fríggjadagur 29. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
12
VIKUSKIFTI
KennIr tú eIn …
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
»Hann er fanin gali psykopat!«
Ja, vit kenna øll hesa niðurstøðuna,
ið ofta verður knýtt at einum persóni,
sum er so langt úti, at vit hava ikki
orð fyri tí.
Myndaliga kunnu vit siga, at hann,
við longum, svørtum eiturtøkutonnum
og spískum klóm, krøkir seg náðileyst
í krovið á offrinum. Og hann sleppur
ikki, fyrr enn tað er sundurskrætt –
bæði innan og uttan.
Við lygnum og sjarmu manipulerar
hann fólk rundan um seg. Ofta frá
stjórasessinum, terapi- ella prædiku-
stólinum.
Roknað verður við, at eini tvey
til fýra prosent av øllum monnum
og eitt prosent av kvinnunum eru
psyko patar. Sostatt eru umleið tvey
pro sent av fólkinum psykopatar, ella
tað, sum á fínari læknamálið verður
rópt Antisocial personality disorder
(ASPD or APD).
Serfrøðin er samd um, at
psykopati er ikki ein sjúka sum
so. Tað er heldur eitt frávik í per-
sónligheitini, sum bert fær ment seg
undir ávísum umstøðum í einum
samspæli millum íbornar eginleikar
og umhvørvið.
Sostatt er sannlíkt, at annað ella
bæði foreldrini eru psykopatar, og
hava givið barninum ein kensluliga
av stump aðan uppvøkstur. At psyko-
paturin longu steðgaði kensluliga
upp sum pinkubarn hevur við sær,
at hann megnar ikki at elska onnur
sum vaksin. Kortini fær hann ment
seg sosialt og intellektuelt.
Hetta ger eisini, at tað er nærum
ógjørligt at gjøgnumskoða psykopatin
ella at geva honum eina diagnosu, og
at tað er púra ógjørligt at grøða ella
viðgera hann.
Sanne Udsen sigur í bókini
»Psyko pater i jakkesæt«, sum snýr
seg um psykopatiskar leiðarar, at
hetta er einasta sálarsjúkan, har tað
ikki er sjúklingurin, men tey í nærum-
hvørvinum, sum líða.
Psykopaturin leitar sær bara hjálp,
um »sjúkan« verður ein trupulleiki
fyri hann sjálvan.
Ísakaldir lygnarar
Júst vantandi samvitska og empati
eru sereyðkenni við psykopatinum.
Natúrligu forðingarnar, sum onnur
kenna á sær, tá tey fara út um mark, eru
ikki at finna hjá psykopatinum. Tí kann
hann finna upp á at lúgva um slíkt, sum
onnur ikki kundu fingið seg at logið um.
Til dømis, at ein avtala má broytast, tí
mamman doyði í nátt – hóast mamman
er bæði frísk og livandi!
Sum heild verður hann drigin at
avbjóðingum, sum geva vald, peng-
ar, virðing og møguleikar fyri sjálv-
støðugum avgerðum.
Eitt nú innan politikk, løgfrøði,
løgreglu, trúðarlív, miðlar og terapi.
Nógvir av eginleikum hjá psyko-
patinum eru nógv eftirspurdir: tað at
vera avgjørdur, hava sjálvsálit, at duga
at seta sítt ígjøgnum og gera hugskot
til veruleika. Alt eginleikar, sum eru
positivir, um viðkomandi eisini hevur
empati, samvitsku, ábyrgdarkenslu og
evni at lurta – men tað hevur psyko-
paturin als ikki!
Psykopatiski stjórin
Serliga kenna vit psykopatin frá ar-
beiðsmarknaðinum, har vit javnan
hoyra um fólk, sum verða stýrd og
niður koyrd av einum psykopatiskum
leiðara.
Sum oftast velur hann sær tey
Keldur:
»PsykoPater i jakkesæt« av sanne Udsen - jyllands Posten: »PsykoPater« av kim HUndevadt
Politiken: »arbejdsPladsens PsykoPater kan koste dyrt« av ida ebbensgaard
www.wikiPedia.com: PsykoPati - www.netdoktor.dk: kender dU en PsykoPat?
Hann vísiR seg allastaðni við jøvnum millumbilum. við hús, á aRbeiðs
plássum, í samkomum, í skúlum og alla aðRastaðni, haR fólk koma
saman. PsyKoPatUrIn, sum við sínum sjúka atbuRði kann DRíva sjálvt
tann steRkasta heilt út á eggina – og eisini útav, um so skal veRða.
Kennir tú ein psykopat?
Robert Hare er ein av heimsins
fremstu serfrøðingum innan
psykopati.
Hann hevur gjørt eitt yvirlit við
20 eyðkennum og eginleikum,
sum kunnu geva eina hóming av,
um ein psykopatur ger um seg í
tínum nærumhvørvi.
Hóskar eitt punkt sera væl til
persónin gevur tað 2 stig. Hóskar
tað eitt sindur væl gevur tað 1
stig. Hóskar tað als ikki gevur
tað onki stig. Í mesta lagi ber til
at fáa 40 stig. Sambært Robert
Hare er ein persónur við fleiri enn
30 stigum psykopatur.
Viðmerkjast skal, at yvirlitið er
óegnað til kliniska diagnosu, men
at tað kann hjálpa fólki við at finna
psykopatar í nærumhvørvinum.
Psykopaturin ...
1
er væltalandi og sjarmerandi
2
er egosentriskur og
stórlætisørur
3
hevur støðugan tørv á
spenningi og nýggjum
innskotum
4
lýgur og burturforklárar
5
er svikaligur og
manipulerandi
6
kennir hvørki skuld ella
angur
7
hevur eitt veikt og grunt
kenslulív
8
kann ikki liva seg inn í
støðuna hjá øðrum ella at
hava empati
9
hevur ein nassandi lívsstíl
10 er snarsintur, illsintur og
hevur lítið tamarhald á
sær sjálvum
11 hevur nógv leys kynslig
sambond / er ótrúgvur
12 hevði atburðartrupulleikar
sum barn (yngri enn 12 ár)
13 hevur stutta tíðarkenslu /
leggur ikki langtíðarætlanir
14 er impulsivur
15 er ábyrgdarleysur sum
foreldur
16 hevur fleiri hjúnaskilnaðir /
miseydnað parløg
17 var ungdómskriminellur
(yngri enn 15 ár)
18 fremur lógarbrot, tá hann er
royndarleyslatin
19 tekur ikki ábyrgd fyri
egnum gerðum
20 fremur fleiri sløg av
lógarbrotum, líka frá
innbroti til narko, harðskap,
kynsligan ágang og svik.
PsyK