fríggjadagur 29. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Nr. 20 - 29. januar 2010
Sunnudagin verður nýggi dómprósturin,
Uni Næs innsettur í tænastu. Ein av
uppgávunum verður at byggja føroysku
fólkakirkjuna upp. - Hetta verður ein
spennandi avbjóðing, sigur hann
KirKjan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Eg ynski at føroyska fólkakirkjan skal virka
væl, sigur Uni Næs í samrøðu við Trúboðan.
Eitt av hesum arbeiðum er at tryggja, at fólkakirkjan
framvegis skal verða eitt gott stað at vera prestur í, og
at møguleiki verður hjá einum presti at virka sum
prestur.
- Tað er eisini neyðugt at tryggja, at prestarnir hava
góðar møguleikar at boða Guds orð, slær hann fast.
Í føroysku fólkakirkjuni eru 25 prestar, og saman við
honum, verður ein teirra, Ann Dahl Hansen eisini
innsett sum sóknarprestur í Suðurstreymoy
sunnudagin.
Boða og virka
Sunnudagin 31. januar eru júst liðin 22 ár síðani Uni
Næs varð prestvígdur.
Hann hevur hesi árini verið í tænastu sum sóknar-
prestur m.a. í Vestmanna, Havn og nú seinast í
Fuglafirði.
- Í hesum støðum havi eg verið prestur bæði í heilt
smáum bygdum og í stórum bygdum. Her havi eg sæð,
hvussu kirkjan hevur arbeitt á ymiskum plássum, sigur
hann.
Nú er tíðin komin til eina størri avbjóðing sum
dómpróstur.
- Vit eru 25 prestar og mítt ynski er at vit verða eitt
gott toymi, slær Uni Næs fast.
– Kirkjan skal virka væl
- Sum prestur fevnir tú nokkso víða. Ynskir
tú samarbeiði so eru gyltir møguleikar, og ein
góður eginleiki hjá einum presti er, at hann sær
møguleikarnar í tí fólkinum sum er á staðnum,
sigur nýggi dómprósturin, Uni Næs
Mynd: Torfinn Jacobsen, Trúboðin
Slættanesgøta 10 · 100 Tórshavn
Tlf. 31 11 01 / 21 63 00 · Faks 31 37 63
mc-solan@mc-solan.fo · www.mc-solan.fo
Opið er:
Mán.- fríg. .............10:00 – 17:00
Leygardag ............12.00 – 14.00
MC-Sølan selur nú eisini súkklur
Nógv góð og kend merkir
Vit hava eisini
súkkluverkstað
Vit hava
súkkluútgerð
Sosialurin / KvR 34 18 00