Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 20 - 29. januar 2010 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Tvístøða Spurningurin um samsvar ella ósamsvar millum stýris- skipanarlóg og aðra lóg hevur verið ein trupul leiki líka síðan vit fingu ta nýggju stýris skipanar lóg ina. Trupulleikin er í stuttum tann, at ein lands stýrismaður kann koma í ta støðu, at játtan á galdandi fíggjarlóg ikki røkkur til lógarbundnar útreiðslur. Tann ráðharri, sum kemur í hesa støðu hevur avmark- aðar møguleikar at bjarga støð uni. Hann kann søkja tingið um meirjáttan við eyka játtanarlóg, hann kann heita á Løgtingið um at broyta ta lóg, sum er orsøkin til, at lógarbundnu útreiðslurnar fara upp um játtan á fíggjarlóg og hann kann fara til løgtingsins fíggjarnevnd við einum sokallaðum fíggjarnevndarskjali og útvega neyðturviligar upp- hæddir. Hann kann eisini velja at lata standa til, men henda loysn elvir til trupul leikar. Sostatt hevur ein landsstýrismaður í eini støðu, har játtan og lógarbundin rakstur ikki samsvara, ávísar formligar og lógligar útvegir til tess at bjarga støðuni og soleiðis sleppa undan at bróta stýrisskipanarlógina. Men í politiska gerandis degnum er hetta lættari sagt enn gjørt, tí nakrar forðingar eru so at siga innbygdar í hesar nevndu loysnir, sum standa landsstýrismanni og fyrisiting hansara í boði. Forðingarnar eru lutvíst politiskar og lutvíst reint praktiskar og hava tað til felags, at allar taka drúgva tíð, og tíð hevur lands stýrismaðurin ikki nógva, tá hann gerst varug ur við, at lógarbundnar útreiðslur eru um at fara út um játtaðan karm. Mannagongdirnar við omanfyrinevndu møgu leik- um eru so tíðarkrevjandi, at tað sjáldan eydn ast at fáa eykajáttanalóg samtykta í so mikið góðari tíð, at meirnýtsla ikki kann staðfestast. Fíggjar- nevndarskjalið er eisini ein tungur og trupul til- gongd, har ein andstøða í minniluta kann steðga viðgerðini av umsókn frá landsstýrismanni. Sama er um lógarbroytingar at siga, tí hesar politiskt eru sera truplar at handfara. Samantikið hava vit sostatt so tungar og so byro- krat iskar mannagongdir, at hesar eru ein veruligur trupulleiki fyri eina og hvørja samgongu. Her er við øðrum orðum talan um klassisku støðuna, har orð og gerðir ikki samsvara. Í grannalondum okkara eru loysnir innbygdar í skipanina, sum tryggja, at ráðharrar og fyrisitingar ikki koma í ta støðu, antin at leggja stilt ella bróta grund lóg ina. Stórar politiskar avgerðir verða tiknar við fíggjar nevndarskjølum og har galda eingi minni luta garanti, sum loyva eini andstøðu at forða átrokandi og neyðugum eykajáttanum. Støðan í Føroyum er ikki haldgóð og stig eiga alt fyri eitt at verða tikin til at broyta stýris skipanar lógina, so vit fáa somu skipanir sum grannar okkara. Galdandi skipan er upprunaliga ein kommunal skipan, sum ikki hoyrir heima í nútímans fólkaræði, eins og skipanin byggir grundleggjandi á misálit á tey fólkavaldu heldur enn á álit. Tey, sum eru ímóti broyting óttast ótálmaða nýtslu. Hetta er grundleggjandi skeivur hugsunarháttur. Fólkaræði byggir á álit og brýtur ein tinglimur ella ein samgonga hetta álit, so kunnu vit revsa tey á tí vali, sum er fjóðra hvørt ár. So einfalt er tað. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Eldraráðið fyri Tórshavnar Kommunu fær av og á áheitanir um at virka fyri meira almennum málum enn teimum, sum áseting­ arnar í viðtøkunum siga frá. Ofta eru tað lands­ myndugleikar, tá talan er um peningalig mál, men eisini meira privat viður­ skifti verða løgd fyri Eldra ráðið. Nú um dagarnar fekk Eldraráið áheitan í sam­ bandi við bræv, har pen­ ingastovnarnir siga frá, at galdandi frá 1. mars verða bankabøkurnar avtiknar. Í staðin fyri kunnu kundarnir taka av tilboðum sum heimagreiðsla við interneti ella kortloysnum av yms­ um slag. Sagt