fríggjadagur 29. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2010
Hýsa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Rá
fiskakeyparafelag
heldur
ikki, at spurningurin um
hýsu, sum bretskar handils
ketur boykotta, er heilt so
einfaldur, sum hann verður
gjørdur til.
Tað er ikki rætt, at vit
slett ikki kunnu selja virk
aða hýsu í Bretlandi, men
tað er rætt, at føroyskir
framleiðarar hava havt trup
ulleikar við hýsuni. Tað er
eisini rætt, at bretskar hand
ilsketur ikki so fegnar vilja
hava virkaða hýsu undan
Føroyum í sínum vøruút
boði, tí tær vilja ikki koma í
ringt ljós millum síni við
skiftafólk.
Símun P. Jacobsen vísir
á, at tá almennu hagtølini
vísa, hvussu lítil hýsuveiðan
var undir Føroyum í fjør,
siga hesi ráðgevum hjá
handilsketunum, at hýsu
stovnurin er illa fyri.
Hetta hevur havt sína
ávirkan á teirra hugburð
móti virkaðari hýsu undan
Føroyum.
Smáar nøgdir
Formaðurin í Ráfiskakeyp
arafelagnum vísir á, at ein
annar stórur trupulleiki við
hýsuni er, at nøgdirnar eru
so smáar, at tað ber illa til
hjá nøkrum framleiðara at
leggja seg eftir virkaðum
hýsuvørum.
Stórir keyparar kunnu
soleiðis heldur ikki vænta,
at teir kunnu fáa eina støð
uga levering úr Føroyum,
leggur hann aftrat.
Símun P. Jacobsen tekur
ikki dagar ímillum, hvat er
rætt, og hvat er skeivt – at
selja óvirkaða hýsu í mun
til virkaða hýsu, tí hetta er
ikki hansara uppgáva sum
formaður í Ráfiskakeypara
felagnum.
Viðhvørt eru prísirnir
so góðir á feskum heilum
fiski, at framleiðsluvinnan
megnar ikki kappingina, og
hetta kann snúgva seg um
ymisk fiskasløg – og ikki
bara hýsu.
Hann heldur, at tað er
gott fyri dynamikkin í eini
vinnu, at keyparar eru, sum
kunnu selja fiskin heilan av
landinum, eins og keyparar
eru, sum vilja virka fiskin
til útflutnings.
Tosa vit um arbeiðsskap
andi virksemi, leggur fram
leiðsla av okkara tilfeingi
sjálvandi meiri eftir seg enn
útflutningur
av
feskum
heilum fiski.
Ikki grenja
Símun P. Jacobsen er ikki
so samdur í, at prísirnir á
hýsu, sum er veidd undir
Føroyum, eru ov lágir.
Tá fiskimenn og reiðarar
selja hýsu fyri rímiliga góð
an prís til útflutnings á
bretska feskfiskamarknað
in, mugu teir eisini rokna
við, at prísirnir onkuntíð
kava. Feskfiskamarknaður
in hongur neyvt saman við
útboði og eftirspurningi, og
tí verður ofta talan um
yoyoprísir á hesum markn
aði.
Hann vísir á, at prísirnir á
føroyskari hýsu á føroyska
marknaðinum generelt hava
verið hægri enn prísirnir,
sum eitt nú íslendingar og
norðmenn hava fingið fyri
sína hýsu.
At so onkur skip gera
góðar feskfiskasølur í Bret
landi, er nakað, sum altíð
hevur verið. Soleiðis er tað
bara, tá tú selir feskan fisk
á marknaðinum. Tað kann
ganga væl, og tað kann
ganga minni væl, leggur
Símun P. Jacobsen aftrat.
Formaðurin í Ráfiska
keyparafelagnum heldur, at
tað kanska hevði verið eitt
hugskot, um okkurt virki
hevði gjørt avtalu við línu
skip um leveransu av hýsu.
Tá kundi tú gjørt eina
roynd at bygd upp eina
framleiðslu
og
soleiðis
eisini ein marknað í útland
inum fyri hesi vøru, sigur
Símun P. Jacobsen.
Einki svar
Aftur í morgun kom ólag á í Løgtinginum, tá ið landsstýrisfólk skuldu svara spurningum frá løgtingslimum. Fyri jól
átalaði løgtingsformaðurin harðliga, at landssýrisfólk ikki vóru møtt í Løgtinginum á einum fundi, tá ið spurningar vóru
á skránni. Aftur í morgun vóru ófráboðaðir spurningar á skránni, men aftur hesuferð knípti tað hjá landsstýrisfólkum at
møta upp. Johan Dahl og Jóannes Eidesgaard høvdu boðað formansskapinum frá, at teimum barst frá at møta og Rósa
Samuelsen hevði boðað frá, at hon stóð føst í ferðsluni og varð ov sein. Á løgtingsfundinum í morgun var ein tími settur
av til spurningar frá løgtingslimum til landsstýrisfólk. Hesuferð fekk sjálvstýrisflokkurin fyrsta spurningin og hetta høvi
brúkti Kári P. Højgaard til at spyrja Aksel V. Johannesen um heilsutrygd og ognirnar hjá sjúkrakassanum. Men tað nyttaði
lítið, tí tí eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum varð ov seinur á Løgtingsfundin og sostatt fekk løgtingsmaðurin onki
svar. Hetta átalaði Kári P. Højgaard, tí hann helt, at landsstýrisfólk skuldi hava skyldu at møta, tá ið spurningar vóru á
skránni. Seinast ófráboðaðir spurningar vóru á skránni, var tíðin farin, áðrenn Sjálvstýrisflokkurin slapp framat, so heldur
ikki tá fekk hann høvi at seta ein spurning, hann hevði ætlað sær
Spurningurin
um hýsu ikki
so einfaldur
Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum heldur ikki, at prísirnir á hýsu á fiskamarknaðinum í Føroyum hava verið so lágir,
sum onkur vil vera við
- At føroysk hýsuframleiðsla verður boykottað á bretska marknaðinum, er ikki allur sannleikin,
sigur Símun P. Jacobsen
- Tilsamans 5.000 tons av hýsu
vórðu veidd undir Føroyum í fjør,
og tá feskfiskaútflytararnir hava
fingið sítt, er lítið eftir til virkingar
á landi. Hetta er ein lutfalsliga lítil
nøgd at byggja nakra framleiðslu og
leverandu á, sigur formaðurin í Føroya
Ráfiskakeyparafelag, Símun P. Jacobsen