, og
undursáttarnir eru í skjúrtu og slipsi
ella einari fínari troyggju.
– Tað viktiga er at fokusera upp á,
hvat kundin vil síggja, tá hann kemur
inn til okkum, sigur Jean Djurhuus,
stjóri á Trygd.
Tá sýningsmennirnir hjá Trygd eru
úti og kanna skaðar, eru teir í jakkum,
har tað sæst, hvaðani teir koma,
– Á skrivstovuni kann man ganga,
sum man vil, men tey flestu mann fólk
ini eru í skjúrtu, og nakrir eru í klædn
ings jakka – harímillum eg sjálvur, sigur
Jean Djurhuus, stjóri.
Taka teg í allvara
Finn Damberg fíggjarstjóri á Eik hevur
onki slips hendan dagin, vit tosa við
hann.
– Tá eg veit, at eg ikki skal taka ímóti
nøkrum gestum ella fara út til nakað,
lati eg slipsi hanga heima, sigur hann.
Hann er nógv uttanlands í arbeiðs
ørindum, og tá er hann altíð í skjúrtu,
slipsi og klædningi.
– Klæðini signalera, at fólk skal
taka teg í álvara. Tað ber ikki til hjá
mær at dukka upp í ketildrakt til ein
vikt igan fund, sigur hann.
Finn heldur ikki, at føroyingar
standa aftan fyri útlendingar, tá tað
kem ur til klæði.
Kanska brúka tey fleiri uniformar,
tí fyritøkurnar eru størri uttanlands.
Atlantic Airways
Svimjihøllin í Gundadali
Trygd og Eik
Starvsfólkini í svimjihylinum
eru klødd so at tey síggjast.
Flogternurnar skulu vera
reinar og snotuligar.
Tey sum starvast í banka eru fínt
klødd, men stjórarnir eru fínast. Her
eru tað fýra starvsfólk úr Eik í Havn.