verður frá at talið av kundum, sum nýta bók, er fallandi, og tí verður tænastan (um ein kann kalla hetta so) avtikin. Gomul fólk, ið hava nýtt bankabókina alt sítt lív, og sum av ymsum ávum ikki eru før fyri at taka av tilboðunum um heima­ greiðslu og kortlysnum, føla seg svikin og biða okkum um at gera okkara ávirkan galdandi. Kapping­ in millum peningastovn­ arnar er tó ikki um gomlu fólkapensionistarnar, og tí avtaka allir bøkurnar í senn eftir ”innanhýsis” avtalu – so kunnu tey gomlu føla seg so svikin, sum tey vilja! Eldraráðið hevði spurn­ ingin á borðinum mána­ dag in, og semja var um at heita á peningastovnarnar um at lata gomlu pension­ istarnar, sum ikki kundu útvega sær teldu, og sum ikki vóru før fyri at greiða síni peningaviðurskifti við korti, um at varveita bankabøkurnar. Sjálvsagt verður talið av bankabókum fallandi, og um bøkur ikki verða latnar nýggjum kundum, so verða ongar eftir til seinast. Tá ein hugsar um stóru tølini í bankaroknskap­ unum, skuldi tær fáu krónurnar, sum henda ”tænasta” kostar, ikki gjørt tann stóra munin. Hví so avtaka bøkurnar? Viðhvørt kunnu kjak og orðaskifti vera gagnlig og fáa nýggjar tankar á flog. Men eg fari at geva Dávidi Isfeld púra rætt í hansara lesarabrævi í vikuni, hóast bræv hansara kanska hevði ein nakað bondskan enda. Í mong, mong ár eru føroyingar blivnir vælsign­ aðir við greinum og hug­ leiðingum frá tveimum eldri føroyskum útisetum, Virgari Dalsgaard og Rolf Guttesen. Báðir gløggir og lærdir menn, mentamenn við sosialum medviti og eftir skriving teirra at døma eisini politiskt árvaknir. Tó undrast Dávid Isfeld og eg sjálv á, at TAÐ NEGATIVA fyllir so nógv hjá hesum skrivandi monn­ um. Brøv teirra eru oftast kritisk, viðhvørt niður ger­ andi og speisk og ofta eitrandi, og eingin ivi er um, at hetta heldur fólki frá at fara út í eitt orða­ skifti við teir. Einki hevði verið betri enn, at stóra vitan teirra Rolfs og Virgars innan mál, klassiska mentan, akademiskt virki og metod ur kundi komið okkum føroyingum til gangs onkusvegna. Men her loypir ketan knappliga av, tí tað, teir í mestan mun umrøða, eru gamlar syndir. Syndir ið ikki skulu strikast ella fyrigevast, men í staðin prent ast inn í heysin á unga ættarliðnum í Føroyum. Hálvtrýss til hundraðára gomul politisk mistøk og dáragerðir, sum í tjóðskap­ ar ligum ovurhuga ella býtt­ leika eru gjørd í eini fjarari fortíð, skulu ”upplýsa” føroyingar. Rolvur og Dalsgarður síggja reytt, tá ið talan er um tjóð­ ella fullveldi. Øll mistøk, ið henda rørsla møgu liga hevur gjørt, ger ella væntast at gera, verða hivað út úr skápinum og láturliggjørd. Nógv fólk, bæði livandi og deyð, verða hunddálkað og háað. Tey skulu hava koyrilin. Hetta býður mær ímóti. Støðið er ov lágt. Søgan – til dømis lásagølan í Tinganesi ­ hevur víst, at eingin fer væl, tí annar fer illa. Hetta er eisini gald­ andi fyri politiskar flokkar. Hyggið at úrslitunum. Annað skal til enn eiturb land og koyrlar at byggja land við, tað vísir søgan okkum eisini. Tíbetur tykist tað í dag vera so, at fleiri av teimum ungu politikarunum, kvinn ur sum menn, ikki klistra so fast til krakkar­ nar, at tey moralskt lata seg keypa fyri lítið og lætt. Tann gamli mátin við at skylda upp á onnur, tá ið tú sjálvur ikki dugir, riggar ikki longur. Hann er passé! Tí hoyra Rolf Guttesen og Virgar Dalsgaard eisini eini farnari tíð til. Er neyðugt at avtaka bankabøkurnar ? ELdrArÁðIð FyrI TórSHAvNAr KoMMUNU Virgar og Rolf og tað negativa oddvør JoHANSEN Umbering Í blaðnum í gjár høvdu vit grein um ákæru fyri skjalafalsan. Av ósketni er greinin tíverri komin soleiðis fyri, at fyrsta reglubrotið greitt er í stríð við grein 4.3 og 4.7 í leiðregl un­ um fyri góðan fjølmiðla­ sið. Sosialurin biður um umbering fyri mistakið. Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri