Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 20 · 29. januar 2010 10 VIKUSKIFTI Hvussu var skúmparty leygarkvøldið? Lat meg siga tað soleiðis, at har vóru ikki nógvar skúmbananir ... Hvørja styrki hava tínar brillur? Sikkin ein spurningur! Er tað ein lætti at hava valt sær tí einastu einu? Nei. Tað er bara stríð av tí. Men mítt image krevur tað. Hvat ynskir tú tær í brúdleyps­ gávu? At nógv fólk koma í brúdleypið í høllini á Hálsi annað páskakvøld! Angrar tú nakað í lívinum? Burdi havt gjørt meira við musikkin. Hvat ger teg lukkuligan? Tá eg síggi meg sjálvan í sjónvarpinum. Hvønn eginleika hjá tær sjálvum er tú glaðast fyri? Míni analytisku evni. Hvørjar veikleikar hevur tú? Kanska onkur vildi hildið tað vera ein veikleika at eg ikki ordiliga dugi at fáa eyga á nakran veikleika ... Hvør tíð hevur verið tann besta í tínum lívi? Tá Føroyar vóru ein dekonstruktivistisk abstraktión og ein diskursiv diskussión, meðan veruleikin var Oyrasundsskollegiið, RUC, Føroyahúsið og Skarv. Er nakar persónur klókari enn tú í Føroyum? Sambært Quiztinum hjá Gunnari Nolsø gongur Ólavur Presley mær ein skarpan gang. Hvat heldur tú um sosialu karmarnar í føroyska samfelagnum? Reint teoretiskt eru teir útmerkaðir. Hvat hevur mamma tín at siga fyri teg? Nokk ikki so nógv, sum eg havi at siga fyri hana. Hvat var besta lestrararbeiðið, tú hevði? Eg hevði bara eitt. Í brúksini. Tað var strævið. Pissar tú í svimjihylinum? Sikkin ein spurningur. Hvat er títt motto? Javnstøðusnakkið plágar meg sum allar aðrar menn, men so hugsi eg, eitt sindur motto-kent: »Heldur eina kvinnuliga teori enn eina teoretiska kvinnu«. Tað er ikki kvinnuni sjálvari, men hennara teori, tað er galið við. Fá fyribrigdi eru betur í praksis enn í teoriini – men kvinnan er eitt teirra. Ja, hóast teoriin um kvinnuna er góð, og veru leikin kann vera ein pína, so er veruleik in betur kortini. Ið hvussu er reint teoretiskt. Tað var, í stutt um, henda analysan sum gjørdi, at eg fríggjaði og skal giftast. esmar eysturoy Ov fáar skúmbananir í skúmparty lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Fakta jógvan hansen Navn: Esmar Eysturoy, Cand.adm.soc. Aldur: 42 Familja: Ógiftur. Ókendan pápa. Einabarn. Andliga skildur við Schopenhauer, Focault og Habermas Starv: Ráðgevandi analytikari í Miðfyrisitingini Bústaður: Tórshavn mynd: áLvUR HARALdSEN