fríggjadagur 29. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
11
VIKUSKIFTI
Pengar eru ikki
einasta svarið
– men teir gera mun.
Barrack Obama
amerikanskur forseti
10 tIng um SOuLSHOCK
Stjørnurnar standa
í kø hjá honum
Hann er nýggjur dómari í donsku X-Factor
kappingini, sum nógvir Føroyingar eisini Fylgja.
seinastu góð 15 árini Hevur Carsten soulshoCk
virkað sum tónleikaframleiðari í usa.
RIThøvundIn RaKel Helmsdal
SaKnaR FRanSKT úTvaRp og
elSKaR WIKIpedIa.
miðlarnir Og Eg
lagt tIl RættIs: eyðun Klakstein
lagt tIl RættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
Soulshock, sum er 40 ára gamal,
er ættaður úr gug nærindis aalborg
hann hevur búð í los angeles í uSa
síðani 1993.
Soulshock tók av fyrstan tíð útbúgving í
klædnahandli, men áhugin fyri at venda
plátum og mixa var størri enn at selja kovboybuskur
og t-troyggjur.
sum tannáringur vandi hann
upp í átta tímar um dagin at
skratja á sínum plátuspælara.
Í 1989 kom ferð á yrkisleið hansara, tá ið
hann endaði sum nummar trý í stóru dMC Mixin
Championship í london. eftir hetta slapp hann sum
dJ við á europeiska konsertferð hjá Queen latifah,
Jungle Brothers og Chill Rob g.
Millum nøvnini, sum Soulshock hevur arbeitt
saman við, eru Backstreet Boys, Cheryl Cole,
2pac, Toni Braxton, Whitney houston og Craig david.
Soulshock er giftur við Maxena Maxwell
úr bólkinum Brownstone, og tey eiga ein fýra
ára gamlan son.
Soulshock er vínsamlari, og hann eigur
umleið 1000 vínfløskur í sínum savni
hóast hann býr í uSa, heldur hann jól
í heimbýnum gug í jútlandi í danmark
– málið við X factor er
heilt einfalt at skapa eina
nýggja tónleikastjørnu, og ta
uppgávuna taki eg alvorligt,
sigur soulshock.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
mítt blað
Eg lesi ikki ofta tey vanligu bløðini, 4. hvørja viku, tá eg eri
til arbeiðis á Jarðfeingi, lesi eg tey tó ígjøgnum. Vit arva
Weekendavisen, so hana lesi eg eitt sindur í av og á, men kundi
hugsa mær at lisið meira í henni.
mín HeImasíða
Eg nýti internetið NÓgV, kanska
í so nógv, latið meg fanga av, at
har er so nógv spennandi at lesa
og síggja. Eg elski Wikipedia, men
annars havi eg ov nógvar slóðir til at kunna nevna annað enn tær
síðurnar eg nýti nógva tíð uppá, nevniliga tær eg sjálv umsiti.
mín tónleIKUR
Til gerandis lurti eg ikki nógv eftir tónleiki, men tá tað er, so er tað
mest klassiskur tónleikur, Ravel, Satie, Elgar, Tchaikovsky, Sibelius,
Prokofiev v.fl. Annars lurti eg eftir Tom Waits, Bjørk, gomul jazzi,
fólkatónleiki, world music. men best dámar mær at hoyra allan
tónleik live; bakgrundstónleikur er bara ikki eg.
mítt sosIala netVeRK
Eg nýti helst alt ov nógv tíð á Facebook, men tað er ikki bara spilt
tíð. Eg brúki tað sera nógv til at fá informatiónir runt. Eisini er
tað ein fantastiskur møguleiki at halda samband við familju, sum
býr langt burturi og man ikki sær ofta. Brádliga eru vit ikki sum
fremmandafólk, hóast vit ikki hevur sæst í fleiri ár.
mín dVd
Eg elski filmar, og hóast eg haldi »at film skal ses i biografen«, so
ber hetta jú ikki til í Føroyum. Bert eitt fátal av góðum filmunum
koma higar. So eg havi nógvar dvd-filmar. mínir yndis eru filmarnir
hjá Tim Burton, Jean-Pierre Jeunet og Akira Kurosawa. mær dámar
sera væl franskar filmar, og evropeiskar filmar sum heild, og
fantasy og sci-fi-filmar.
mítt magasIn
Eg lesi bæði Samvirke og
Dunnublaðið á tamb!
mín sjónVaRpsRøð
Hyggi satt at siga næstan onki
sjónvarp, men onkrar sjónvarpsrøðir
síggi eg á dvd: X-files, Tales of the
unexpected og midsomer murders.
mín bóK
Her er ikki pláss at nevna bara ein
brotpart av teimum bókunum, sum
gera mun hjá mær, so eg kann bara
nevna tær bøkur ella høvundar, sum eg altíð vendi aftur til: »Death
is a lonely buisness« hjá Ray Bradbury og annars tað mesta, hann
hevur skrivað. Stuttsøgan »uventet bekendskab med et håndværk«
eftir Stefan Zweig og annars absolutt alt hann skrivaði, bøkurnar
hjá Tove Janson, J.R.R. Tolkien, ursulu Leguin og Edgar Allan Poe
og ... og …
mítt útVaRp
Eri ikki tann stóri útvarpslurtarin, men siti ofta enn og eri
melankolsk um ikki at hoyra franskt útvarp, France Culture, France
Inter ella France music, har tað ber til at hoyra útvarp, sum ger teg
klókari 24 tímar um samdøgri.
mín telefon
Kann ikki vera fyriuttan, men eg hati, at hon ringir,
tá eg standi við kassan í FK og skal gjalda.
HVat VIl tú IKKI bRúKa mIðlatíð Uppá?
Pop-tónleik í útvarpinum og idiotiskar undirhaldssendingar og
tollutar amerikanskar seriur í sjónvarpinum.
HVat IRRIteRaR teg í mIðlUnUm?
Nógv!! At tað mesta er so grunt, at áhugaverd ting sjáldan verða
fylgd upp. At mentan hevur so ómetaliga lítið pláss í flestu
miðlunum, at ítróttur skal fáa so órímiliga nógv pláss í øllum
miðlum. Og tað irriterar meg ómetaligt, at tað letur til, at flestu
tíðindafólk halda, at vit helst vilja hava ein óendaligan streym
at tíðindum um tað sama, t.d. ómetaligar nøgdir av óneyðugum
tíðindum um svínakrím.
HVat VIl tú HaVa meIRI aV í mIðlUnUm?
mentanarsendingar, tí mentan er fyri okkum øll, ikki bara fyri tey
fáu útvaldu, sum tað letur til at nógv halda. Fleiri áhugaverd tíðindi
um mentanartiltøk sum eru í landinum og uttanfyri landoddarnar.